týsdagur 24. juli 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 24. juli 2007
23
tíðindi
so vælsignað
rættiliga virkið. Umframt
tann nú árliga »Dans på
bryggan«, skipar felagið
fyri siglingartúrum kring
oyggjarnar. Hetta hendir
umvegis eina sms-skipan,
har limirnir fáa boð, ella
ber til at hyggja inn á heima-
síðuna hjá felagnum, sum
kallas www.marina.fo
Túrar verða fyriskipaðir
til Suðuroynna, Sandoynna,
Vágoynna, Norðoyggjar, ja,
um alt landið.
Men felagið hevur eisini
eina aðra uppgávu, og tað
er at taka ímóti fremmandu
bátunum, sum vitja okkum
á hvørjum sumri.
- Higartil í ár hava vit
havt 51 bátar á vitjan. Í fjør
var talið 85, og annars hev-
ur tað ligið rættiliga javnt
um teir eitthundrað um
árið. Veðrið longur niðri í
Europa hevur ikki verið so
gott, og tað hevur helst
ávirkað ferðahugin við báti
tvørtur um hav, heldur Kart-
ni Olsen.
Hann heldur, at viðurskif-
tini er nógv broytt til tað
betra, síðani bátafelagið sá
dagsins ljós fyri skjótt tígg-
ju árum síðani.
- Tá fólk koma soleiðis,
vilja tey sleppa at brúsa
sær, vaska klæðir og nýta
WC. Hesi viðurskiftini eru
munandi batnað seinastu
árini, sigur formaðurin í
Tórshavnar Bátafelag.
Næsta uppgávan hjá felag-
num stendur longu fyri dur-
um, og tað er at taka ímóti
mongu bátunum, sum koma
til Havnar á Ólavsøku. Tað
er fyri tað mesta at leggja
bátarnar og leggja streym
út til teirra.
- Viðurskiftini í Vágsbotni
er góð nú. Sjálvandi kundi
okkurt altíð verið betri,
men eg haldi, at vit eru kom-
nir langan veg frá tí felagið
varð stovnað. Eitt nú er
kloakkskipanin gjørd heilt
av nýggjum. Eisini hava vit
fingið eitt ógvuliga gott
samstarv við bæði býráðið,
havnanevndina og Tórshavn-
ar Havn, sigur Kartni Olsen,
formaður í Tórshavnar Báta-
felag.