Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 74

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

74 SANGUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Some things never change! Sein astu áratíggjuni hevur felags- sangurin á Vaglinum ólavsøkukvøld verið fastur táttur hjá mongum føroy- ingi, og soleiðis verður aftur í ár. Seinastu árini hevur tað verið Martin Mouritsen, ið hevur leitt sangin, og hesa uppgávuna hevur hann aftur átikið sær í ár. – Sangirnir verða so at siga teir somu sum í fjør, sigur Martin Mouritsen við Sosialin, tá vit spyrja um sangskránna. Sangleiðarin greiðir frá, at hann hevur verið á fundi við borgarstjóran í Havn o.o., har tey hava tosað um skránna, men annars hevur Martin sjálvur gjørt av, hvat skal syngjast í ár. Allir sangirnir hava sum nevnt verið sungnir áður um enn eitt sindur av útskifting er frá ári til ár. – Tað skal ikki vera ov hátíðarligt og ikki ov platt, sigur Martin Mouritsen. Hvørt ár verða fleiri túsund sanghefti prentað, og soleiðis er aftur í ár. Ætlanin er at fylgja skránni í heftinum uttan at halda nakran stórvegis steðg. Martin Mouritsen metir, at ein stórur partur av teimum, ið koma saman á Vaglinum ikki eru tað, ein kann kalla blaðung fólk, og hetta verður eisini havt í huga, tá sangir skulu veljast. Harafturat er talan um sang uttan fylgispæl. – Nógv av tí nýggja krevur fylgispæl, sigur Martin Mouritsen, og sipar til repertoirið í ár, og hví eingin heilt nýggjur sangur er við. Hann vísir tó ikki aftur, at fylgispæl kann hugsast at gerast ein partur av ólavsøkusanginum í framtíðini, men enn eru ongar ætlanir um at broyta núverandi konseptið. Ikki so einfalt Spurdur, um tað man ávirka sangin á ólavsøku, at onnur hava tikið táttin upp, og at tað verður skipað fyri stórari sangløtu á t.d. G!festivalinum eina viku fyri ólavsøku, sigur Martin Mouritsen, at tað metir hann ikki. – Tá er tað festivalur. Her er talan um eina longri traditión. Ólavsøkan kappast ikki ímóti hesum, sigur Martin Mouritsen, sum tó ikki dylur fyri, at tað kann gerast støðan um nøkur ár. Umframt at velja sangirnar, hevur Martin Mouritsen, ið dagliga er leiðari á Musikkskúlaskipanini, sum nevnt eisini tann heiðurin at syngja fyri ólavsøkukvøld. Hann hevur roynd kórfólk at hjálpa sær, men sum forsangari skal hann syrgja fyri, at taktin verður hildin og at byrjað verður í hóskandi duri, sum hvørki skal vera ov høgur ella ov lágur. Tað er ikki so einfalt sum, ein kanska skuldi trúð. Ella sum Martin Mouritsen skemtiliga heldur fyri: – Enn havi eg so bara roynt tað í góðum veðri. Hvørt ár plaga túsundtalsfólk at savnast á Vaglinum at syngja saman, og fyri nøkrum árum síðan gav Jóhannes á Rógvu Joensen út fløgu við upptøkum frá felagssanginum ár 2000. Tað hevur tókt millum føroyinga gaman... Felagssangurin ólavsøkukvøld man vera hæddarpunktið á ólavsøkuni hjá nógvum. Martin Mouritsen tekur sær aftur í ár av at leiða sangin, og hann lovar, at talan verður um eina skrá, sum fólk kenna Skráin fyri felagssangin ólavsøkukvøld í ár: 1. Tað hevur tókt millum føroyinga gaman 2. Eg minnist úr gomlum søgum 3. Meg minnist eina mynd 4. Aldan (Gunnar Hoydal) 5. Kom og dansa 6. Dýrd á vík og vág 7. Ein gomul kista av kamfertræ 8. So vakrar moyggjar og knappar menn 9. Eg smáttu veit á grønu ong 10. Land mítt (H.A. Djurhuus) 11. Eins og áarstreymur 12. Einki er sum summarkvøld við strendur 13. Sildavalsurin 14. Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt 15. Mítt føðiland 16. Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið 17. Í góðum veðri hann dyrgdi 18. Nú nemur náttin smærur 19. Nú dagurin at enda er