Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 KLUMMA Gunn W. Reinert R udda húsið, check! Chips og sodavatn, check! Nýtt outfit, check! Niðan í Rúsuna, check! So var hon her aftur. Ólavsøkan hjá okkum. Tjóðardagurin av teimum øllum. Men so skeg, sum hon er, so luktar tað eitt sindur av »vit halda jól, tí tá fáa vit pakkar«. Altso, rættið meg, um eg fari heilt skeiv, men sum eg havi skilt tað, so halda vit ólavsøku, tí vit heiðra hetta norska halgimennið of some sort - í tveir heilar dagar. Tað var hesin her, sum partú skuldi lata Føroyar blíva kristnaðar, tí vit hoyrdu undir Norra. Ja, tad kann jú alt samalt vera fínasta slag, so leingi man líkasum sjálvur vil tað. Men tað vildu vit líkasum ikki sum teir villbassarnir, vit tá vóru. Vit blivu tvungin við makt at uppgeva okkara trúgv og vald sum ogn undir tí norska flagginum. Hmm. Og nú kann man so siga fjúúúski fyri at vit blivu kristin og fornuftigt kunnu liva víðari, men um tað hevði verið í dag? Eg meini bara so við. Gud viti hvussu nógv brøv Høgni Hoydal’sa forfedrar hava sent yvir til tað norska landsstýrið um at lora Merkið niður frá hasari norsku flaggstongini. Og samstundis er tað allíkavæl ein ultimus føroysk høgtíð. Man skal brúka 7-8 tímar at lata alla familjuna í tað fínasta pussið av føroyskum klæðum og so at sjabba Havnina upp og niður og vísa seg fram og siga, at tey í hvussu so er eru fín. Eitt sindur soleiðis. Eitt er at lata meg sjálvan í alt hetta her (ok, eg bestilli hjálp frá samtligu kvinnuligu familjulimum, men eg eri eisini so ómøgulig), tað er so tað, men eg nokti at liggja í sveittabroti við barnavogni og candy floss sum tað heila og einum manni vid trimum slask-beinum, reyðari nøs og promillu-anda til at sanera alt Buchwald aftast til at halda øllum ballónunum. Og sjálvandi við fløskuni liggjandi í barnavogninum. So skeg, sum tað er at hyggja eftir, so er tað virkiliga ikki mín candy floss-farvaði framtíðardreymur. Men spyr meg líka aftur um 10 ár, almennu líkindini siga eitt sindur øvugt. Ein norsk høgtíð. Í Føroyum. At feira, at vit blivu yvirtiknar. At vit ikki sluppu at hava okkara trúgv. Ella er tað tí, at vit fingu okkara røttu trúgv? Hmm. Men jaja, eg má siga sum onkur herbeint, at eg fari í koma, tá tað kemur til søgulig fakta. Ella hvussu so er tá tað er við kongum og árstølum. Eg skilji Vestanstevnu. Og Norðoya- stevnu og Ovastevnu. Eg skilji ikki Varmakeldu, og eg veit ikki, hvør Jóan var, ella hví hann eisini hevur eina »søku«, men tað er egentliga rættiliga flunkandi líka mikið, tá tað kemur til tann føroyska stevnuhugburðin. Um tað so var ein Pòl ella Jaspur ella kong Ludvík XIV, bara hann eitur Ballfallera til eftirnavn, so skal hann vera vælkomin at hava eina »søku«. Og so eru tey føroysku klæðini eisini so øgiliga pen. Góða Ólavsøku Ordans tjóðarhøgtíð J.C. Svabosgøta 10 • 100 Tórshavn • Tel: 317400 • Faks: 317440 Vit Ynskja øllum eina góða ólavsøku B L Ó M U H A N D I L I N Vitjið Miðlahúsið á ólavsøku Mynd: Sunva Ey. Lassen