týsdagur 24. juli 2007síða 88
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
88
SKEINKING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Ólavsøkan í ár verður tann fyrsta
í mannaminni, har skonkt verður
uttandura. Ikki tí, tað er ikki ókent
at menn – og kanska kvinnur – leita
sær aftur um ein hjall og kaga inn um
vestin. Ella ganga við einum heilum
ølkassa millum sín.
Men eftir at ein nýggj kunngerð kom
í gildi fyrr í ár, sum loyvir matstovum
og barrum skeinking uttandura, hava
tvey støð í Havnini fingið loyvi til at
skeinkja í túninum.
Tey eru ávikavist Hvonn og Glitnir.
Anna Dam, løgfrøðingur og
forkvinna í loyvisnevndini, sigur við
Sosialin, at talan verður ikki um, at
fleiri uttandura skeinkiloyvi verða givin
til hesa ólavsøkuna.
Forkvinnan váttar, at umsóknir eru
komnar inn til loyvisnevndina um at
sleppa at skeinkja á kaiøkinum undir
kappróðrinum ólavsøkuaftan. Hetta
hevur nevndin tó valt at havna, av tí
at mett verður, at tað verður trupult
hjá fyriskiparunum at halda skil á.
M.a. er torført at verja seg fyri, at
annar sterkur løgur ikki verður drukkin
á økinum samstundis. Harafturat er
talan um eitt ítróttartiltak, verður sagt
frá loyvisnevndini.
Fleiri tiltøk oman í
Vágsbotn
Johannes Jensen, stjóri á Hotel
Tórshavn, ið hýsir Hvonn, sigur, at á
ólavsøku verður opið til klokkan 4 um
morgunin.
Sjálvur sigur hann seg vóna, at
ólavsøkan fer at nærkast Vágsbotni
meira, enn hon hevur gjørt undanfarin
ár.
– Eg vóni at síggja fólk og
tiltøk í Vágsbotni. Tað er ikki
fyri at tjena pengar. Alt gott um
Kommunuskúlagarðin, men fleiri
tiltøk áttu at verið á Vaglinum, í
Vágsbotni og oman móti Café Natúr,
sigur Johannes Jensen. Hann leggur
afturat, at sambært honum átti fleiri
tónleikatiltøk at verið í Vágsbotni,
ið liggur beint við Tórsgøtu, har m.o.
Tjóðpallurin og Margarinfabrikkin
halda til.
– Og so er tað sjálvur Vágsbotnur,
har bátar liggja og fólk gista í bátum.
– Hetta líkist eini bátastevnu, sigur
hotellstjórin um ólavsøkuna og heldur
fyri, at tey á gistingarhúsinum bert eru
ein lítil partur av hesum.
Seinastu árini er vorðið alt meira
vanligt, at fólk vilja royna útlendskt
øl av ymiskum slagi. Hetta rákið er
eisini komið til Hvonn, sum hevur 11
ølkranar í nýtslu.
– Vanliga sigur man, at fleiri enn
tríggir ølkranar geva problemir, men
vit hava 11 ølkranar, sum ganga væl,
og tað er stuttligt, sigur Johannes
Jensen, ið vil vera við, at ofta eru
tríggir kranar 90% av søluni, men at
so er ikki á Hvonn. Umframt føroyskt
øl ber eisini til at royna hesi sløgini
uttandura á ólavsøku í ár. Tó er
avmarkað við sitiplássum í túninum
uttan fyri Hvonn.
Johannes Jensen sigur, at
hotellini í høvuðsstaðnum eru
fullsett, tá landsdystur í fótbólti og
fiksivinnustevna er. Og so sjálvandi
eisini á ólavsøku.
Uttandura
skeinking
á ólavsøku
Rúsdrekka
seinastu øldina
Í ár eru 100 ár liðin síðan fólka
atkvøðuna um rúsdrekkasølu, tá
kvinnur fyrstu ferð høvdu valrætt í
Føroyum
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Mangt broytist á mansins ævi. Nú vit skriva ólavsøka
2007, kunnu fólk sita uttan fyri eina matstovu og njóta
eina kalda bjór, meðan tænarar syrgja fyri, at borðini
eru rein og nosslig.
Harafturat hava kvinnurnar valrætt. Og summ
ar bjóða seg enntá fram til at verða stjórar og
sendimenn. Ja, sjálvt kvinnur kunnu gerast umboðs
menn.
