týsdagur 24. juli 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnusíðurnar
Nr. 140 - 24. juli 2007
Ótolnast eftir
oljuni
Í Løgumkloster í Danmark ótolnast tey eftir,
at oljan skal koma upp úr jørðini
Olja
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Fyri tveimum árum síðani fekk oljufelagið Wexco
rættindi til at útvinna olju í umráðnum við býin
Løgumkloster í Suðurjútlandi. Men enn er eingin olja
komin upp úr jørðini, og sambært JydskeVestkysten eru
fólk á staðnum farin at ótolnast. Men tey eru ov ótolin,
sigur Steffen Bjørn Olsen í Orkustýrinum við danska
útvarpið.
– Hetta er púra vanligt í hesari vinnuni. Feløgini
keypa seks ára loyvir, og tað er púra vanligt, at tey brúka
tey fyrstu fýra árini til at kanna viðurskiftini á staðnum,
áðrenn tey søkja um loyvi at bora, sigur Steffen Bjørn
Olsen við DR.
Eitt felag, sum ætlar sær at leita eftir olju í Danmark,
skal rinda tí almenna 25.000 krónur, áðrenn borurin
verður settur í jørðina. Vísir tað seg so, at tað kann loysa
seg at útvinna olju ella gass, skal felagið rinda
ríksikassanum 100.000 krónur, áðrenn tann fyrsta oljan
verður útvunnin, og harafturat skal ríkiskassin hava ein
fastan part av tí árliga avlopinum.
Við verandi gongd
er vandi fyri, at
villi laksurin fer at
doyggja út í Noregi
laksur
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Minni og minni av villum
laksi er at síggja í teimum
norsku áunum, og norska
deildin hjá World Wildlife
Foundation sigur seg nú
bera ótta fyri, at tann villi
laksurin fer at doyggja út. Í
einari nýggjari frágreiðing
hjá felagsskapinum stendur
millum annað, at kanningar
í 200 norskum áum vísa, at
har er tann villi laksurin
minkaður so nógv, at tað
kann benda á, at hann er
um at doyggja út.
– Hetta er ein ræðandi
gongd, sum vit mugu taka í
størsta álvara, sigur fiski
vinnuráðgevin hjá WWF,
Maren Esmark, við blaðið
VG. Hon heldur, at tað eru
serliga dálking, vatnorkuút
byggingar og laksaparasitt
urin Gyrodactylus salaris,
sum hótta tann villa laksin.
Jarle Steinkjer, sum starv
ast í norska stýrinum fyri
náttúruumsiting, stúrir eis
ini fyri gongdina við tí villa
laksinum. Hann sigur við
VG, at tað eru fleiri ár, síð
ani minkingin byrjaði, men
at nú er stovnurin vorðin so
lítil, at okkurt má gerast.
Minni sleppur út
Í sambandi við trupulleik
arnar hjá tí villa laksinum
hevur ofta verið víst á, at alt
ov nógvur alilaksur sleppur
úr ringunum, og at tað er
óheppið fyri tann villa laks
in. Tey seinastu árini hava
norðmenn lagt stóran dent
á at forða fyri, at aldur lask
ur skal rýma úr ringunum,
og hetta arbeiðið vísir seg
nú at geva úrslit.
Sambært norska alarafe
lagnum hava alararnir mist
247.000 fiskar higartil í ár,
og tað er nógv minni enn
fyrra hálvár í fjør, tá umleið
800.000 fiskar sluppu til
rýmingar úr alibrúkunum.
Av teimum 247.000 ali
fiskunum, sum eru slopnir
til rýmingar í ár, vóru
32.000 laksar. 165.000 síl
og 77.000 toskar fóru eisini
til stroks, sigur alarafelag
ið.
Villi laksurin í vanda
Tað er millum annað ávirkan
frá aldum laksi, sum kann
forkoma tí villa laksinum