týsdagur 24. juli 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
'
heilsan
Jan Müller, blaðstjóri
Ó
lavsøkan, okkara tjóðhátíð, er meira enn nakað
annað tað, sum vit føroyingar eru felags um.
Vit eru jú sum flest onnur fólk ósamd um stórar
samfelagsspurningar – óneyðugt er at nevna dømi.
Hetta er einki løgið, men heldur er tað tvørturímóti
ein natúrligur partur av hesum at vera eitt fólkaræði.
Í fólkaræðisligum samfelag er tað legalt at vera
ósamdur og at hava ymsar áskoðanir. Í fólkaræðis
ligum samfelag er tað bæði loyvt og gagnligt at
vera ósamdur við stjórn og valdsbygnaðin. Virðing
fyri teimum, ið ikki meina tað sama, sum ein sjálvur
meinar, er eitt grundleggjandi eyðkenni fyri sunt
og vælvirkandi fólkaræði. Eitt annað eyðkenni er
rætturin til orðaskifti um allar hugsandi spurningar í
samfelagnum. Hesi viðurskifti vekja mangan undran
hjá fólki, sum búgva í einaræðislondum, har tað ikki
verður tolt, at borgarin er ósamdur við stjórnarvaldið.
M
en júst hesi eyðkenni við fólkaræðinum hava
sum fortreyt, at tað eru nøkur mentanarlig og
politisk kjarnuøki ella virði, sum tann demokratiska
tjóðin er felags um. Tað eiga at vera nøkur viðurskifti,
sum savna og sum tryggja samanhangsmegi og
samhaldsfesti í tjóðini. Vit hugsa her um eitt nú mál,
søgu og mentan og felags virði sum heild, ella við
øðrum orðum alt tað, ið eitt nú vit føroyingar eru felags
um. Tað er í hesum sambandi, at ólavsøkan hevur
sín ómetaliga stóra týdning. Sum tjóðhátíð okkara er
hendan hátíð meira enn nakað annað tað, sum savnar
okkum føroyingar, og sum fær okkum øll at kenna
okkum sum eina tjóð við felags minnum og felags
mentan.
T
ann týdningur, ið ólavsøkan hevur fyri føroyskan
samleika, kann ikki yvirmetast. Á ólavsøku
verða vit mint á, at vit eiga eitt av heimsins elstu
lóggávutingum. Føroya løgting er sum stovnur eldri
enn øll lóggávuting í Norðurlondum, og tað er eldri enn
flestu ting í Europa, ja løgtingið er eldri enn sjálvt “the
mother of parliaments”, bretska parlamentið.
Fólkaræði er sostatt ein íbúgvandi partur av okkara
mentan og søgu – lat so vera, at tað til tíðir ikki hevur
lokið øll nútímans krøv til demokratiskar skipanir og
kanska enn haltar eitt sindur viðhvørt. Men tað er so
har, og hevur altíð verið har. Hesum eiga vit øll at vera
stolt av.
T
að eru tí allar góðar orsøkir hjá okkum føroyingum
at vera góð við ólavsøkuna, og vit eiga øll at gera
okkara besta til, at tjóðhátíðin verður hildin við størst
møguligum sóma. Hetta merkir ikki, at vit ikki skulu
stuttleika okkum og halda okkum at gaman. Men vit
eiga ongantíð í øllum ólavsøkumeldrinum at gloyma,
hvat henda hátíð stendur fyri. Hon er okkara tjóðhátíð,
hvørs røtur røkka heilt aftur til landnámstíðina.
Landnámsmenn hildu ting og keypstevnu í Tórshavn á
hásumri. Føroyingar vóru heidnir og dyrkaðu Óðin og
Tór, og varð tingstaður teirra nevndur eftir Tóragudi.
Tá okkara forfedrar tóku við kristnari trúgv, og norski
kongurin Ólavur Haraldsson gjørdist teirra best
umtókta halgimenni, ja, so hóskaði tað væl at gera
deyðadag hansara til dagin, tá tingið varð sett og
annars at leggja alt tað virksemi til gaman og álvara,
sum hevði verið knýtt at heidnu summarstevnuni til
hendan dag, tann 29. juli.
Ó
lavsøkan er sostatt nær knýtt at okkara politisku
søgu, mentan, átrúnaði og samleika. Ólavsøkan
í ár fær heilt serstakan súmbolskan týdning við tað,
at ólavsøkudag verður Fólkakirkjan føroysk burturav.
Við hesi gleðiligu hending fær tjóðhátíðin enn størri
ímyndaligan týdning fyri føroyskan samleika.
S
osialurin og Miðlahúsið ynskja øllum føroyingum
góða ólavsøku!
Tað, sum vit eru
felags um
- vit vita
SMS
35 35 35
169,-
GOOD GIRL GONE BAD
RIHANNA
169,-
TA-DAH
SCISSOR SISTERS
169,-
HIGHWAY TO HELL
AC/DC
169,-
LIFE IN CARTOON MOTION
MIKA
169,-
VIVA LA REPUBLICA
200
169,-
POPPKORN
169,-
VÆLFERÐARVÍSUR
KÁRI P
SÓL OG REGN
STANLEY SAMUELSEN
169,-
GÓÐA ÓLAVSØKU
HEITT & FEITT
Mynd: Sunva Ey. Lassen