týsdagur 24. juli 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
ÓLAVSØKULIST
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Ólavsøkuframsýningin er ein institutión
í føroyska listakalendaranum og í
ólavsøkuskránni. Men í ár verður nýtt
lív sprænt inn í hesa heldur stirvnu
siðvenju.
Slóarblóð er bleyta kjarnan í hørðu
hornunum á veðri. Veðrurin er ímyndin
av føroyskari mentan, men um harða
fasadan skal vaksa og mennast, skal
livandi, flótandi blóð til.
Listafelagið hevur í ár valt at lata tveir
ungar menn skipa fyri listafrámsýningini
á ólavsøku. Og hesir ætla at umskapa
Listaskálan til eina blóðreyða heildar
uppliving av tí ungu, livandi listini.
21 ára gamli Jóannes Lamhauge
hevði sína fyrstu einstaklingaframsýning
sum 13 ára gamal. Hann er kanska
best kendur sum høvðussangarin í
Dreymakotinum, men málningalistin
liggur ovast á raðfestingarlistanum.
Heiðrikur á Heygum, sum er 23 ára
gamal, luttók á Ólavsøkuframsýning,
tá hann var tólv. Í dag lesur hann film í
London, men er eisini mest upptikin av
málningalist.
Sambært nýggju fyrireikarunum tørvar
Ólavsøkuframsýningini eitt facelift.
– Nógv gott hevur verið við, men tað
hevur verið ov blandað, og gáttin hevur
verið ov lág. Tí hava tað eisini verið ov
fá vitjandi, og ummælini hava heldur
ikki verið góð.
Men í ár skal tað vera øðrvísi, siga
teir báðir.
Fyrsta krav til ársins listafólk, er at tey
skulu vera millum 18 og 30 ára gomul.
– Hetta er fyri tað mesta ókend
listafólk. Ongin kennir tey, men vit eru
ótrúliga hugtiknir av dygdini í tí, sum vit
hava sæð. Tey, sum duga, duga ótrúliga
væl, sigur Heiðrikur á Heygum.
– Og vit eru sera stoltir av at vera við
til at fáa hetta ættarliðið fram í ljósið,
staðfestir Jóannes Lamhauge.
Tær ósøgdu søgurnar
Føroysk málningalist hevur verið
sermerkt av føroyska landslagnum. Og
hóast føroyska listin hevur havt sínar
útbrótarar, so halda ungu fyrireikarnir
av Slóarblóð, at henda tunga føroyska
siðvenjan køvir allar hinar søgurnar.
– Tað eru so nógvar søgur, sum ikki
verða fortaldar í føroyskari málningalist.
Vit hava læst okkum føst í, at ein
málningur er hav, hús, fjøll og luft. Er
tað okkurt annað, so er tað ikki ein
ordiligur málningur, sigur Heiðrikur á
Heygum.
Samfelagið hevur broytt seg ótrúliga
nógv hesi seinastu árini. Hetta
endurspeglast sjálvandi í listini. Men
hugmyndin av føroyskari list hevur ikki
flutt seg. Vit knýta framvegis hugtakið
list saman við serliga expressionistiskari
landslagslist, sigur Jóannes Lamhauge.
– Tað stuttliga er, at innsendu verkini
vísa eitt týðiligt nýtt rák í føroyskari list,
sigur Heiðrikur.
Ofta verður sagt, at rákið í føroyskari
list altíð liggur eitt sindur forskotið í
mun til list aðrastaðni, men í hesum
førinum halda Jóannes Lamhauge
og Heiðrikur á Heygum, at føroyska
rákið liggur sera tætt upp at rákinum í
europeisku stórbýunum.
Tey ungu listafólkini liva eitt ótrúliga
globaliserað lív. Sjálvt tey, sum ikki
ferðast nógv, hava allan heimin beint
við hondina við sjónvarpsrásum og
interneti. Og føroyska samfelagið er
í dag eitt samansett samfelag, sigur
Heiðrikur á Heygum.
– Nýggja tøknin setur nýggjar
etiskar spurningar, sum listafólk mugu
taka støðu til. Samstundis verða vit
bombarderað við reklamum og øllum
teimum hugasambondum, sum liggja í
teimum. Listin í dag er tí nógva meira
in your face, enn hon var fyrr, sigur ungi
havnarmaðurin.
Avbjóðandi dygd
Slóarblóð er ein uppgerð við deyða
siðvenju og eina hálovan av spruttandi,
livandi ungdómi. Men Jóannes Lam
hauge og Heiðrikur á Heygum leggja dent
á, at teir undir ongum umstøðum vilja
slaka, tá umræður góðsku.
