Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 141 - 25. juli 2007 Vælumtókta Ævintýraferðin er aftur á skránni í ár. Við spæli, sangi og gandi verða børn og vaksin førd inn í ein heim, har øll læra okkurt sjónleikur Petur Háberg petur@sosialurin.fo Saman við Búa Dam er Dánj­al á Neystabø upphavs­ maður at Ævintýraferðini. Hugskotið til leikin fekk Dánj­al, tá ið hann gekk á tónleikaraskúla í Svøríki. Har var hann við í einum líknandi proj­ekti, og helt hetta vera nakað, ið føroysk børn eisini áttu at upplivað. – Eg haldi ikki, at nakar líknandi tónleikasj­ónleikur var í Føroyum tá. Og tá ið eg sá, hvussu væl tað rigg­ aði har, helt eg tað vera stuttligt, at taka tað við heim aftur, sigur Dánj­al og fekk síðani Búa Dam við upp á tað. Ferðirnar vóru so væl móttiknar fyrsta árið, at teir báðir avgj­ørdu, at fara á ferð árið eftir eisini. Undir­ tøkan hetta árið var enn betri enn undanfarna ár, og soleiðis hevur gongdin ver­ ið øll trý árini. Síðani leikurin byrj­aði fyri fýra árum síðani, hava teir báðir havt ein eyka leik­ ara aftrat sær. Fyrsta árið var tað Beinta Clothier, síð­ ani Hallur Johannesen og í fj­ør var tað Sofía Nolsøe. Í ár er tað Gunnvá Zacharias­ sen, ið fer at hj­álpa garpu­ num á ferð. Reyður tráður við leysum endum Búi og Dánj­al hava hini árini sj­álvir funnið uppá sj­ón­ og tónleik, og í ár verður einki øðrvísi: – Gj­øgnum árið práta vit saman og skriva niður hug­ skot, sum vit fáa. Tá ið so summarið nærkast, seta vit okkum niður og leggj­a til rættis. Alt tilfar er okkara egna, og somuleiðis allir sangirnir. Hvat er tað, ið ger leikin so væl umtóktan og áhuga­ verdan hj­á børnum? – Eg haldi, at tað er hetta við at verða drigin við í ein annan heim. Tey taka ein virknan lut í tí sum hendir, og gj­øgnum leikin er alla tíð eitt samspæl millum okk­ um leikarar og børnini. Til dømis so kunnu vit syngj­a ein sang, har børnini skulu koma við dj­óranøvnum ella okkurt líknandi. – Leikurin er rættiliga skipaður í byrj­anini, men so hvørt sum hendinga­ gongdin líður, verður loyst eitt sindur og børnini koma uppí. Summar tíðir halda børnini á fram at spæla, meðan vit sníkj­a okkum avstað. – Men tað er alla tíð ein reyður tráður gj­øgnum sýn­ ingina, soleiðis at børnini merkj­a, at tey eru á eini ferð, sigur Dánj­al, ið gleðir seg til at ferðast við børnu­ num. Einki ‘antin ella’ hjá børnum Men tað eru ikki bara børn­ ini, ið fáa nakað burturúr: – Tú trýrt tí ikki, men vit sum framføra fáa ómetaliga nógv burturúr sj­álvi. Børn eru so ótrúliga erlig og fj­ala ikki tað, sum tey halda. Um tey halda, at leikurin er rot­ in, so siga tey tað. Og tað haldi eg vera frálíkt. – Vit vaksnu er oftani í so røsk til at síla frá og bangin fyri at miseydnast. Vit halda eitt sindur aftur og leypa ikki í við báðum beinum, um tú skilur hvat eg meini. Hj­á børnunum er tað antin ella. Antin er man við ella ikki. Og tað er hugkveikj­­ andi, sigur Dánj­al, ið gleðir seg til at ferðast við børnu­ num. – Børn eru so ótrúliga erlig og fjala ikki tað, sum tey halda. Um tey halda, at leikurin er rotin, so siga tey tað. Og tað haldi eg vera frálíkt. Dánjal á Neystabø tíðindi SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 Ein ferð fyri øll Við sangi, gandi og spæli hava Dánjal og Búi rúnarbundið nógv føroysk børn við teirra Ævintýraferð Ævintýraferðin Leikarar: Búi Dam Dánjal á Neystabø Gunnvá Zachariassen Sýningar: 27. juli kl. 16 og kl. 18 28. juli kl. 16 og kl. 18 29. juli kl. 16 og kl. 18 30. juli kl. 16 og kl. 18 31. juli kl. 16 Les meiri um Ævintýraferðina á: www.avintyraferdin.com – Vit kunnu læra nógv av børnunum, sigur Dánjal á Neystabø