týsdagur 24. juli 2007síða 80
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
80
ÓLAVSØKA
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Heðin Mortensen verður spurdur,
hvussu hann ætlar sær at halda
ólavsøku, stendur skjótt greitt, at
ein slík er meira rokað hjá einum
borgarstjóra enn hjá flestu av hinum
havnarborgarunum.
– Fyrst og fremst so eru hópin av
fyrireikingunum til ólavsøkuna. Ein
rúgva av tiltøkum verða fyriskipað,
og hjá okkum er setningurin at fáa
skránna soleiðis samansetta, at alt
ikki rennur saman. Og longu í teimum
fyrireikingunum byrjar ólavsøkan fyri
mítt viðkomandi. Alt – frá Gundadali til
Molan – skal jú passa saman.
– Tí fari eg sjáldan til hús, fyrr enn
seint dagin fyri sjálva ólavsøkuna. Men
so byrjar hon eisini fyri meg.
Siðvenjan er fremst
Og tá Heðin sigur við, at ólavsøkan tá
veruliga byrjar, so meinar hann við, at tá
byrjar sjálvur stuttleikin eisini.
– Tað eru sjálvandi tey føroysku
klæðini. Tey royni eg at brúka, tá høvi
býðst, og ólavsøkan er so sjálvandi
eitt av hesum. Tá vit eru ílætin, verður
farið oman til setanina. Nakað, sum
vit hava gjørt í nógv, nógv ár. Ikki minst
er tað hugaligt at lýða á eina góða
setanarrøðu. Eina røðu, sum eg sjálvur
slapp at flyta fram í fjør.
Tað kann vera, at skyldurnar hjá
borgarstjóranum eru fleiri kring ólav
søkuna. Men tá talan er um kappróðurin,
so er siðvenjan ikki at vika.
– Kappróðurin er fastur táttur. Bæði
tí mær dámar hetta væl, men eisini tí
eg havi mínar skyldur á hesum. Saman
við Súsonnu Dam havi eg í nógv ár verið
í dómsnevndini fyri Útvarpssteypið.
Er tað so, at bestu bátarnir eru javnir
í stigum, so fer steypið til tann, sum
hevði vakrasta róðurin á ólavsøku, og
tað skulu vit meta um. Til hetta sita
vit uppi á Havnarskrivstovuni, har tú
veruliga hevur eitt frálíkt útsýni yvir
allan róðurin.
– Eftir hetta fara vit til steypahand
anina og síðani ein túr heim, har nógvir
gestir aloftast koma framvið. Vit búgva
rættiliga miðskeiðis í býnum, og so er
náttúrligt, at fólk detta á gátt.
Tiltøk og vitjanir
Og so er talan annars um ólavsøku, har
dentur verður lagdur á at vitja ymsu
tiltøkini, sigur Heðin Mortensen.
– Bæði kvøldini verða sjálvandi nýtt at
spáka havnargøtur oman og niðan. Ikki
minst er tað hugaligt, at tú ofta hittir
fólk, sum tú kanska ikki hevur sæð í eini
1015 ár – ella kanska meira enn so.
– Men so royni eg eisini at vitja
tiltøk og framsýningar. Skrúðgongan
ólavsøkumorgun er fastur táttur, eins og
tað nú er soleiðis, at býráðshølini verða
latin upp á ólavsøku. Tað haldi eg vera
eitt fínt átak, tí tað gevur borgarunum
ein møguleika at koma á gátt, eins og
vit eisini hava fleiri listarverk her.
– Tað bindur meg so í nakrar tímar,
men eg royni kortini at vitja so nógv
tiltøk, sum eg røkki um ólavsøkuna, eins
og útimøtini ofta eru hugalig at lýða á.
Fleiri av tiltøkunum eru so eisini opin
í døgunum eftir hátíðina, so við einum
góðum vilja, so røkki eg runt, kortini.
– Men sjálv ólavsøkan endar hjá
mær, eins og hjá so nógvum øðrum,
við kórsanginum ólavsøkudag. Tað er
ein fantastisk løta. Og hóast tú sum
borgarstjóri stendur við ábyrgdini av
eini stórari mannfjøld, so ber væl til at
njóta løtuna, tá karmarnir eru lagdir til
rættis. Og tað er eisini tað, sum tað snýr
seg um. Hóast tú sum borgarstjóri hevur
skyldur at røkja, so ber væl til at njóta
løtuna, júst sum aðrir havnarborgarar,
sigur Heðin at enda.
Skyldan er ein stuttleiki
Á›renn fari› ver›ur í føroysku klæ›ini, skal frúan, Hjørdis, sjálvandi gó›kenna og ansa eftir, at alt situr, sum ta› skal
Hóast hann sum borgarstjóri hevur hópin av formligum
skyldum, so heldur Heðin Mortensen ikki, at tað tekur nakað av
stuttleikanum ella gleðini við tjóðarhátíðini
Mynd: Sunva Ey. Lassen