mánadagur 23. juli 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 139 - 23. juli 2007 ]
Beckham fekk 12 min.
32 ára gamli David Beckham spældi sín fyrsta dyst fyri LA
Galaxy sunnudagin. Hetta hendi, tá nýggja felag hansara
spældi venjingardyst móti Chelsea. Ivi hevði annars verið
um, hvørt Beckham fekk spælt við í dystinum, nú hann
hevur drigist við ein skaða í dýru fótliðunum, men teir
27.000 áskoðararnir fingu so tað, sum teir komu eftir. Eisini
hóast stóra stjørnan ta einu ferðina venaði seg, tá hann hevði
fingið eitt spark inn á eyma økulin. Chelsea vann annars
dystin 1-0 við einum máli, sum John Terry skoraði.
Milliard til tey næstbestu
Enska Premier League fer komandi árini at handa á leið eina
miliard krónur til liðini í lægru deildunum. Hetta er greitt, nú
samráðingarnar um ein “solidaritetspakka” millum liðini í
Onglandi eru lidnar. Nýggi sjónvarpssáttmálin hjá Premier
League gevur fremstu feløgunum eina meirinntøku á £ 2,7
milliardir, og av hesum verða tær £ 90 milliónirnar sendar
víðari til smærru feløgini. Hetta við tí endamáli, at feløgini í
Football League eisini fáa fíggjarligar møguleikar at menna
sítt arbeiði.
Samstundis sum
hann súkklar í gulu
troyggjuni í Tour
de France, flúgva
doping-ákærurnar
um oyruni á danska
Michael Rasmussen
Súkkling
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við ikki at fráboða, júst
hvar hann er staddur, hevur
danski Michael Rasmussen
fýra ferðir fingið ávaring
frá dopingeftirlitinum.
Altjóða reglurnar á økin-
um siga, at um súkklari
tríggjar ferðir ávaring fyri
ikki at røkja fráboðanar-
skyldu sína, so verður málið
roknað sum dopingmál,
men har til er tað so enn
ikki komið hjá Kylling,
sum Michael Rasmussen
verður róptur. At málið ikki
er reist enn, kemst av
ógreiðu reglunum á økinum,
har tað ikki stendur staðfest,
hvaðani ávaringarnar skulu
koma. Soleiðis hevur Ras-
mussen fingið tvær ávar-
ingar frá altjóða dopingeftir-
litinum og tvær frá danska
dopingeftirlitinum.
Í prinsippinum snýr regl-
an seg um, at súkklarar tvær
ferðir um árið boða frá,
hvar teir eru at hitta næsta
hálva árið. Hetta ber sjálv-
andi illa til í praksis, og júst
tí er talan um stranga frá-
boðanarskyldu, tá ætlaða
mynstrið annars verður brot-
ið. Ein fráboðanarskylda,
sum flestu súkklararnir ikki
hava stórvegis trupulleikar
av, men sum Kylling altso
ikki hevur hildið.
Týdningarmest av øllum,
so er Rasmussen ikki test-
aður positivur, og tí er hann
framvegis partur av stóru
súkklukappingini. Men ein
av fyrrverandi vinum hans-
ara staðfesti fríggjdag, at
Rasmussen á sinni vildi
lokka seg at smugla ólóglig
evni.
Whitney Richards sigur,
at Michael Rasmussen ta
einu ferðina bað seg taka
eitt par av súkkluskóm við
til sín. Men heldur enn bara
at taka eskjuna, so vildi
Richards spara pláss í kuff-
ertinum, og tí opnaði hann
eskjuna. Og sjálvur sigur
hann, at hendan als ikki
innihelt skógvar, men fleiri
sløg av heilivági.
Eg koyrdi alt, sum var í
eskjuni burtur, og síðani
spurdi eg Michael, hvat
hetta var fyri nakað. Tá
gjørdist hann frá sær sjálv-
um, og spurdi meg, um eg
visti, hvussu nógv hetta lort-
ið kostaði, sigur Richards.
Sjálvur vil Michael tó
ikki kennast við nakað av
hesum. Hann heldur fram-
vegis fast um, at hann ikki
nýtir doping í sínum roynd-
um at vinna seg fram
millum bestu súkklararnar í
heiminum.
Vil
hjálpa
KÍ
Nýggja álopsessið
hjá KÍ staðfestir,
at hann fyrst og
fremst ætlar at
hjálpa KÍ longur
upp eftir stiga-
talvuni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fríggjadagin stóð greitt,
at KÍ hevur styrkt sær
um álopið undan seinnu
kappingarhálvu
í
Formula-deildini. Talan
er um 31 ára gamla
Denni Conteh, ið áður
hevur
spælt
sum
yrkisspælari í Fraklandi,
Hollandi og Danmark.
