týsdagur 24. juli 2007síða 58
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
58
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fram til 1992 taldust ólavsøkudystirnir
millum hæddarpunktini hjá teimum,
sum vóru í og kring tey bæði stóru
høvuðsstaðarfeløgini. Hóast talan bert
var um sonevndar vinadystir, so var
talan um dystir, sum stór orka varð
løgd í. Bæði tí talan var um steypadyst,
men eisini tí hetta gav spælarunum á
vinnandi liðnum høvi at ganga upprættir
gjøgnum alla hátíðina.
Og við táverandi 18 umførunum í 1.
deild, umframt heimligu steypakapp
ingina, var dystartalið hjá spælarunum
ikki nøkur ræðandi skrá. Og tí var
als eingin trupulleiki at motivera
spælararnar hjá liðunum til dystin.
Heldur ikki teir hjá TB ella KÍ, ið aloftast
vóru mótstøðuliðini hjá ávikavist B36.
Tann broyting, sum kom í 1992 var tó,
at altjóða fótbóltur eisini kom á skránna
hjá føroyskum fótbóltsfeløgum.
Tað bar millum annað við sær, at
málið, sum spælararnir nú sóu fyri
framman, fullkomuliga tók glansin av
ólavsøkudystinum. So spennandi sum
hesin annars kundi tykjast. Sjálvandi
vildu liðini framvegis vinna, tá tey fóru
á vøllin, men við altjóða uppgávum stutt
eftir ólavsøkuna tæntu hesir dystir nú í
nógv størri mun sum upphiting til eina
størri hending. Heldur enn at vera ein
hending í sjálvum sær.
Finalan lyfti tignina
Tað var tí eitt tiltrongt lyft til ólavsøku
fótbóltin, tá FSF í 2001 setti steypa
finaluna á ólavsøkuskránna. Har hevði
hon eisini verið eina ferð áður, men ta
ferðina elvdi tað til sannan ruðulleika
millum FSF, Tórshavnar býráð og havnar
feløgini, sum avgjørt ikki høvdu hug at
siga neitakk til tær inntøkur, sum tey
annars kundu forvinna sær burtur úr
dystinum.
Munurin hesa ferð var tó, at tað
hesa ferð eisini gav góða meining fyri
havnarfeløgini, at slíkur stórdystur
varð partur av ólavsøkuskránni. At
nakað av tign nú aftur kom í fótbóltin
á ólavsøku, sum í nøkur ár var meira
merktur av feriu og hugna, heldur enn
kappingarfótbólti.
Altjóðagerðin
Og nú er so vandin fyri, at júst hugni
og feria aftur verður tað, sum merkir
fótbóltin á ólavsøku. Í fjør var tað sum
so ikki ætlanin, men drúgva HBmálið í
steypakappingini forðaði fyri, at nøkur
finala kundi spælast á ólavsøku.
Men sum so var tað bara ein spurn
ingur um tíð, áðrenn finalan varð flutt.
Altjóða dystirnir liggja alt nærri sjálvari
ólavsøkuni, og tó at hepnið hevur spælt
við FSF í so máta higartil, so var væl
bert ein spurningur um tíð, áðrenn annar
av finalupørtunum rendi seg í altjóða
uppgávu samstundis.
Hinvegin, so kann tað jú eisini
verða so, at altjóða fótbólturin okkurt
árið bjargar ólavsøkuni. Eitt nú vóru
heilt nógv fólk og hugdu at, tá B36
ólavsøkuaftan fyri tveimum árum
síðani sendi íslendska ÍBV úr UEFAcup
kappingini.
Fyri fótbóltin. Fyri ólavsøkuna og
fyri føroysku feløgini er at vóna, at ein
slík støða fer at endurtaka seg. Ger
hon ikki tað, er vandin, at fótbólturin á
ólavsøku bert verður ein týdningarleysur
venjingardystur, har tíggjutals útskift
ingar og lítil seriøsitetur fer at merkja
dystirnar, sum verða spældir.
Tómur Tórsvøllur
Fótbólturin tykist fylla minni og minni fyri hvørja
ólavsøku. Nú er steypafinalan eisini strikað av skránni,
og tí verður talan í besta føri um feriufótbólt
Mynd: Sunva Ey. Lassen