Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Er tað nakar, sum ikki fær stundir at halda ólavsøku, er tað løgtingsformaðurin, og tjóðarhátíðin í ár verður serliga strævin Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ólavsøkan er hátíðin, tá ið tey allarflestu kunnu taka sær av øllum og taka lut í tí, hon hevur at bjóða til gamans og álvara, alt eftir, sum hugurin er til. Men tað eru sjálvandi summi, sum mugu arbeiða, fyri at fjøldin kann stuttleika og hugna sær. Og so er nøkur heilt fá, sum eru bein­ leiðis lógarbundin at vera til arbeiðis á ólavsøku. Ein í hesum úrvalda skara, sum skal vera til arbeiðis á ólavsøku, er løgtingsformaðurin, Edmund Joensen. Eftir lógini skal hann vera fúsur at fara til verka ólavsøkumorgun. Tað er løgtingsformaðurin, sum fyriskipar skrúðgongu úr tinghúsinum, oman í Dómkirkjuna til gudstænastu og síðani niðan aftur í Løgtingið eftir kirkjugongdina. Hóast tað er hann, sum skipar fyri skrúðgonguni, er hon løgd í fastar karmar, so tað verður sami fram­ ferðarháttur sum árini frammanundan. Fremstir ganga løgtingsformaðurin, løgmaður og bispur. Aftan fyri teir ganga so embætisfólk, prestar og landsstýrisfólk. Hinvegin eiga løgtingslimir pláss í skrúðgonguni eftir tign og, hvussu leingi teir hava siti á tingi. Sostatt ganga tey, sum hava sitið stytst á tingi, aftast í skrúðgonguni. Tað stendur eisini beinleiðis í lógini, at Løgtingið skal setast ólavsøkudag og tað stendur enntá, at tað skal vera klokkan 13, so har er ongin vegur uttanum. Tá skal løgtingsformaðurin sjálvandi eisini vera til staðar. Undir vanligum umstøðum er Løgtingið ikki til arbeiðis sunnudagar. Men tað er eitt einasta undantak, og tað er, tá ið ólavsøkudagur er sunnudag, tí tá skal Løgtingið setast undir øllum umstøðum. Og tað verður sjálvsagt ongin broyting í ár, hóast ólavsøkudagur er sunnudagur. Nógv um oyruni Annars hevur løgtingsformaðurin serliga nógv um oyruni í ár. – Ólavsøkan í ár verður serliga stræv­ in, tí hátíðarhaldið hesaferð verður ein marknasteinur í føroyskum politikki upp á meiri enn ein máta. Tann størsta broytingin er sjálvandi tann, at á ólavsøku í ár verður Fólka­ kirkjan formliga yvirtikin sum føroyskt sermál, og hetta verður sostatt eisini fyrstu ferð, at vit halda ólavsøkuguds­ tænastu í eini føroyskari kirkju. Kortini væntar løgtingsformaðurin ikki, at tað fer at merkjast á nakran hátt, at kirkjan hevur skift tjóðskap. Men tað verða ymisk hátíðarhald í sambandi við yvirtøkuna, har hann skal vera við. Ein onnur broyting er, at á ólav­ søku í ár er nýggja løgtingshúsið endaliga liðugt, við tað, at nú kann umsitingarbygningurin eisini takast í brúk. Eftir tingfundin ólavsøkudag fer løgmaður at vísa tinglimum runt í nýggja húsinum og at bjóða teimum okkurt lætt undir tonnina í nýggju matstovuni. Men tað verður eisini ein heilt serlig hending á ólavsøku í ár, og tað er, at vit fáa vitjan av formansskapinum í danska Fólkatinginum, og løgtingsformaðurin skal eisini vera vertur hjá teimum. Formansskapurin í Løgtinginum er í Danmark annaðhvørt ár og for­ mansskapurin í Fólkatinginum er í Føroyum annaðhvørt ár. – Formansskapurin í Fólkatinginum hevur leingi viljað sloppið at uppliva ólavsøkuna, og í ár verður tað. Tað verður nakað heilt serligt hjá teimum, ikki minst nú kirkjan skal yvirtakast á ólavsøku. Tey verða eini 15 fólk í ferðalagnum og tey koma higar til lands ólavsøku­ morgun og fara avstað aftur mánadagin eftir ólavsøku. Einaferð áður hevur formansskapurin hjá Fólkatinginum verið í Føroyum á ólavsøku, og tað var í 2002, tá ið vit hátíðarhildu 150 ára dagin fyri at Hevur nógv um oyruni á óla Hesar dagarnar upp undir eina strævna ólavsøku, hevur Edmund Joensen verið heima norðuri á Oyri, har hann hevur løtt battaríini undir meiri óformligum umstøðum