mánadagur 23. juli 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 139 - 23. juli 2007
tíðindi
Dayarant er fyri
fyrstu ferð á vitjan
í Føroyum. Sonur
hansara er giftur í
Leirvík, og Dayarant
sær fyri fyrstu ferð
fýra ára gomlu
abbadóttrina
VITJAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
2300 ferkilometur stóra
oyggin Mauritius liggur í
Indiska havinum hálvan
tíma við flogfari eystur úr
Madagaskar.
Vit føroyingar vita ikki
so nógv um hesa oynna, tó
at onkrir hava fiskað har
um leiðir. Nakað sunnan
fyri Mauritius liggur Reuni
on, har føroyskir sjómenn í
eina tíð sótu fongslaðir.
Mouritius varð lutfalsliga
seint bygd. Ikki fyrr enn í
1710 setti fólk búgv har, tó
at nakrir hálendingar búsett
ust á oynni í 1598, men teir
búðu bert har í 25 ár, og
fóru aftur av oynni í 1623.
Annars er fólkaslagið á
oynni ógvuliga blandað.
Tey koma úr øllum heraðs
hornum, úr India, Afrika,
Europa, ja, úr øllum heimi
num.
– Har eru allar mentanir.
Tí ber eisini illa til at siga,
hvat okkara tjóðarrættur er,
greiðir Dayarant frá.
Men hóast fólkið er so
blandað, hevur tað altíð liva
saman í sátt og semju.
Kríggj og ófriður eru ókend
fyribrigdi á oynni.
Upprunaliga var oyggin
undir
fronskum
valdi,
seinni gjørdist hon bretsk,
til teir í 1968 fingu sjálv
stýri. Fyrr var jarðarbrúk
høvuðsvinnan,
serliga
sukurrør og tubbakk, men
nú er ferðavinnan størsta
inntøkukeldan á oynni.
Onkur sera fín hotell eru
á oynni, serliga kent er Le
Saint Geran, sum er eitt
yndisstað hjá eitt nú bretsku
kongafamiljuni.
Charles
prinsur fór í loyndum við
unnustuni Camilla Parker
Bowles á ferð til júst hetta
hotellið, sum eisini fyrrver
andi
franski
forsetin
Jacques Chirac plagdi at
vitja. Dýrastu rúmini kosta
einar 300.000 krónur um
vikuna.
Fiskiveiðan er og hevur
altíð verið ein viðfáningur,
og kvoturnar verða fyri tað
mesta seldar útlendingum
at fiska.
Fitt og blíð
Sonur Dayarant, Waid, fór
til Onglands at ganga í
skúla, og har hitti hann før
oysku Gudny Langgaard.
Tey gjørdust góð og Waid
flutti heim til Føroya við
henni. Tey búgva sum nevnt
í Leirvík.
Tað er ikki bara sum at
siga tað at ferðast so langan
veg, og Dayarant nýtti tveir
dagar at koma av Mauritius
til Føroya. 29. juni kom
hann til landið, og hann fer
heim aftur 30. juli. Tað
merkir so eisini, at hann
fær tjóðarhátíð okkara við.
Hann var eisini so heppin
at sleppa at uppliva eitt
grindadráp, tað í Gøtu her
fyri. Men tað dámdi Daya
rant einki serligt. Hinvegin
so át hann bæði tvøst og
spik, og tað dámdi honum
væl.
Annars er ikki nógv at
síggja til hval har niðri á
Mauritius. Tað er onkur
hendinga hvalur sum ferðast
framvið har. Men væl er til
av Blue Marlin, ið er eitt
slag av hornafiski. Har
halda tey stórar fiskikapp
ingar, har fólk úr øllum
heiminum koma at kappast.
Talan er um størstu fiski
kappingina av sínum slag í
heiminum.
Áðrenn Suezkanalin læt
upp, máttu skip sigla runt
Cap Horn tá tey skuldu til
India, og tá var Mauritius
eitt nátúrligt stað at leggja
at á vegnum. So har var
nógv skipaferðsla um tað
mundi. Nú siglt verður gjøg
num Suez, koma skipini
ikki so langt suður longur.
Dayarant er annars ovfar
in av, hvussu nógv føroy
ingar líkjast mauritianarum
í sinn.
– Tað er stórur munur á
tykkum og so fransum og
bretum. Tit eru smílandi og
blíð júst sum fólk eru á
Mauritius, sigur Dayarant.
Føroyingar hittir
tú allastaðni
Einaferð hitti Dayarant ein
mann, sum ferðaðist runt
við
missiónsskipinum
Dulos. Tá Dayarant spurdi,
hvar hesin maðurin kom
frá, svaraði hann Danmark.
Tað var stuttligt, helt
Dayarant, tí eg havi ein son,
sum býr í Leirvík í Føroy
um. Tá læt í hinum, at hann
eisini var føroyingur og
búði í Klaksvík.
Av Mauritius
at vitja abba
dóttrina