týsdagur 24. juli 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Í sambandi við at Fólkakirkjan
verður yvirtikin, vitja fleiri
norðurlendskir biskupar
umframt danski kirkjumála
ráðharrin í Føroyum á
ólavsøku. Magnus Brahé
Jørgensen, prestur, skal halda
ólavsøkuprædikuna í ár, og
hann gleðir seg til ta stóru
løtuna
KIRKJA
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
– Hetta verður ein stór løta.
Magnus Brahé Jørgensen, prestur
í Norðoya vestara prestagjaldi, hevur
fingið heiðurin at halda ólavsøku
prædikuna í ár, nú føroyingar yvirtaka
kirkjuna sum málsøki.
Í hesum sambandi verða fleiri út
lendskir gestir í Føroyum á ólavsøku.
Umframt danska kirkjumálaráðharran,
Bertel Haarder, ið ólavsøkudag skal
undirskriva eina samstarvsavtalu við
Mentamálaráðið, verða biskupar úr
nógvum av norðurlondunum til staðar í
Dómkirkjuni ólavsøkumorgun.
Tó verða eingi umboð úr danska
kongshúsunum við.
Magnus Brahé Jørgensen sigur við
Sosialin, at í sambandi við yvirtøkuna
fer hann at viðgera fitt av kirkjusøgu
í síni prædiku. Umframt at umrøða
víkingatíðina, Sigmund Brestisson,
katólsku tíðina og siðaskiftið, ætlar
prestur eisini at nevna Pætur, sum tann
klettin, kirkjan sambært evangeliunum
eftir Matteusi og Jóhannesi skal byggja
á.
Teksturin setur tað
andaliga høgt
Í sama broti í evangeliinum eftir
Matteusi verður eisini sagt, at himmi
ríkisins lyklar verða givnir Pæturi, og
hetta heldur prestur kann lesast sum, at
vit liva eitt øðrvísi lív á jørð enn á himni.
Magnus Brahé Jørgensen vil sum
vera man ikki fara í smálutir í prædikuni,
áðrenn hann hevur hildið hana. Prestur
hevur tó prædikutekstin at halda seg
til, og í ár stendur hann í fyrru tekstarøð
og er at finna hjá Matteusi evangelisti
12. kap. ørindi 2427. Tekstirnir til
ólavsøkudag eru stuttir, og hesin snýr
seg um at avnokta seg sjálvan.
– Hann krevur at vit fylgja Jesusi,
sigur klaksvíkarprestur, sum metir,
at teksturin gevur okkum Jesus sum
fyrimynd.
– Teksturin niðurtónar tað materiella
og setur tað andaliga høgt, sigur
Magnus Brahé Jørgensen, ið eisini
gleðir seg at at prædika í Havnar kirkju,
har hann sjálvur var kirkjutænari í nógv
ár.
Yvirtøkan hátíðarhildin
Ólavsøkan í ár verður eisini tann
seinasta hjá Hans Jacob Joensen sum
Føroya biskupi. Sjálvur væntar hann
ikki aðrar broytingar, nú kirkjan verður
yvirtikin, enn at tað nú verða føroyingar
sjálvir, sum rinda fyri kirkjuna.
Hann viðgongur tó, at tað er við
sorgblídni, at hann fyri síðstu ferð tekur
lut í ólavsøkuskrúðgonguni sum bispur.
– Ja, men nú havi eg verið bispur
í 17 ár, og tað hava sum heild verið
útmerkað ár, sigur Hans Jacob Joensen.
Vanligt hevur verið, at prestar eftir
ólavsøkuguðstænastuna hittast hjá bispi
til ein betri bita. Men sambært skránni
hjá Mentamálaráðnum fyri teir innbodnu
gestirnar sær ólavsøkudagur øðrvísi út í
ár enn undanfarin ár, nú yvirtøkan verður
staðfest.
Eftir guðstænastu, skrúðgongu,
tingfund og løgmansrøðu, verða
gestirnir bodnir til ein kaffimunn hjá
bispi kl. 14.
