Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað verður eitt lívligt heyst. Edmund Joensen, løgtingsformaður, ivast ikki í, at tá ið hann setir Løgtingið ólavsøkudag, verður tað eisini byrjanin til eitt heitt, politiskt heyst. Løgtingsval skal verða í seinasta lagi 19. januar og vit vita øll, hvussu tað plagar at vera uppundir val, sigur hann. – Uppundir Løgtingsval hava politik­ arar, sum vilja veljast aftur, eitt serligt lyndi til at verða gávumildir. Hann heldur, at er búskapurin heitur sum nú, økist vandin sostatt fyri, at hann fer at hitna uppaftur meir, nú løgtingslimir uttan iva fara at verða serliga rummiskir, nú teir brynja seg til valstríð. Eitt tað mest týðandi málið, sum Løgtingið skal avgreiða í heyst, verður sjálvandi fíggjarlógin fyri 2007. Men hann heldur, at við vali beint fyri framman, verður tað ikki lætt at fáa eina skilagóða fíggjarlóg í hús, sum hann málber seg. Tað hevði kanska verið frægast at havt løgtingsvalið í heyst, so at vit sluppu undan ov nógvum útgjaringum í valfepuri? – Í hesum spurninginum fari eg at halda meg til, at løgmaður hevur boðað frá, og tað er, at løgtingsvalið skal vera 19. januar. Nógvir spurningar Annars væntar løgtingsformaðurin, at hetta seinasta hálvárið av valskeiðnum fer at vera merkt av nógvum fyrispurn­ ingum til løgmann og landsstýrismenn um alskyns viðurskifti. Serliga ivast hann ikki í, at landsstýrið fer at fáa nógvar fyrispurningar um einskiljingina av Føroya Banka. Hann væntar eisini, at nógv uppskot fara at verða løgd fyri Løgtingið. Yvirhøvur heldur hann, at hendan fyrsta, stóra einskiljingin, fer at seta sín dám á hetta síðsta hálvárið. Eitt nú hevur Tórbjørn Jacobsen skotið upp at seta eina nevnd við løgtingslimum at venda hvørjum steini í samband við einskiljingina og at lýsa hana út í æsir. Hetta slagið av nevndum kallast grein 19 nevndir. – Tað stendur ikki til mín at avgera, um vit skulu hava eina grein 19 nevnd at endavenda bankamálinum, tað má løgtingið avgera, sigur hann. Men hann vísir á, at vit hava einaferð fyrr havt eina grein 19 nevnd. Tað var ein nevnd við umboðum úr øllum flokkum, sum varð sett at kanna tey umstríddu áttatiárini. Og tað var eitt arbeiði, sum tók fleiri ár, so tað er ikki altíð løtuverk at hava grein 19 nevndir til arbeiðis. Men hann ivast heldur ikki í, at løg­ tingslimir fara at seta nógvar spurningar um Visjón 2015, um limaskap í EFTA og um ES. Nógvar áheitanir Eitt tað mest umstrídda málið, sum Løgtingið fer at arbeiða við í heyst, verður uttan iva uppskotið, sum løg­ tingsformaðurin sjálvur fer at leggja fram um at gera Føroyar til eitt valdømi. Og tað heldur hann fast við, at hann fer at leggja fram. Hann sigur, at av tí, at málið er so umstrítt, er tað ongin landsstýrismaður og ongin flokkur, sum klárar at leggja fram. – Tí havi eg kallað flokkarnar saman og boðað teimum frá, at fái eg nóg greiðar ábendingar um, at tað er rætt at leggja málið fyri Løgtingið, skal eg, sum Løgtingsformaður, átaka mær at gera tað. – Og tað havi eg fingið. Hann sigur, at hann hevur eisini avstemmað tað við løgmann. Men, hvat liggur í hesum, vil hann ikki nágreina. Hann sigur eisini, at hann hevur fingið nógvar áheitanir um at gera tað. Løgtingsformaðurin vísir á, at hetta er eitt yvirskipað mál fyri Løgtingið. Men nú verður tað so lagt fram, og so sleppa løgtingslimir at avkvøða, sum teir vilja. Men hann staðfestir eisini, at hann hevur ikki vissað sær undirtøku fyri tí, áðrenn hann leggur tað fram. Summir tinglimir hava havt hug til at gera hetta til eitt samgongumál, og at samgongan kemur í vanda, verður uppskotið lagt fram. Men tað dugir Edmund Joensen ikki at ímynda sær. – Hetta er eitt yvirkipað mál, ið eg sum løgtingsformaður havi átikið mær at leggja fram, so at Løgtingið fær høvi at taka støðu til tað. Hetta er sostatt ikki fyri nakran einstakan flokk ella tinglim, so at hetta skal sprongja samgonguna, kann eg ikki hugsa mær. Hann sigur eisini, at tað er av tilvild, at málið verður lagt fram nú, valskeiðið er um at enda. Tað stendur í samgonguskjalinum, at valskipanin skal endurskoðast. Men tað er samgongan ikki komin til, so skal tað verða, skal tað vera nú, sigur hann. avsøku Hetta verður eitt lívligt heyst Tá ið Edmund Joensen slær hamaran í borðið og setir Løgtingið klokkan 13 ólavsøkudag, verður tað startskotið til eitt lívligt heyst. Valár er, og er búskapurin heitur, er vandi fyri at hann verður enn heitari, tí uppundir val hava politikarar lyndi til at vera serliga gávumildir, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður Løgtingið varð endurstovnað. Eftir tingfundin skal Edmund Joensen eisini við donsku gestunum í Norðurlandahúsið til eina máltíð, og um kvøldið verður døgverði, sum løgmaður og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, bjóða til í stásiligu hølunum hjá Føroya Tele í sambandi við, at kirkjan er yvirtikin. Men donsku gestirnir fáa eisini høvi at uppliva ólavsøkuna, vilja teir tað. – Er áhugi fyri tí, fara vit at skipa so fyri, at teir sleppa at síggja kappróður og at uppliva tann heilt sermerkta midnáttarsangin. Kanska verður høvi til okkurt annað eisini. Fyri at síggja eitt sindur av landinum, er eisini ætlanin at fara útferð norðureftir til Klaksvíkar og Kunoyar. – Sostatt fer øll mín ólavsøka við arbeiði. Mín uppgáva verður at tryggja, at alt riggar, sum tað skal, og at fara væl við okkara útlendsku gestum. – Av tí sama verður ikki nógvar stundir til stuttleika á hesi ólavsøkuni. Tað má bíða til eina aðru ferð, sigur Edmund Joensen..... Løgtingsformaðurin væntar, at løgtings­ limir fara at vera serstakliga blíðir og rummiskir í heyst Mynd: Sunva Ey. Lassen