týsdagur 24. juli 2007síða 60
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
60
Høgni Reistrup hevur fyri
stuttum givið út sína fyrstu
fløgu, Hugafar á ferð. Vit hava
hitt unga havnarmannin og
prátað um at leita eftir eydnuni.
Um býin við ánna. Um at kava
í føroyska málið. Og sjálvandi
um at koyra við hjólbøru úti í
Nólsoy
TÓNLEIKUR
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Vit hava sett okkum við einum
kaffimunni á einari hugnaligari kafé
í býnum. Tey, sum kenna Høgna,
vita, at hann er ein sera dámligur og
fryntligur persónur. Er niðri á jørðini
og - fyri at nýta eina meiri sveimandi
orðing - í samlag við seg sjálvan. Yvir
kaffisutlið verður prátað um útisetalív
og heimlongsul:
– Tað er ikki tað sama, sum tað var
í gomlum døgum. Fyrr gjørdi vánaliga
ferðasambandið, at tú vart avskorin og
var sjáldan heima. Í dag eru Føroyar ikki
meiri enn tveir tímar burtur. So eg haldi
ikki, at ein kann tosa um heimlongsul á
sama hátt í dag sum tá.
Tey flestu kenna Høgna sum
karismatiska forsangaran í vælumtókta
bólkinum Lawetz, ið gjørdi um seg fyri
nøkrum árum síðani. Síðani tá er nógv
hent, og í dag lesur Høgni hægri lesnað
í Århus.
– Eg trívist væl í Århus. So væl, at
eg havi skrivað ein sang um býin, sigur
Høgni og vísir til lagið, Býurin við ánna,
sum saman við níggju øðrum mynda
Hugafar á ferð.
Terji og trillibøran
Útgávan hjá Høgna, Hugafar á ferð, kom
út fyri kortum. Upptøkurnar eru gjørdar
í studio Oyravox, sum Terji Rasmussen,
saman við øðrum, eigur og rekur úti í
Nólsoy. Í tíggju tættpakkaðar, strævnar,
men tó eisini spennandi januardagar,
varð ljóð fest á band. Tónleikarar komu
og fóru við Rituni, og ikki varð nógv
sovið:
– Eg visti, at eg hevði bara 10 dagar,
til skúlin byrjaði aftur, so tað var hektiskt
til tíðir. Øll ljóðføri og allur sangur skuldi
jú takast upp innan fyri tað tíðarskeiðið.
Men tað var eitt stórt upplivilsi, og vit
hugnaðu okkum.
Høgni minnist aftur á
tíðina:
– Terji plagdi at standa klárur við
trillibøru niðri við keiina, tá ið okkurt
tungt skuldi flytast frá Rituni niðan í
upptøkuhølini. Og so fóru vit sjaggandi
við gittaraforstyrkjara í trillibøruni og
heilsaðu upp á fólk á vegnum.
At leita eftir eydnuni
Hugafar á ferð er eitt savn av inniligum
løgum, ið øll eru á føroyskum:
– Føroyskt er eitt sera vakurt mál,
og eg lesi nógvan føroyskan skaldskap.
Men ofta brúkar man bara tey somu
orðini. At hyggja, at hugsa og so
framvegis. Men tað er so nógv goymt í
okkara máli. Tað ræður um at leita eitt
sindur djúpari og brúka tað.
Og tað er ikki bara í føroyska mál-
havinum, málfimi yrkjarin leitar. Leitan
eftir eydnuni er eitt afturvendandi tema
í tekstunum hjá Høgna:
– Eydnan er so nógv. Millum annað
at spæla tónleik, ger meg eydnuríkan.
Men tað er ikki nakað konkret. Tað er
ikki nakað, sum tú kanst googla teg fram
til. Tað eru nakrar løtur í mínum lívi, har
eg kenni meg eydnuríkan, har lívið er
ordiliga gott. Og tað eru hesar løturnar,
ið eg royni at fanga.
Ólavsøkan
– Skal eg vera heilt erligur, so sigur
ólavsøkan mær ikki tað stóra. Tað er
ikki soleiðis, at eg telji niður ella nakað.
Men tað er altíð hugaligt at møta fólki,
sum tú ikki hevur sæð í langa tíð. Og
serliga nú, tá ið man býr uttanlands.
Við blásarum, strúkarum og fullum
orkestri fer trubadururin at spjaða vakrar
tónar inni í Miðlahúsinum á ólavsøku.
Og tað verður ein góð konsert:
– Fólk kunnu vænta sær eina
góða konsert, tori eg at siga. Allir
tónleikararnir á fløguni vera við, so tað
fer at ljóða nøkulunda sum á fløguni,
sigur Høgni at enda, áðrenn vit gjalda
fyri kaffið og fara hvør til sítt.
– Eydnuna kanst tú ikki
googla teg til
Mynd: Sunva Ey. Lassen
Í summar hevur Høgni Reistrup roynt
seg sum fjølmiðlamann á Degi og Viku