Ein tíma seinni á nóni undirskriva
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður
í mentamálum, og Bertel Haarder
samstarvsavtaluna á almennum tiltaki í
Norðurlandahúsinum, har kórsangur og
fyrilestrar eisini verða á skránni.
Ein av fyrilestrahaldarunum er Jákup
Reinert Hansen, sum fer at røða um
føroyskt kirkjumál. Sjálvur sigur hann,
at talan verður um ein fólksligan og
lættari fyrilestur, ið fer at vara umleið
eitt korter, og sum m.a. fer at vísa á ta
føroysku kirkjusøguna.
Klokkan 18 er Mentamálaráðið vertur
fyri einum døgurða fyri innbodnum í
nýggja bygninginum hjá Føroya Tele í
Hoyvík.
Kirkjan yvirtikin
á ólavsøku
Skrúðgonga,
guðstænasta
og tingfundur
Í meira enn 300 ár hava prestar hildið
konvent á ólavsøku, og man hetta vera
upprunin til ólavsøkuguðstænastuna,
sum vit kenna hana í dag, har tey
fólkavaldu – politikararnir eisini taka
lut.
Tað var ikki altíð, at tingið kom saman
á ólavsøku – t.d. var einki løgting frá
1816 til 1852 og viðhvørt er Tingið
komið saman um heystið – men var
tingfundur á ólavsøku, rann hetta
saman við konventinum, og farið varð
saman í kirkju.
Guðstænasta hevur tó verið hildin á
ólavsøku, hóast eingin tingfundur var.
Í bókini »Færoæ & Færoa Reserata« frá
1673 skrivar Lucas Debes soleiðis um
kvøldið, tá tingfundurin var liðugur, og
fólk tóku sær av løttum í tingsalinum:
»Gejstlige og Verdslige holde Gilde
eller Gæstebud sammen, hvor udi de
efter gammel Sædvane drikke Hans
Kongl. Majest., Dronningens, Prinsens,
Raadets, Lensherrens og andre
fornemme Skaale med denne særdeles
Ceremoni og Tale, som efterfølger:
Først begynder en af de ældste Præster
et Vers af en Salme, ... dernæst sjunger
samme Præst alene dette på Latine
efter gammel Stil, og samtlige Gæster
svare paa Latine sangvis«.
Oldurmaðurin bað síðan øll reisa seg
og »helle ad Munne, drikke, gøre
vel, og ikke bjude dem som skænke
førend vel er afdrukken, da den skal
være Gud kierest, som mest drikker og
mindst sparer ... Dermed staa de alle
op og drikke hinanden til med Skaalen.
Denne ceremoni bruges ved hver
fornemme Skaal som drikkes. Naar
saaledes enhver haver drukket efter
sin Lyst, forføjer enhver sig hjem udi sit
Lossement, og om anden dagen hjem
til sit Hus, og se de hverandre ikke igen
samtligen, førend om samme Aarstid
igen«.
14.5015.00
Aldubáran
15.0015.15
Undirskriving av samstarvsavtaluni millum
Mentamálaráðið og danska kirkjumálaráðið. Jógvan av
Lakjuni, landsstýrismaður í kirkjumálum og Bertel Haarder,
kirkjumálaráðharri, flyta fram røður
Kór Glyvra kirkju við Meinhardi Bjartalíð
Fyrilestur við Jákupi Reinert Hansen, sóknarpresti (føroyska málið
og føroyska kirkjan)
15.4515.55
Kingobólkurin úr Tjørnuvík
15.5516.10
Fyrilestur við Jógvani Fríðrikssyni, sóknarpresti
(sjómaðurin og kirkjan)
16.1016.20
Aldubáran
Fyrilestur við Hans Jacob Joensen, bispi (bíbliutýðingar o.a.)
Kingobólkurin úr Tjørnuvík
Skrá fyri hátíðarhaldið ólavsøkudag í Norðurlandahúsinum í sambandi við yvirtøkuna av Fólkakirkjuni