Men hvat hevur hetta við hvørt annað at gera?
Jú, fyri øld síðan var støðan ein heilt onnur.
Í ár eru liðin 100 ár, síðan fólkaatkvøða var um
rúsdrekkalógina, har kvinnurnar spældu ein avgerandi
leiklut. Tær sluppu nevniliga fyri fyrstu ferð í Føroyum
at atkvøða. Valaldurin var 20 ár. Ofta hevur verið róð
framundir, at tað vóru kvinnurnar, ið forðaðu fyri, at
menn sluppu at selja allar jarðarteigarnir burtur fyri at
fáa sær eina kenning, men úrslitið hevði tó helst verið
tað sama, um bert menn sluppu at atkvøða.
Mong hildu nevniliga, at rúsdrekka skuldi bannast
fullkomiliga, men tað endaði við, at atkvøðan kom at
snúgva seg um, hvørt rúsdrekka skuldi verða selt í
hvørjari sókn sær ella ikki.
Fýra punkt vóru á atkvøðuseðlinum, men til
spurningin, um rúsdrekka skuldi seljast í Føroyum,
atkvøddi bróðurparturin ímóti. Eisini av kvinnunum.
Eitt nú í Havn høvdu 820 fólk valrætt. Av teimum
atkvøddu 20 ja, meðan 613 atkvøddu ímóti sølu av
rúsdrekka.
Rúsdrekka setti eisini sín dám á tjóðskaparspurn
ingin, og eitt nú førdi Dimmalætting fram í 1906, at
málið um fráhald ella rúsdrekka átti at vera grund
arlag fyri floksbýti í Føroyum. Blaðið himpraðist ikki
við at áhaldandi brúka heitini »brændevinspartiet«
um sjálvstýrismenn og »afholdspartiet« um sam
bandsflokkin. JørgenFrantz Jacobsen, sum m.a.
var søgufrøðingur, vildi enntá vera við, at tað var
rúsdrekkamálið sum førdi til, at tjóðskaparrørslan fór í
tvíningar og bleiv partapolitisk.
Alkohol hevur altíð verið eitt eldfimt evni. Ikki minst
politiskt. Í 1973 varð aftur útskrivað
fólkatkvøða, m.a., um Føroyar skuldu hava
einkarsølu. Uppskotið fall.
Í 1980 fingu føroysku bryggjaríini loyvi til at bryggja
øl við styrki upp til 5,8 %, og í sama viðfangi varð
innflutningur av øli, sum var sterkari enn hetta,
bannaður, og gullølið var skamtað.
Í 1988 varð reglan um, at fólk skuldu hava goldið
skatt, sum síðan 1928 hevði verið treyt fyri at kunna
keypa rúsdrekka, avtikin. Í 1991 setti Løgtingið stóra
nevnd at fyrireika nýggja rúsdrekkalóg. Lítil undirtøka
var fyri at skipa fyri enn eini fólkaatkvøðu um málið.
10. mars 1992 kom »Løgtingslóg um innflutning og
sølu av rúsdrekka í Føroyum« í gildi, og í november
sama ár læt Rúsdrekkasøla landsins upp – vanliga
nevnd Rúsan.
Men hóast heitið fyri ein føroyskan parlamentslim
sambært stýrisskipanarlógini framvegis er tingmaður,
kunnu bæði kvinnur og menn sita uttandura á
ólavsøku 2007 og njóta ein svalandi drykk í túninum
uttan fyri eina matstovu. Og væntandi fara bæði
kvinnur á menn á løgtingsval um ikki so nógvar
mánaðir.
(Keldur: Rúsdrekka – siðir og ósiðir, Elin
Súsanna Jacobsen, 1995
Støðisrit um Rúsdrekka, 1973
Danmark og Færøerne, Jørgen-Frantz Jacobsen,
1927)
SØGA
Á ólavsøku í ár sleppa skeinkistøð fyri fyrstu ferð at skeinkja uttandura.
Loyvisnevndin vildi tó ikki loyva skeinking undir kappróðrinum. Annað av
støðunum, ið hevur fingið uttandura skeinkiloyvi er Hvonn, og har kundu tey
hugsað sær, at ólavsøkan var meira sjónlig í Vágsbotni
Ein góðveðursdag uttan fyri Kvonn í Vágsbotni