týsdagur 24. juli 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
ALDURDÓMUR
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Vit vóru um dagarnar inni hjá Andreas
Djurhuus, vanliga kallaður Diurin,
sum er ættaður úr Porkeri, men hevur
búð í Havn í mong ár. Diurin er føddur
22.januar 1909, og hetta merkir, at hann
nú er nærri teimum 99 árunum enn 98.
Men tað merkist ikki nógv til aldur. Hann
hevur koyrt bil til fyri kortum. Eyguni
eru góð og millum annað lesur hann við
áhuga Miðvikuna í Sosialinum.
Hann arbeiðir eisini uttandura. Hann
hevur júst málað stakittið og er eisini í
havanum, sum hann heldur væl.
Diurin er sonur Olavus úr Skemmuni
og Elsebeth Súsannu av Nesi í Porkeri,
sum nú er Nes í Vági.
Pápin hevði handil, men hann var
eisini til skips, og tá passaðu móðir og
systir Diin handilin. Olavus handlaði
fyrst Jaspur á Løghamri í Vági, og síðan
fyri seg sjálvan. Ein handil var ikki bert
ein handil. Hann tók eisini móti fiski.
Handlarnir í Porkeri tóku nógvan saltfisk
til turkingar, sum gav nógv arbeiði í
bygdini.
Diurin hevur upplivað stórt sæð
alla menning í landinum. Telefon var
tó í Porkeri fyrst hann minnist. Men
vegur var eingin. Hann minnist væl, tá
ið vegasamband kom til Vágs, og tað
var ikki fyrr enn langt seinni, at vegur
kom til Tvøroyrar. Tí minnist hann eisini
fyrsta bilin, sum kom í bygdina, og var
hetta ein lastbilur hjá Dias av Heyggi,
sum var kendur reiðari í Vági, men sum
var ættaður úr Porkeri. Diurin minnist,
hvussu maður fór av húsi at síggja hetta
undur.
Diurin minnist eisini fyrsta heimsbar
daga 19141918, har tann mest ítøkiliga
avleiðingin fyri gerandisdagin var, at tað
gjørdist neyðugt at fara at dyrka korn
og at fáa kornið til mjøl. Tá vóru fleiri
sornhús í Porkeri.
Eitt annað minni frá hesum tíð er eitt
norskt skip, sum sakk, og manningin róði
til Porkeris. Við sær høvdu teir eisini
skipshundin, Pam, sum var verandi í
Porkeri.
Nógvar vanlukkur
Hetta var eisini ein tíð, tá stórar
vanlukkur hendu á sjónum, sum raktu
meint, eisini í Porkeri. Í 1910 fórst
Norðstjørnan úti á Bankanum við 11
monnum. Av hesum vóru 9 porkeningar,
har nógvir vóru í ætt, og í 1914 fórst
Robert Miller. Hon fór av Havnini 13.
Mars. Hon skuldi undir Føroyar og helst
á Bankan, men spurdist ikki aftur. Tað
seinasta sum varð sæð til skipið var tá
teir settu segl av Bankanum til Íslands.
Sagt verður, at 24. og 25. mars var eitt
rættiligt ódnarveður undir Íslandi og
kunnu teir vera farnir tá. Skipari var tann
bert 22 ára gamli John Danielsen. Ein
annar porkeningur við var beiggi Diin,
Petur Hans, sum bert var 15 ára gamal.
Seinni aftur eru enn fleiri porkeningar
farnir á sjónum, ikki minst undir
krígnum, tá Porkeri var ein tann harðast
rakta bygdin.
Porkeri var ein fiskimannabygd
burturav, har eisini nógvir skiparar vóru
úr Porkeri. Ein røð av húsum í bygdini
verður kallað »skipararekkjan«.
Sildabátarnir
Diurin veit væl at greiða frá teimum
sokallaðu sildabátunum, sum tað vóru
nógvir keyptir av til Føroyar og eisini til
Porkeris og Vágs. Bátarnr vóru kallaðir
soleiðis, tí teir vóru upprunaliga nýttir av
skotum til veiðu av sild við gørnum.
Olavus, pápi Diin, var við til at keypa
ein tann fyrsta sildabátin til Porkeris i
1906, Isabella Innes.
Tá ið teir vóru keyptir høvdu teir
einki lugar, bert eina stóra kahýtt.
Manningingartalið hevur helst ikki kravt
meira enn tað. Tá so skipini komu til
Føroya máttu lugar gerast. Ikki var
keypspeningurin stórur, bert kr. 900. Teir
vóru 6 partareigarar, sum settu í kr. 180
í part.
Skipini vóru ikki stór. Tey fyrstu tóku
150160 skippund, og tey seinnu nakað
meira, 200 skippund. Manningin var
eisini hareftir einir 1012 menn, og var
hetta nógv minni enn við sluppunum.
Seinni skip av hesum slagnum sum
komu til Porkeris vóru Jane & William,
Familiess Pride og Vigelant, sum
systkinabarn Diin, Petur í Skemmuni,
sum var fluttur til Vágs, átti saman
við fleiri porkeningum. Sum tað sæst
varðveittu skipini sínu upprunaligu
ensku nøvn. Tað vóru eisini fleiri
sildabátar í Vági og aðrastaðni við.
Eitt av sildaskipunum, sum gjørdist
sera kent, var Coralia, sum partur av
dramatisku hendingini við Blithsome
mitt í 30unum.
Olavus førdu Isabellu Innes tey
fyrstu 10 árini, men skipið var skotið
niður av týskum kavbáti í 1917 undir
1. heimsbardaga á Mýlingsgrunninum,
samstundis sum onnur skip vórðu
skotin niður á Bankanum. Bankin var
av týskarum lýst sum vandaøki, men
hildið verður ikki, at Isabellu Innes var
í vandaøki. Men hesin ivi kom teimum
ikki til góðar, og tí fingu teir einki frá
tryggingini. Hetta var sjálvsagt ein
smeitur, men skipið var bíligt og goldið.
Tá hetta hendi var Petur Frederik
Petersen, ættaður úr Funningi, skipari.
Teir vóru so nær landi, at teir høvdu bert
róð ein hálvan tíma, tá ið teir síggja
Munkin.
Veiddu agnið sjálvir
Teir royndu annars nógv á bankanum,
har tað var nógvur fiskur tá. Men annars
royndu teir eisini nógv undir Íslandi. Teir
royndu mest norðanfyri Langanes. Her
var lættari at fiska, tí tað var grynri vatn.
Sjálvur fór Diurin til skips 15 ára
gamal við Jane & William, sum var ein
Koyrdi bil til hann var
Sjálvt um hann nærkast
100 árum, so er Diurin
framvegis virkin á
mangan hátt. Hann
heldur urtagarðin, hevur
júst málað garð og
koyrdi til fyri kortum
Hendan bilin hevur
Diurin havt í 29 ár,
inntil hann nú er 98 ár