mikudagur 25. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 141 - 25. juli 2007
Við bussi undan vatnflóð
Føroysku skótarnir fóru í gjárkvøldið við bussi til Skotlands, har tey
skulu ferðast til fríggjadagin. áarføri hevur verið í Suðuroynglandi,
vatnið er fløtt um áarbakkarnar, og fólk eru flutt við tyrlu úr húsum
teirra. Spenningurin var stórur, um hetta fór at ávirka ferðina hjá
skótunum, men tíbetur kom ringasta regniðikki til Skreens leguøkið,
har skótarnir hava gist síðani fríggjadagin. 1. Lið kom um 12-tíðina
týsdagin – nógv seinkað – til Glasgow, har tey hava fingið innivist í
einum skótahúsum. 2. Lið kom enn meira seinkað til Dundee umleið
kl 14 og verð innkvarterað hjá skotskum skótafamiljum og hava har
notið stóran blíðskap.
Eitt skótalið úr
Føroyum er á ferð
í Bretlandi. Tey eru
nú í Skotlandi, og
tey sluppu undan
nógva áarførinum,
sum hevur verið í
Suðuronglandi
SKÓTAR
Tíðindabræv
Fríggjadagin
20.
juli
klokkan 5.15 á morgni fór
bussurin frá KFUK í Havn
og
setti
kós
móti
flogvøllinum í Vágum. Tey,
ið ikki komu við bussinum
møttu okkum har. Ferðin til
Standsted
Airport
gekk
væl, og vit komu í øllum
góðum til Skreens Park, har
vit skuldu sova tríggjar
nætur.
Á flogvøllinum í Stand-
sted skiltust vit við IST’arar-
nar (6 dreingir). Teir skuldu
møtast við donsku IST’ar-
arunum, og ferðast runt í
Onglandi við teimum í
nakrar dagar áðrenn teir fara
á jamboreeina at arbeiða.
Skreens Park er ein stór
park, ið ensku skótarnir eiga.
Tað er eitt stórt grønt umráði
við møguleikum fyri nógvum
ymiskum virksemi. Hesar
dagarnar, vit hava verið her,
hava skótarnir skotið við luft-
byrsu, siglt í kajakk og bygt
2 tunnuflakar. Tá ið vit sigldu
í kajakk fekk meginparturin
av skótunum og ein leiðari
karm.
Sunnudagin vóru vit á
Brownsea Island, ið er ein
oyggj uttan fyri býin Poole
í suður Onglandi. Tað var á
hesi oyggj at fyrsta skóta-
legan var í 1907.
Vit búgva langt frá oynni,
so ferðin byrjaði tíðliga um
morgunin, kl. 6.00 fóru vit
við bussi. Strangar reglur
eru fyri hvussu leingi ein
bussførari má koyra uttan
steðg, so vit nýttu høvi í
steðginum fyri fyrstu ferð á
túrinum, at keypa enskt
góðgæti og annað.
Tað tekur 10-15 min. at
sigla út til Brownsea Island
frá Poole. Oyggin er friðað
og tað krevur eitt loyvið at
sleppa út á oynna. Hon er
knappar 2 km long og 1 km
breið. Á oynni er eitt ríkt
fuglalív og fleiri hús har ein
kundi standa og eygleiða
fuglarnar. Eisini gingu vakr-
ir páfuglar fríir runt og
spákaðu.
Oyggin verður umsitin av
National Trust sum umsitur
øll náttúru økir í Onglandi.
Ikki allir skótar eru líka
fegnir um hetta. Áðrenn
National Trust fór at umsita
oynna vóru tað bara skótar,
sum sluppu út á oynna, men
nú kunnu øll bíleggja sær
ein túr.
Ein lítil vøkur kirkja er á
oynni og á knæskamlinum
eru broderaðar pútur við
skótamerkjum frá øllum
jamboreelegum.
Runt í parkini vóru skilti
sett upp við ymsum upplýs-
ingum um m.a. fyrstu leg-
una og Baden Powell. Á ein-
um av hesum skiltum lósu
vit, at ein partur av skránni
á leguni var, at tað skuldi
vera tøgn frá 13-14.15.
Vit tóku felagsmynd við
minnissteinin sum er reistur
á oynni.
Á Brownsea Island vóru,
umframt okkum, skótar úr
øðrum londum og vitjaðu.
Onkur føroyskur skótaleið-
ari møtti einum skótaleiðara,
sum hann hevði verið á legu
við fyrr. Eisini skuldu heils-
ur berast til aðrar skótar í
Føroyum.
Tætt við staðið, har legu-
økið hjá teimum fyrstu skót-
unum á Brownsea Island
var, fyrireikaðu fólk jubile-
umsleguna. Á jubileumsleg-
uni, sum varar tríggjar dagar
verður ein skóti frá hvørjum
landi og tað er Eik Óladóttir
Gullbein, sum verður tann
føroyski skótin, ið sleppur
við á hesa leguna.
Tann 1. august verður
100 ára jubileumshaldið
hildið, og tá fáa skótar kring
allan heim høvi at síggja
myndir frá skótaleguni á
Brownsea
Island.
Stór-
skíggjar verða eisini settir
upp á sjálvari jamboreeini.
Í kvøld 23. juli klokkan
22.30 koyra bussar við
liðunum, Munin og Hugin,
til Skotlands har Home
Hospitality
verður.
Vit
skulu koyra alla náttina og
koma til ávikavist Glasgow
og Dundee tíðliga á morgni.
Home Hospitality varar
tríggjar dagar, har vit búgva
hjá vertsfamiljum, og koma
at uppliva Skotland og
skotska skótalívi.
Nýtt frá Jamboreeferðini:
Skótarnir eru nú í Skotlandi
Legubálið er um at verða liðugt
Felagsmynd við minnissteinin hjá Lord Baden Powell á Brownsea Island
Oyggin sæð frá sjónum