týsdagur 24. juli 2007síða 78
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
78
Klumma
Heini í Skorini
S
o var hon aftur her. Tjóðarhátíðin mikla. Til
minnis um ein ungan krígssinnaðan víking, Ólavur
Haraldsson at navni. Sum møtti Hinum Alvalda og varð
doyptur í Norðurfraklandi. Sum síðani gjørdist Noregs
kongur. Og sum eftir deyða sín á Stiklastøðum gjørdist
halgimenni.
Men krossferðin í Føroyum var langt síðani byrjað, tá
Ólavur Haraldsson hin heilagi sá ljósið. Hógvar sukku í
svørðin og kyndlar glampaðu í náttini, tá Sigmundur og
vápnaðu krossfararar hansara fóru frá garði og løgdu
oyggjarnar inn undir seg. Trúgv ella doyggj. Við ella
ímóti. Eins og tá Bush berjist ímóti skeggjutu riddarum
Muhammeds. Jahve gjørdist gudur í Føroyum. Og
túsund ár seinni stendur jihadisturin Sigmundur úti við
Vesturkirkjuna og fylgir við, hvussu leikur fer við tí arvi,
sum hann við svørði í hond stovnsetti í Føroyum.
Eru tað okkara fyrimyndir?
Men okkurt mugu vit jú minnast. Vitleyst er søguleyst
fólk. Og á ólavsøku minnast og hátíðarhalda vit okkara
felags tjóðskaparliga samleika og uppruna. Øksl við
øksl eru vit fyrst og fremst føroyingar.
Føroyingar. Hvat er tað? Hvørji virði ella eginleikar
knýta vit at orðinum føroyskleiki?
Er tað grindadráp, føroyskur dansur, Kirkjubømúrurin og
føroysk klæði? Er tað Landskrona, Eivør, G! og Pipar og
Salt? Ella er tað blokkstuðul og heimastýrislóg, §266b,
ókeypis fiskiloyvi og ivasamar bankasølur?
Tað veldst væl um, hvønn tú spyrt.
Av tingsins røðarapalli verður sagt, at Føroyar eru
eitt paradís. Hvørki meiri ella minni. Og í einum
paradísi finst einki ónt. Føroyar eru ein grønur blettur
av reinleika og sakloysi. Ódálkaðar av heimsins
forfalli eru vit vælsignaði við eini landafrøðiligari og
mentunarligari avbyrging, so vit ikki eru gliðin við
niður í heimsins díki. Glíðibreytin hevur enn ikki eitrað
okkum. Syndanna kavabóltur er enn ikki farin á rull. Og
nú ræður um at verja borg.
Í hugsjónarligum kroysum royna politikarar at halda
lív í tjóðskaparligu gudasøgnini um eina føroyska
eindarmentan. Sambært hesum eru vit einlittir
borgarar í einum einlittum paradísi. Soleiðis skal
tað vera. Og alt, sum ikki váttar hesa sjálvsfatan,
skal kúgast. Litirnir skulu køvast. Frábrigdini fjalast.
Munirnir viskast út.
Og meðan tey fjáltrandi geyla um paradís og
skammleyst erpa sær sjálvum, rópa niðurundirkomnir
borgarar um hjálp. Sálarsjúk rekast fyri vág og vind,
tí politikarar okkara ikki finna útav at ogna teimum
hóskandi stovn. Einligar føroyskar møður liva undir
fátækramarkinum hjá ES. Ólukkuligir útlendingar
eru dømdir til eitt lív á pínubonkinum, tí lagnur teirra
liggja í eini skuffu í Innlendismálaráðnum og støvast.
Samkynd rýma av landinum. Einki tilboð var til tann
atferðartrupla lítla Petur. Eingir stovnar eru til taks fyri
hundraðtals gomul, sum liggja á B7 ella hjálparleys
heima við hús. Og við jøvnum millumbilum stingur
fremmandahatrið sítt grima andlit fram.
Paradís? Neyvan. Men paradísprofetarnir eru vorðnir
meistarar til at lúgva í felag. Fyri sær sjálvum. Og fyri
okkum øðrum. Tað er tað, teir eru valdir til. At halda
lív í og hjúkla um okkara fyrigyklaðu sjálvsfatan. Og
marsjerandi móti einum øðrum paradísi deila teir
himmalrópandi veruleikafjarar villingarsjónir um eitt
samfelag av samvorðnum menniskjum.
Hetta paradísið er av sonnum eitt sjálvvalt og
aggressivt paradís. Eitt paradís, hvørs íbúgvar hava
eina býttisliga og ógrundaða trúgv á, at vit eru
føroyingar serstøk tjóð. Ein skeiklað nationalisma, sum
letur seg saman og glorifiserar sítt egna. Tað ónda
er óføroyskt. Og trupulleikarnir koma allir uttanífrá.
Vit tola ikki lívsførslur, sum ikki vátta, at vit eru best.
Og hendan kroniska føroyska neurosan ger okkum
til eitt andaligt menningarland, sum ikki megnar
avbjóðingarnar í alheimsgerðini.
Sjálvhypnotiserandi sangurin um reinleikans
móðurland trívist eisini væl á ólavsøku. Men undir
yvirflatuni dagar ein tjóðskaparlig sjálvsfatan, sum
ikki tolir aðra talu enn sína egnu. Og sum harðrent
saksar tað niður, sum ikki váttar og stuðlar uppundir
gudasøgnina um, at Føroyar eru sakloysisins paradís.
Gævi føroyingurin viðurkendi, at okkara frelsa kann
gerast okkara fortaping. At okkara vælsignilsi kann
gerast okkara forbannilsi. At tað ónda ikki altíð kemur
uttanífrá.
Okkara sjálvútvalda og
aggressiva paradís
Mynd: Sunva Ey. Lassen