Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 23. juli 2007 35 lysingar Vinnumálaráðið søkir eftir einum fulltrúa til KT- verkætlanir í KT-fyrisitingini. KT-fyrisitingin tekur sær av kunningartøkniligari samskipan innan landsfyrisitingina sum heild, harímillum at seta verkætlanir í gongd innan KT-økið. Starvið: Verkætlanar-fulltrúin skal stjórna, samskipa og leggja til rættis KT-verkætlanir hjá landsfyri- sitingini sum heild, umframt at kunna aðalráð og allar stovnar um KT- verkætlanir. Talan er um eitt starv í eini rættiliga nýggjari fyrisiting, og skal tann sum settur verður, tola møguligar broytingar í starvsinnihaldinum. Førleikakrøv: Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir hava: • Viðkomandi hægri útbúgving • Kunnleika og royndir við EDV verkætlanum og almennari ella privatari fyrisiting • Góð samstarvsevnir • Hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt. Vit bjóða: Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi, ið tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa. Til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við nógvum samskifti úteftir. Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við politisku mynd- ugleikarnar, áhugabólkar í samfelagnum og starvsfólkini hjá landsfyritøkuni. Góðar møgu- leikar fyri skeiðum og eftirútbúgvingum. Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanin umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt onnur aðalráð. Umsóknir: Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: Vinnumálaráðið Tinganes Postsmoga 377 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1.aug 2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Arna Poulsen tlf. 356070 VINNUMÁLARÁÐIÐ KT-FYRISITINGIN Søkt verður eftir fulltrúa til KT-verkætlanir Kunngerð um framløgu av broytingum í byggisamtykt Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og býarskipan við seinri broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar av byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 20/07 til 03/08-07 Nýggja útstykkingin úti í Lánni á Strondum. Partur av B-øki á Strondum, (sí hjáløgdu tekning), verður broyttur til serstaka byggisamtykt fyri sethús. Ábyggingarstig: • hægst loyvda ábyggingarstig er 0,35 Nettonýtingarstig: • hægst loyvda nettonýtingarstig er ikki ásett, men er nýtingarstigið avmarkað við ásetingum um byggilinju og hæddarviðurskiftir. ByggiLiNjur: Stykki niðanfyri veg: • frástøða frá vegi skal vera 5,0m • frástøða frá grannamarki skal í minsta lagi vera 2,5m • byggifelti niðanfyri veg er avmarkað til at byggjast kann í mesta lagi 9,0m uppat byggjilinju móti síðugranna, og er byggifeltið haðani 6,0m omaneftir avmarkað við 45 gr. avsneiðing • úthang (takskegg) kann í mesta lagi stinga 0,5m út um ásettu byggilinju Stykki omanfyri veg: • frástøða frá vegi skal vera 5,0m • frástøða frá grannamarki skal í minsta lagi vera 2,5m • byggifelti omanfyri veg er avmarkað til at byggjast kann í mesta lagi 9,0m uppat byggjilinju móti síðugranna, og er byggifeltið haðani 6,0m niðaneftir avmarkað við 45 gr. avsneiðing • úthang (takskegg) kann í mesta lagi stinga 0,5m út um ásettu byggilinju Hæddar viðurSkiftir: Stykkið niðanfyri veg: Hægst loyvdu hæddir viðv. stykkjum niðanfyri veg eru, sum fylgjandi nevnt: • hædd frá gongubreytskanti og upp til gólv, má í mesta lagi vera 0,2m • hædd frá gongubreytskanti og upp til yvirgrind (yvirsíða á yvirsyll) má í mesta lagi vera 3,2m • sternhæddin á úthangi (takskeggi), sum stingur út um ásettu byggilinju, má ikki stinga hægri enn 0,2m uppum ásettu hædd til yvirgrind og sternin sjálv uttanfyri byggilinju má ikki vera hægri enn 0,3m • hædd frá gongubreytskanti og upp til mønu, má í mesta lagi vera 6,0m • hæddarlinjan millum hægstu mønu og hægstu yvirgrind, tekur støði í at mønan er 4,5m frá byggjulinju móti vegi • tekjur annars omanfyri hægstu ásettu hædd til yvirgrind, skulu halda seg undir einari hælllinju uppá 30gr. inn frá stern – skjøldur móti síðugranna undantikin Stykkið omanfyri veg: Hægst loyvdu hæddir viðv. stykkjum omanfyri veg eru, sum fylgjandi nevnt: • hædd frá gongubreytskanti og upp til yvirgrind (yvirsíða á yvirsyll) má í mesta lagi vera 5,9m • sternhæddin á úthangi (takskeggi), sum stingur út um ásettu byggilinju, má ikki stinga hægri enn 0,2m uppum ásettu hædd til yvirgrind og sternin sjálv uttanfyri byggilinju má ikki vera hægri enn 0,3m • hædd frá gongubreytskanti og upp til mønu, má í mesta lagi vera 8,7m • hæddarlinjan millum hægstu mønu og hægstu yvirgrind, tekur støði í at mønan er 4,5m frá byggjulinju móti vegi • tekjur annars omanfyri hægstu ásettu hædd til yvirgrind, skulu halda seg undir einari hælllinju uppá 30gr. inn frá stern – skjøldur móti síðugranna undantikin Møgulig mótmæli skulu vera skrivlig, og vera kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 20. okt. 2007 Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 · 490 Strendur um... ...er lisin -so ert tú við! Summarfrí Frisørsalongin á Høgabóli er stongd vegna summarfrí frá 30. juli til 20. august. Jógvan Hansen Harrafrisørur · Tel 44 75 75 · Runavík