Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 84
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 84

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

84 Eftir at teir í fjør høvdu spælt eina ta bestu kabarettina í fleiri ár, vórðu teir bidnir aftur. Teir ungu menninir játtaðu, og í hesum døgum taka teir fatt upp á Føroyar, sum kunnu verða nokkso láturligar viðhvørt. Sjálvandi fær ein nógv umrødd grein í revsilógini gott pláss í ársins kabarett KABARETT Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Við tónunum frá Village People og teirra 70’ara lagi, YMCA, er støðið lagt. Her skal flennast. Og her skal flennast at okkum sjálvum. Tann árliga ólavsøkukabarettin varð stórliga fagnað í fjør. Fleiri hildu, at hon var ein tann frægasta í nógv ár. Teir fimm ungu menninir, sum spældu við, vórðu tí bidnir aftur av Havnar Sjónleikarfelag. Ikki tí, ein bólkur av kvinnum vóru sær eisini fúsar og vildu venda samfelagnum á høvdið á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Men tað lá ikki fyri hjá teimum kortini, og so var greitt, at Finnur Jensen, Esben Jacobsen, Pætur M. Dahl, Turpin Napoleon Djurhuus og Kjartan Hansen aftur í ár skuldu undirhalda Føroya fólki og gera tey varug við, hvussu skemtiligur tann grái gerandisdagurin í Føroyum eisini kann vera. Næstan allir eru útisetar og síggja tí kanska okkurt, tann heimabúgvandi føroyingurin ikki sær. Teir valdu tó at víðka bólkin við at bjóða tí roynda sjónleikaranum Hjálmari Dam við, men annars eru ongar broytingar gjørdar. Tí sum teir sjálvir siga, so rigga teir væl saman, og kemiin er í lagi. Horvið band og morreytt miðlaprát Tá Sosialurin vitjaði teir í kjallaranum í Sjónleikarhúsinum herfyri, sótu teir í einum sminkurúmi við teldu og stórum tekniborði við øllum teimum festlig­ heitunum, ið dagliga eru at síggja í føroyskum fjølmiðlum. Og serliga fjølmiðlarnir fáa toyggið. Ikki bara tí, at kabarettmanningin ikki dylur fyri, at teir halda vera løgið, at øll rábondini av kabarettini í fjør onkursvegna eru horvin úr bandagoymslum kringvarpsins. Sjálvir siga teir, at teir ætlaðu at geva eina dvd út við kabarettunum í fjør og í ár. Men nógv verður eisini gjørt burtur úr miðlunum, tí at nógv er at fara eftir í Kringvarpinum, sum sambært kabarettini heldur valdi at brúka pengarnar til oyggjaleikir enn til kritiska viðgerð av bankasøluni. Morreyða prátið hjá einum ungum sangara í eini eksistentiallari útvarpssending, og kringvarpsins farvæl til Zacharias Hammer fáa eisini sítt. Kvinnur karikeraðar Um tað er tað stóra undirskotið av ungum kvinnum í Føroum, sum er orsøkin, er ilt at siga. Men hóast ongar kvinnur spæla við í kabarettini í ár, so sleppur »hitt kynið« ikki undan kerligari viðgerð í kabarettini. Í eini tíð, tá tað er vorðið nýmótans at blogga í bløðunum og at bjóða donsku Joan hendanvegin at gera ør ting, verur javnstøðan í tí teimum satirisku skortfleingjunum frá ársins kabarett fullkomin. Harafturat fær parkeringshurlivasin, tá 500 kvinnur koyrdu niðan á Hotel Føroyar 8. mars, eisini eitt orð við – á vegnum. Somuleiðis eigur politikkurin sítt sjálvsagda pláss, har ein ávísur floks­ formaður bert slapp at vera lands­ stýrismaður skamma stund, og har kappingin um annaðplássið í Miðflokki­ num eftir formannin, Jenis, sigst at vera byrjað. Heldur ikki út(d)oyggjafelagið sleppur undan. Um onnur aktuell evni sum t.d. flaggstríð og flytingin av Strandferðsluni til Suðuroyar eisini verða gjørd til láturs, eydnaðist ikki tygara útsenda at uppklára í fyrsta umfari. Men tað man tíðin og framførslurnar á ólavsøku helst at vísa. Í øllum er eitt púra vist: Tónarnir frá Village People eru berandi elementið, tá ársins stórmál, § 266b, fær ein skarpan gang, og kabarettin bjóðar teimum heimaftur, sum nú tora ella tíma at koma aftur hendanvegin. Sum eysturoyartingmaðurin jú staðfesti: Tað hevur ongantíð verið føroysk mentan at happa, ikki sannheit?! Frumframførslan av kabarettini verður 27. juli, og verður tað sum í fjør, so verður útselt hvørt kvøld. Burturvilstu synirnir koma heimaftur Syngjandi »YMCA« tora teir burturvilstu synirnir at leita aftur til Føroya, tí síðan seinastu ólavsøku hevur tingið givið grønt ljós til at víðka um grein 266b, og tað setur dám á ársins kabarett Mynd: Sunva Ey. Lassen