Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 72

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

72 Hendan seinasta mánaðin er tað Sunva Eysturoy Lassen, ið hevur staðið fyri meginpartinum av myndatøkunum á Sosialinum, og hon hevur eisini tikið myndirnar til Ólavsøkublaðið í ár vinnugrein Súsanna Olafsdóttir Sunva lærir til fotograf í Suðurkalifornia og verður liðug við hesa trý ára útbúgving komandi heyst. Vit hava sett henni nakrar spurningar fyri at finna útav hvør hendan lítla kvinnan er handan stóru kameralinsuna. Fyri Sunvu Lassen hevur tað at taka myndir altíð verið meir enn tann obligatoriska uppgávan, sum tað er fyri flest onnur. Tað hevur altíð verið ein passión. Longu sum 13 ára gomul var hon fastur haldari av øllum teim stóru kvinnubløðunum sum Vogue, Cosmopolitan og Vanity Fair. Ikki fyri at kunna lesa um tey vøkru, ríku og kendu, men fyri at studera vinklar, ljós, skuggar og val av bakgrundum og litsamansetingum á teim ymisku myndunum. Eftir at hava roynt ymiskt, eitt nú at arbeiða á trúboðaskúlanum NTM á Filipsoyggjunum, valdi Sunva sum 21 ára gomul at taka sína passión í álvara og fara undir fotografútbúgving í London. Eftir eitt ár á London College of Printing, har hon hevur tikið eina sokallaða »foundation degree in professional photograpy«, datt hon av tilvild fram á fotografskúlan í Santa Barbara, har hon nú hevur verið í læru í skjótt trý ár. Spurd, hví hon valdi júst hendan skúlan, svarar Sunva, at ein av høvuðs­ orsøkunum er, at hesin skúlin innan myndlistaheimin er kendur fyri sína høgu góðsku bæði í mun til undirvísing og til ta teknisku útgerðina, hann bjóðar fram til sínar næmingar. Haraftrat eru fleiri av lærarunum á skúlanum viðurkendir fotografar í USA eins væl og aðrastaðni. Tað, at skúlin liggur so tætt við ein so spennandi og fjølmentaðan bý sum Los Angeles, ið hevur sera nógv at bjóða, tá tað kemur til modernaða list, ger tað heldur ikki verri, leggur Sunva aftrat. Er reklama list? Brooks Institute of Photography, ið er heitið á skúlanum hjá Sunvu, er ein miðlaskúli við m.a. visuellari journalismu, filmi og so eisini hennara linjufaki, sum er »still photography«. Hetta er ikki ein listaskúli, men ein reklamuskúli, har dentur verður lagdur á myndlist sum eitt handverk, ein skal liva av. Tí verður nógv kunnað um, hvussu tað er at stovna egna fyritøku, rættindi hjá fotografum, viðkomandi sáttmálar osfr. Tó eru uppgávurnar sera opnar og avbjóðandi og eisini verður stórur dentur lagdur á tann tekniska partin. Spurd um tað ikki kann drepa tann listaliga partin av uppgávunum, at tað verður lagdur so stórur dentur á at »vøran kann og skal selja«, heldur Sunva, at fyri tað um ein kann liva av einum kreativum arbeiði, merkir tað ikki, at tað ikki kann vera listaligt. ­ Fyri tað um tú skal gera reklamu fyri ein dustsúgvara, so kanst tú royna at loysa uppgávuna á ein originalan, kreativan og listaligan hátt, sigur hon. Annað enn at trýsta á ein knapp? Í hesum døgum tá flest øll kunnu skapa góðar myndir, um tey bert hava ta røttu telduútgerðina, heldur Sunva, at tað, sum veruliga ger ein til ein fotograf, er ikki so nógv útbúgvingin, men heldur longsulin eftir at skapa og støðugt at hugsa í myndum. Tað er lutfalsliga lætt at trýsta á knappin og gera góðar myndir, um mann hevur ta røttu útgerðina, men hinvegin snýr tað seg eisini nógv um at fáa góð og original hugskot. Eftir at Sunva verður liðug við sína útbúgving í heyst, er ætlanin at koma til Føroya og lata upp egið studio her. At hugsa í myndum Tað kann eisini vera originalt og listarliga krevjandi, um tú tekur mynd av einum dustsúgvara, heldur Sunva Mynd: Petur Háberg