- Mítt mál verður at
hjálpa KÍ longur upp á
stigatalvuni,
sigur
nýggi KÍ-álopsspælar-
in, Denni Conteh.
- Eg havi hoyrt sera
nógv gott um Føroyar,
so eg gleði meg at koma
til Føroya at spæla
fótbólt. Eg kenni ikki so
nógv til føroyskan fót-
bólt, men mítt mál verð-
ur at hjálpa KÍ longur
upp á stigatalvuni, sigur
Denni Conteh við heima-
síðuna hjá KÍ.
Nevndarformaðurin í
sp/F KÍ, ið rekur For-
mulaliðið hjá KÍ, fegn-
ast um avtaluna við
danska álopsspælaran.
- Vit eru fegnir um,
at vit hava fingið ein
royndan álopsspælara,
sum hevur spælt á
hægsta stigi uttanlands.
Hetta er ein styrkur til
liðið her og nú, og sam-
stundis arbeiðir leiðslan
í felagnum við at finna
varðandi styrk til For-
mulaliðið fram ímóti
næsta kappingarári, sig-
ur Aksel Johannesen.
Liðugt við ávaringum
Nú komið er til Pyrineirnar
tykist Michael Rasmussen
veruliga at prógva sína styrki.
Men samstundis harðna
doping-ákærurnar móti
honum alt meira
Mynd: Polfoto
Bæði U15- og U17-
landsliðini í fót-
bólti vunnu finalu-
dystirnar, tá Føroyar
tóku lut í Aberdeen
Football Festival
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leygardagin spældu før-
oysku U-landsliðini í Aber-
deen finaludystir í altjóða
fótbóltskappingini,
sum
hevur verið har seinastu
dystirnar. Hjá dreingjum
vóru bæði liðini við í fin-
alunum, og í báðum førum
gjørdist talan um føroyskan
sigur.
Teitur var hetjan
Hjá U15-liðnum var stóra
hetjan
málverjin, Teitur
Gestson Matras. Hann helt
fyrst og fremst málið reint,
og tað er jú ein týðandi upp-
gáva hjá einum málverja.
Men sum um hetta ikki var
nóg mikið, so varð hann
eisini matchvinnari hjá før-
oyska liðnum. Hetta, tá Før-
oyar tíðligaí seinna hálvleiki
fingu brotsspark, og tað
setti málverjin trygt í netið.
Finaludysturin varð spæld-
ur móti Aberdeen, sum hevur
eitt av sterkastu skotsku
ungdómsliðunum. Skipanin
í skotskum fótbólti er so, at
bestu
spælararnir
innan
skúlafótbóltin verða savnaðir
á ymsum úrvalsliðum, og
teir bestu úr hesum liðum fáa
so aftur møguleikan hjá
veruligu feløgunum.
Bastu Dundee
Hjá U17-liðnum var tað
Dundee, sum var mótstøðu-
liðið. Eins og hjá U15, so
var her talan um eitt av
sterkastu skotsku liðunum
innan
ungdómsrøðirnar,
men hetta tóktist tó ikki
nerva føroysku spælararnar
nakað serligt.
Eftir bert fimm minuttum
hevði Róaldur Jacobsen
skotið Føroyar framum, og
tann støðan helt sær nakað
væl inn í seinna hálvleik.
Tá javnaði Dundee, men
Føroyar fullu ikki í fátt, og
tíggju minuttir fyri leiklok
avgjørdi Heini Vatnsdal
dystin.
Ikki loyvi til finalu
Eisini hevur U17-liðið hjá
kvinnum tikið lut í kapp-
ingini. Her stóð tó greitt
undan kappingini, at talan
ikki
skuldi
verða
um
finaludyst, tí føroyska liðið
hevði onkrar spælarar, sum
ikki luku aldursmarkið í
kappingini.
Tað forðaði tó ikki fyri
fleiri góðum venjingardyst-
um, og tann seinasat av hes-
um vunnu okkara gentur
eisini. Hetta við ikki minni
enn 5-0 sigri á East End. Før-
oysku málini skutu Kristin-
bjørg Frederiksberg, Mona
Breckmann, Lisa í Liða, Elin
Holm og Ása Klakstein.
Dreingirnir vunnu kappingarnar
Talan var um eina fína kapping, har føroysku liðini í flestu dystunum veruliga fingu roynt seg.
Og har tey at enda eisini komu heim við tveimum gullmerkjum
Mynd: www.football.fo