týsdagur 24. juli 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
98 ár
annar av sildabátunum.
Teir høvdu sildagørn við, sum teir
nýttu at veiða sild til agn. Teir plagdu
at fara inn í Íslandi at goyma sildina
í einum íshúsi hjá onkrum bónda teir
kendu, og høvdu tískil altíð fekst agn.
Viðhvørt fingu teir so mikið av sild, at
teir saltaðu uppí tunnur, sum teir kundu
hava heim við sær til húsarhaldið.
Maturin umborð var jú sera eintáttaður
við fiski og saltkjøti, so teir nýttu eisini
møguleika at keypa seyð frá bóndanum,
og fingu teir harvið eisini ein feskan
kjøtbita.
Útróður í Grønlandi
Í 1930 og 1931 var Diurin við Standard.
Skipari var Jákup við Á úr Porkeri. Hetta
var ein stór skonnart, sum porkeningar
áttu saman við manni úr Svendborg.
Hon var so stór, at 1200 skippund sóust
ikki aftur í henni.
Millum annað róðu teir út í Grønlandi
við við einum 5-6 bátum, sum fleiri
føroysk skip gjørdu tá í tíðini. Fiskaríið
var gott, men prísurin var sera vánaligur,
bert 10 oyru pundið. Hetta gav bert
einar 300 krónur í avrokning og var hetta
sera lítið í mun til veiðuna.
Standard fekk ikki langt lív lagað. Í
1934 sigldu teir á ein boða við Mána-
oyggjarnar á Norðurlandinum í Íslandi,
og skipið varð vrak. Manningin varð tó
bjargað.
Upplivdi illveðrið, tá Laura
og Immanuel fórust
Seinni var Diurin við City of Norwich,
har Gunnar Danielsen var skipari. Og
í 1932 var hann við Norðfarinum. Her
upplivdi hann tiltikna illveðrið, tá ið
Laura og Immanuel gingu burtur í 1932,
sum greitt hevur verið frá í Miðvikuni í
samband við, at 75 ár vóru liðin síðan
hesa vanlukku. Teir
høvdu verið heima og
vóru á veg aftur til
Íslands.
Øll skottini stóðu í
í lastini, og saltið var
í krubbunum í báðum
borðum. Saltið var
tveitt yvir í annað
borðið av sjógnum teir
fingu, so skipið fekk
slagsíðu. Í lastini var
ein tóm krubba, og har
stóðu allir spakarnir.
Tóma krubban var nú
fylt við salti, so fólkið
mátti fara í lastina við
tallerkum, pottalokum,
fjalum og berum hond-
um fyri at fáa skipið á
rættkjøl aftur. Skaðin
skipið fekk var so
stórur, at teir vendu við
og fóru heimaftur.
Tað kundi verið áhugavert at frætt, um
nakat annar kann vera á lívi av teimm,
sum upplivdu hetta veður.
Gjørdist handilsmaður og
reiðari
Í 1937 yvirtók Diurin handilin hjá
pápa sínum. Sama ár giftist hann
við Ragnhild, dóttir Melchior Nico-
demmusen í Skálavík. Ragnhild var
ein fróðarkvinna. Í 1979/81 bað
Óluva Skaale hana skriva søgur til
barnaútvarpið, og tað lá væl fyri. Hon
doyði í 2001, og var tá 92 ár.
Tað kann skoytast uppí, at 1937 var
eitt syrgiligt ár í Porkeri, tá einar seks
ungar konur doyðu av havhestasjúkuni.
Fleiri av teimum stóðu undir børu í senn.
Ein sum doyði var Kristianna, ættað úr
Lorvík, kona Hans Paula undir Stígnum.
Hans Pauli var burtur, og jarðarferðin
var byrjað. Á kirkjugarðinum sær fylgið
eitt skip kom inn eftir Vágsfirði. Tey
síggja, at hetta er City, sum Hans
Pauli var við. Avrátt verður at steðgað
við jarðarferðini, og tá City leggur at,
og Hans Pauli gleðir seg til at síggja
konuna taka ímóti sær, fær hann í staðin
boð um at fara beinleiðis til hennara
jarðarferð. Soleiðis var lívið eisini tá.
Diurin minnist, at Sofus Joensen úr
Leirvík, sum var ein skyldmaður hjá
Kristionnu, talaði i heiminum yvir evnið:
»Eg veit at loysnari mín livir.«
Eftir kríggið flyta tey til Vágs at búgva,
har tey eisini høvdu handil. Diurin fekst
eisini við reiðaravirksemi. Hann keypti
sluppina Selnes fyri 25.000 kr. Við
nýggjum motori og øðrum umvælingum,
kom hon tó at kosta 75.000 kr. Hann rak
hana sjálvur á snørisveiðu við Andrev
Lindarstein úr Skúvoy sum skipara. Tað
gekk heilt væl. Diurin leigaði Selnes út
til aðrar reiðarar á sild og útróður.
Í siglingarsøguni hjá Páll Nolsøe
greiðir Christian Clementsen á Sandi frá
sínum lívi til skips. Hann var fleiri ár við
Selnes, og hann sigur, at árini við Selnes
vóru góð inntøkuár eftir tátíðarlønum
at rokna. Hetta man vera stuttligt hjá
Diinum at lesa.
Men hann var eisini ein av undan-
gongumonnunum í ídnaðarfiskveiðu. Í
1971 keypti hann saman við versoninum
Viberg og pápa hansara Ansgar
Sørensen ídnaðartrolaran Norðland, og
gekk hetta væl. Kann siga av royndum,
at Diurin var ein góður reiðari.
Í 1970 flutti Ragnhild og Andreas til
Havnar, har tey bygdu sær hús úti í
Grønlandi. Fyrstu árini arbeiddi hann í
Skipshandlinum og seinni á Telefonverki-
num, har hann arbeiddi, til hann var 75 ára
gamal.
Diurin og Ragnhild fingu døturnar
Ina, Oddvør, Brynhild og Jóna. Brynhild
býr í Danmark, meðan hinar búgva í
Føroyunm. Abbabørnini eru 10, og lang-
abbabørnini eru 25.
Elsti bilførari í Føroyum?
Sum nevnt hevur Diurin havt koyrikort
inntil fyri kortum. Vit hava hoyrt um
gamlar bilførarar, men neyvan nakran
sum hevur verið í 90-unum, og avgjørt
ongan, sum hevur verið so nær teimum
100 árunum, sum Diurin er.
Diurin var tó eingin ársungi, tá ið
hann fekk koyrikort. Hetta var í 1966,
tá ið hann var 57 ára gamal. Tann bilur,
sum Diurin hevur hevur havt seinastu
29 árini, er ein Opel Kadett C, sum
var keyptur 7.juni 1978 frá bilasøluni
hjá Vilhelm Nielsen. Hann kostaði tá
50.000 krónur. Ein so gamal bilur verður
roknaður at vera ellisakfar, og tí eru
vegskattur og trygging helvtin av tí
vanliga. Men tryggingin man kortini
hava havt yvirskot av honum, tí nakar
serligur skaði hevur ikki verið.
Tað var hugaligt at fáa hetta stutta
prát við Diin. Ein maður, sum hann,
hevur upplivað nógv, so vónandi verður
høvi til at frætta frá honum seinni.
Diurin framman fyri tann vakra urtagarðin, sum hann sjálvur røkir. Hann hevur júst nú málað
stakittið
Ragnhild, kona Diin, var úr Skálavík.
Hon skrivaði søgur til Barnaútvarpið
Olavus í Skemmuni, sum var pápi Diin