týsdagur 24. juli 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
verið upptikin av; at finna sær ein maka,
og at finna útav hvørji tey eru, og hvat
tey vilja við sínum lívi. Kenslurnar er
øgiliga sterkar.
Nakað, sum er øðrvísi enn fyri kanska
tíggju árum síðani, er, at ung í dag eru
meira upplýst. Tað er tó ikki treytalest
betri fyri tey. Tey eru vitandi um eitt nú
etingarólag og finna sær skjótari hjálp.
Hinvegin kann tilveran orsakað av øktu
upplýsingini og fleiri valmøguleikum
gerast til eitt prosjekt, sum skal
eydnast. Ung kunnu av tí sama seta
størri krøv til sín sjálvan og teirra lív. Á
tann hátt kann økta upplýsingin skapa
nakað av órógv fyri ung.
Tá tað snýr seg um børn og ung, so er
ungi sálarfrøðingurin sannførd um, at
tað liggur nógv á láni í Føroyum.
– Tørvurin er stórur, og tað er so
týðningarmikið at ung kunnu fáa hjálp
beinanvegin. Terapi er broyting og ung
fólk eru longu í einari broytingarprosess,
og tískil handlar tað um at skumpa
broytingina tann rætta vegin.
Fyri øll
Viðtala hjá sálarfrøðingi er ikki ókeypis.
Ein tími kostar omanfyri sekshundrað
krónur. Tað kann vera ymiskt, hvussu
nógv hetta tykist fyri fólk. Tey vitjandi
á kontórinum hjá Súsannu, rópar hon
eisini fyri kundar.
Eg hava valt at kalla fólkini, eg
fáast við, fyri kundar. Orsøkin til hetta
er at fremsta uppgávan hjá einum
sálarfrøðingi er at síggja persónin
aftanfyri sjúkuna ella trupulleikan, og
tískil er tað ikki sjúklingar, men kundar.
Tað kann vera rættiliga ymiskt,
hvussu stórur tørvurin er hjá tí einstaka.
Okkurt er heilt skjótt at avgreiða, men
er talan um álvarsligar trupulleikar, so
verður viðgerðin sjálvandi tað longri.
Súsanna sjálv heldur tó ikki, at tað er
dýrt at leita sær hjálp og vegleiðing hjá
einum sálarfrøðingi.
– Vit mugu hugsa um, at tað kostar
samfelagnum nógvan pening í heilivági,
tá trupulleikarnar skulu loysast á
hendan hátt. Gransking vísir greitt,
at viðgerð kann minka munandi um
tørvin á heilivági t.d. eitt nú tá tað
handlar um tunglyndi. Tískil er tað
týðningarmikið aftrat heilivági at søkja
sær sálarfrøðiliga viðgerð fyri ávísir
trupulleikar.
Viðgerðin hjá Súsonnu hevur støði
í støðuni hjá tí einstaka. Hon arbeiðir
fyrst og fremst við viðtalu. Alt eftir
tørvinum hjá tí einstaka verður ein
viðgerðagongd løgd til rættis. Tað
er upp til kundan sjálvan at gera av,
hvørt hann ella hon ynskir at fylgja
teirri viðmæltu gongdini. Øll kunnu
venda sær til ein sálarfrøðing, og tað
er í allarflestu førum eisini ein haldgóð
orsøk til, at fólk seta seg í samband við
sálarfrøðing.
Súsanna Skaale er 31 ár. Hon er fødd
og uppvaksin í Havn og hevur ferðast
eitt sindur úti í heimi. Súsanna
gjørdist liðug við sálarfrøðilesnaðin
í oktober 2006. Tveir mánaðir
seinni byrjaði hon at arbeiða sum
privatpraktiserandi sálarfrøðingur.
Hon hevur smá børn, og tað merkir,
at arbeiðsvikan er stytt til tveir
dagar. Umframt at virka í privatari
praksis fæst hon eisini við uppgávur
fyri barnaverndirnar kring landið.
Sum privatvirkandi sálarfrøðingur
fæst tú við menniskju, sum hava tørv
á sálarfrøðiligari hjálp í sambandi
við eitt nú angist, etingarólag, sorg,
strongd, tunglyndi og mong onnur
evni.
Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu
langar viðgerðirnar eru. Øll
kunnu seta seg í samband við
privatpraktiserandi sálarfrøðingar.
Saman við sálarfrøðinginum verður
síðani avrátt, hvønn tørv tann
einstaki hevur á viðgerð. Fólk, ið
verða ávíst av kommunulækna,
kunnu fáa ískoyti frá sjúkrakassa.
Onnur verða noydd at rinda sjálvi.
FAKTA
Mynd: Sunva Ey. Lassen
Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, er millum annað
kend frá útvarps sendingini Zip í útvarpinum