– Vit eru professionellir, og vit ganga
inn fyri professionalismu. Eg haldi, at
Listafelagið vísir okkum fult álit, tí tey
síggja, at vit ganga høgt upp í góðsku,
og vit gera okkara arbeiði til lítar, sigur
Heiðrikur á Heygum.
Jóannes Lamhauge leggur dent á, at
tað tekniska skal vera í lagi. Listin skal
hava eina góða dygd og høgan standard.
Men hon skal eisini vilja nakað, sigur
Jóannes Lamhauge.
– List er samskifti, og góð list hevur
okkurt upp á hjarta. Hon vil siga okkurt,
og hon ynskir at ávirka hyggjaran.
Heiðrikur á Heygum sigur, at besta
ummæli, hann nakrantíð hevur fingið,
var einaferð mamma hansara hevði
verið í brúdleyp. Í brúdleypinum, hoyrdi
mamman tvey fólk í brúdleypinum tosa
saman um eina framsýning, sum sonur
hennara var við í. Uttan at vita, at hon er
mamma listamannin, tosa tey um eina
løgna mynd við fiski og blóði. Niðurstøða
teirra var, at framsýningin var góð, men
handan eina myndin var ov løgin.
– Einasti málningur, tey nevndu, var
mín. Hitt var pent, men mín málningur
sat eftir. Og tað er júst tað eg vil, sigur
Heiðrikur á Heygum.
Jóannes Lamhauge slær fast,
at veruliga listin liggur í rúminum
millum løriftið og áskoðaran. Listin
skal provokera fólk til at hugsa um,
hvat list er. Einaferð hevði hann eina
listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har
allar myndirnar ímyndaðu pissilingar.
– Eldri fólk komu inn í Smiðjuna at
keypa sær eina mynd. Tá tey komu
inn, stúrsaðu tey við, og so skundaðu
tey sær út ígjøgnum dyrnar aftur. Eg
seldi heldur ikki so nógv, sigur hann
flennandi.
– Eina aðru ferð hevði eg eina fram
sýning bara við málningum, sum eg
visti, fóru at selja væl, og eg fekk rætt.
Tað er stuttligt at eksperimentera við
samskiftinum soleiðis.
Stuðul heldur enn siðvenju
Jóannes Lamhauge og Heiðrikur á
Heygum siga, at grundin til Slóarblóð
varð løgd í Heinesens Húsi, har Bent
Bruun av sínum eintingum byrjaði at
samla børn og ung at mála. Fleiri av
fremstu fólkunum á Slóarblóð eru komin
úr hansara reiðri.
– Eg veit ikki, um eg yvirhøvur hevði
málað, hevði eg ikki verið undir hansara
veingjum fyrst, sigur Heiðrikur á
Heygum.
– Tað, sum var so ótrúliga gott við
Bent Bruun, var, at vit fingu loyvi til alt.
Vit lærdu av egnum feilum, og vit sluppu
at leita okkum fram til okkara egna
útrykk, staðfestir Heiðrikur á Heygum.
Jóannes Lamhauge og Heiðrikur á
Heygum halda báðir, at Bent Bruun ikki
hevur fingið ta viðurkenning, sum hann
hevur uppiborið fyri sítt megnararbeiði.
– Bent Bruun rættaði okkum ongantíð,
hann gav okkum nógvan íblástur og vísti
okkum nógva list. Men hann legði ikki
eina ávísa siðvenju niður í okkum, siga
teir báðir, sum kanska sjálvir eru góð
dømir um, at tey ungu hjá Bent Bruun
fingu loyvi at ganga egnar leiðir.
– Vit eru sera ymiskir, sigur Heiðrikur
á Heygum.
Jóannes Lamhauge málar mest gomul
fólk og roynir at taka støðu til stórar
filosofiskar spurningar, meðan Heiðrikur
á Heygum heldur seg til børn, djór og
tað naiva og ólogiska.
– Men vit hava neosurrealismuna
til felags. Og innsendu verkini vísa,
at hetta rákið er gjøgnumgangandi í
nógvari ungari list.
Jóannes Lamhauge og Heiðrikur á
Heygum hava ongar ætlanir um, at
Slóarblóð skal verða eitt afturvendandi
tiltak. Men teir vænta, at framsýningin
verður ein varði í føroyskari listasøgu.
Henda framsýningin er so øðrvísi,
at hon kann ikki annað enn seta spor
í søguna, halda teir. Slóarblóð fær
veðrahorn at vaksa. Kanska henda
framsýningin setur eitt veðrahorn eftir
seg.
Tá listin livir og ávirkar
– List skal vilja nakað, og hon skal flyta bæði seg sjálva og onnur. Hetta
halda ungu, framfýsnu fyrireikarnir av ársins ólavsøkuframsýning, sum
ikki eitur Ólavsøkuframsýningin, men Slóarblóð