týsdagur 24. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Hýruvognsstøðirnar fyrireika
seg eisini til ólavsøkuna.
Fólk skulu setast at passa
telefonir og kioskirnar, eins
og bilførararnir sjálvir eisini
fyrireika seg væl, siga Gunnleif
Danielsen og Tummas Pauli
Thomsen, sum koyra frá hvør
síni støð í høvuðsstaðnum
Hýruvognar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hýruvognarnir eru ein partur av ólav
søkuni, sum vit ikki kunnu vera fyri
uttan. Bæði fyri hýruvognsførararnar og
hjá teimum mongu, sum gera nýtslu av
hýruvognunum.
Hæddarpunktini hjá hýruvognsfør
arunum eru umframt ólavsøkuna eisini
desember mánaði og fyrst í mai, tá fólk
fáa feriupengar.
Vit hava hitt tveir hýruvognseigarar
í Havn, sum koyra á hvør síni bilstøð:
Gunnleif Danielsen frá bilstøðini Auto,
og Tummas Paula Thomsen frá bilstøðini
Bil Mini Taxi.
Báðir hava teir koyrt hýruvogn í
nøkur ár. Gunnleif er annars útbúgvin
møbilsnikkari. Í umleið 20 ár var
hann ein teirra, sum rak bussar hjá
Bussleiðini í Tórshavnar kommunu, og
Tummas Pauli er útbúgvin prentari og
arbeiddi í yvir 30 ár á Sosialinum.
Vit spurdu teir, hvussu bilførarar
og støðirnar annars fyrireika seg til
ólavsøkuna.
Bæði Bil Mini Taxi og Auto fyrireika
seg til ólavsøkuna við at seta eykafólk
inn at passa telefonirnar og kioskirnar.
Teir siga, at hæddarpunktini hjá
hýruvognsførarunum eru umframt
ólavsøkuna eisini desember mánaði og
fyrst í mai, tá fólk fáa feriupengar. Fyri
at fáa sum mest burtur úr ólavsøkuni,
eru sum oftast tveir bilførarar á hvørjum
bili, sum skiftast um at koyra, soleiðis
at bilurin er í drift alla tíðina. Tí hevur
tað stóran týdning at kekka bilin frá A
til Z, áðrenn ólavsøkukoyringin byrjar,
so einki óneyðugt stingur seg upp undir
koyringini. Eitt nú er tað ein fyrimunur at
hava góð dekk, so sleppast kann undan
punkteringum, tí nógv glas er á vegnum.
Teir siga báðir, at fólk sum heild eru
hampilig, og tað er sera sjaldan, at teir
hava trupulleikar við fullum fólki. Tað er
bara at duga at tosa tey til rættis.
Um kappingina millum støðirnar siga
Gunnleif og Tummas Pauli, at sjálvandi
kappast støðirnar um at geva kundunum
best møguliga tænastu, men annars
hava báðar støðirnar sínar egnu føstu
kundar.
Veðrið hevur sjálvandi eisini týdning
fyri, hvussu nógv er at gera. Um tað t.d.
fer at regna, og øll skulu hava fatur á
hýruvogni í senn, eru ikki altíð nokk av
hýruvognum í býnum til at nøkta tørvin.
Dýrur frensur
Bilførarar uppliva mangt og hvat, og
uppgávurnar kunnu vera sera ymiskar.
Gunnleif sigur frá eini hending, tá hann
varð leigaður ein túr til Kollafjarðar
eftir einum manni úr Norðoyggjum, ið
var uppsteðgaður við bili sínum á veg
til Havnar til djóralækna við frensinum,
sum varð vorðin sjúkur.
Teir koyra til djóralæknan í Havn, har
frensurin verður doyvdur og viðgjørdur.
Meðan teir bíða, bjóðar maðurin
Gunnleifi við sær at eta døgurða á
eini matstovu í býnum. Teir avtala
eisini við Brandstøðina, um at fáa tann
uppsteðgaða bilin koyrdan á verkstað á
Kambsdali.
Tá djóralæknin er liðugur at viðgera
frensin, verður hann heintaður, og Gunn
leif koyrir teir báðar til bilverkstaðið
á Kambsdali, har maðurin fær at vita,
at tann uppsteðgaði bilurin var ikki
klárur. So teir víðari til Leirvíkar. Hetta
var áðrenn koyrast kundi gjøgnum
Norðoyatunnilin.
Tá maðurin stendur á kajuni í Leirvík
við frensinum í hondini, heldur hann
fyri ”Um eg fari umborð við frensinum,
verið eg hildin fyri gjøldur” og spyr
um Gunnleif, um hann kann koma við
bilinum yvirum. Teir so gera. Gunnleif
var aftur í Havn um fimmtíðina
seinnapart. Túrurin byrjaði um 9tíðina
um morgunin.
Gunnleif sigur, at hetta var ein dýrur
frensur. Umframt vanligu útreiðslurnar
við Dúgvuni og koyring til Havnar, mátti
maðurin gjalda fyri hýruvogn í ein heilan
dag og flutning av uppsteðgaða bilinum
til Kambsdal og verkstaðsrokningina
fyri bilin. Bara hýruvognurin kostaði um
3.000 krónur.
Á ólavsøku hava hýruvognsførararnir
loyvi at hækka takstin við upp til 25
prosentum, sama er galdandi aðrar
tíðir sum t.d. annað jólakvøld og
nýggjársaftan, siga Gunnleif og Tummas
Pauli, sum báðir ætla sær at koyra ein
stóran part av ólavsøkuni og ynskja
øllum gestunum eina góða ólavsøku.
Ólavsøkan er hæddarpunktið
Gunnleif Danielsen frá bilstøðini Auto og Tummas Pauli Thomsen frá bilstøðini Bil Mini Taxi
Mynd: Sunva Ey. Lassen