týsdagur 24. juli 2007síða 86
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
86
Kappróðrarbáturin Rádni úr
Fuglafirði hevur ikki fingið tey
bestu úrslitini í ár. Manningin
hevur tó hómað stór framstig
seinastu róðrarnar, og tí dríva
teir á við góðum hugi. – Ætlanin
er at fáa eitt heiðursmerki á
ólavsøku, sigur bátsformaðurin
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tað er synd at siga, at Fuglafjørður er
kendur fyri síni flottu úrslit í kappróðri.
Okkurt føroyameistaraheitið er tað
blivið til upp ígjøgnum árini, men vit
skulu leita langt aftur fyri at finna tað
seinasta.
Seinastu árini hava eisini verið
sum ein long oyðimarkargongd hjá
kappróðrinum í Fuglafirði. Mest sum
eingin manning hevur verið við, og
tá onkur so hevur tikið seg saman at
manna ein av bátunum, so hava úrslitini
snøgt sagt ikki verið nóg góð.
Hetta hevur harafturat gjørt, at áhugin
í Fuglafirði er vorðin minni og minni fyri
kappróðrinum, men nú er ljós at hóma
fyri endan av tunlinum.
Kappróðrarfelagið í Fuglafirði hevur
tveir bátar við í FM-kappingunum í ár, og
serliga 6-mannafarið Rádni hevur tikið
seg sera nógv fram seinastu róðrarnar.
Vit hava tikið eitt prát við teir tríggjar
Sonna, Páll og Kjartan, sum allir rógva
við Rádna.
Rutinan manglar
Manningin umborð á Rádna hevur vant
hart upp undir kappingarárið, sum er við
at vera liðugt nú. Teir byrjaðu spakuliga
at venja í januarmánaði, og í februar
byrjaðu teir at venja miðvíst við tí
manningini, sum er í bátinum nú.
Sjálvt um teir hava vant so hart, so
kann ikki sigast, at teir fingu løn fyri
stríðið fyrstu stevnurnar, har teir lógu í
botninum.
- Tað var helst sum at fáa ein lítla
frammaná, sigur bátsformaðurin umborð
á Rádna, Sonni Eliasen.
- Vit høvdu tó spælt okkum við
tankan um, at vit kundu enda aftast,
og tí vóru vit helst eisini klárir at taka
keðiligu byrjanina, sum vit fingu upp á
kappingina, við strektum armi, siga teir
tríggir.
- Man má endiliga ikki halda, at
man fer at vinna, bara tí at man hevur
ein nýggjan bát. Rutinan hevur so
øgiliga nógv at siga í kappróðri, og
taka vit fýra teir fremstu bátarnar hjá
6-mannaførunum, so hava flest allir av
monnunum umborð roynt hetta áður,
sigur Sonni, og Páll og Kjartan taka
undir við honum.
Miða eftir heiðursmerkjum
Sjálvt um fyrsti róðurin á árinum var
einki minni enn ræðuligur hjá Rádna,
so gekst betri á næstu stevnu. So við
og við gjørdust tíðirnar betri og betri,
men Rádni hevði tó ilt við at koma úr
botninum. Á seinastu stevnu, sum var
Fjarðastevnan á Strondum, bragdaði tó
endiliga hjá Rádna. Tá gekst væl hjá
teimum at rógva úti á firðinum, og hetta
gav teimum at enda eitt fimta pláss og
tvey stig í kappingini um meistaraheitið.
Bátsformaðurin dylur heldur ikki fyri,
at teir umborð á Rádna droyma um at
vinna eitt heiðursmerki á ólavsøku um
nakrar dagar.
- Tíðirnar hjá okkum eru batnaðar
munandi, og hetta ger, at man blívur
nógv spentari. Eg má siga, at málið
hjá okkum er at fáa eitt heiðursmerki á
ólavsøku. Hyggja vit eftir, hvussu nógv
tíðirnar hjá okkum eru bøttar seinastu
stevnurnar, so er als ikki óhugsandi, at
vit røkka okkara máli, siga teir tríggir,
Páll, Sonni og Kjartan.
Ætla at halda fram
Nú líður kappróðrarárið móti endanum,
og flestu av rógvarunum munnu helst
síggja spentir fram ímóti ólavsøkuni.
Hjá Rádna verður tað kanska til eitt
heiðursmerki á ólavsøku, men teir
fara neyvan at hótta nakran av ovaru
bátunum í samlaðu FM-kappingini.
Hvussu er og ikki, so hevur manningin
á Rádna víst sera stór framstig seinastu
stevnurnar, og flestu teirra ætla sær
eisini at halda fram við kappróðrinum
komandi ár.
- Vit hava tosað eitt sindur um at
halda fram komandi kappingarár, og
eg ivist ikki í, at Rádni fer at blíva
mannaður tá. Onkur av okkum skal niður
til Danmarkar at lesa í summar, og tí
eru vit noyddir at finna onkran nýggjan
mann umborð á bátin. Hetta verður tó
neyvan nakar trupulleiki, og næsta ár
vera vit eitt ár klókari, so tá ætla vit
okkum at rógva við um heiðursmerki á
hvørjari stevnu, sigur Sonni Eliasen at
enda, og hinir báðir taka smílandi undir
við honum.
Grundin tykist vera løgd hjá Róð-
rarfelagnum í Fuglafirði, sum hevur
bygt kappróðurin upp um eina mið-
vísa manning við góðum vónum fyri
framtíðina. Hetta verður vónandi
byrjanin til eina góða og spennandi tíð
hjá kappróðrinum í Fuglafirði.
Miðvís framstig dríva verkið
Úrslitini hjá Rádna hava ikki verið av teimum allarbestu í ár. Seinast bleiv tað tó til eitt fimta pláss, og manningin dylur ikki fyri, at teir droyma um eitt
heiðursmerkjapláss á ólavsøku. Mynd: Sunva Ey. Lassen
Mynd: Sunva Ey. Lassen