týsdagur 24. juli 2007síða 94
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
94
Í taskuna ólavsøku
❒❒ Sólbrillur
❒❒ Lummaserviettar
❒❒ Visa-kort
❒❒ Kontantir
❒❒ Alcohol gel
❒❒ Fartelefon
❒❒ Tyggigummi
❒❒ Tannbust
❒❒ Spegl
❒❒ Sminku
❒❒ P-mate
❒❒ Hárklemmur
❒❒ Sikkurheitsnál
❒❒ Fartelefon
KLUMMA
Kári Mikkelsen
N
ú er tað soleiðis, at tað bert eru
365 dagar í árinum, burtursæð frá
skotári, tá ein dagur legst afturat. Tí
eru føðingardagarnir hjá okkum 48.000
sálum í Føroyum, eins og hjá øllum
øðrum heimsins búgvum, sjálvandi
býttir út á hesar dagarnar. Runt roknað
merkir hetta, at 130 føroyingar í meðal
hava føðingardag hvønn einasta
dag í árinum. Soleiðis eru nógvir
føðingardagar heilt natúrligt eisini um
ólavsøkuna.
Ein teirra, ið fallið er í lut at fylla sjálvan
tjóðarhátíðardagin, er undirritaði.
Sum smádrongur kendi eg dagin als
ikki sum nakran hátíðardag, men púra
mótsatt. Helt meg vera óhepnan at
vera føddan ein slíkan dag, men so
hvørt árini løgdust til, tók eg hetta sum
ein fyrimun. Hví soleiðis var, skal eg
sjálvandi koma inn á.
Tá eg gekk í barnaskúla í heimbygdini,
upplivdi eg tað at vera komin til verðina
sjálvan ólavsøkudag sum tvífalt keðiligt.
Fyri tað fyrsta tí føðingardagurin liggur í
summarfrítíðini, og fyri tað næsta, tí so
nógv stungu av til Havnar á ólavsøku,
og tí ikki kundu koma í føðingardag.
Sostatt var dagurin ikki einans skerdur
á heimafrontinum, men kundi heldur ikki
feirast í skúlanum, tí bæði floksfelagar
og eg høvdu frí. Tað var ikki sørt, at eg
øvundaði teimum, sum fingu fyrimunir
av at fylla í skúlanum. Hetta merkti
millum annað, at flokslærarin las
søgu og gjørdi dagin hugnaligan fyri
føðingardagsbarninum. Men har varð
onki til mín og hinar av floksfeløgunum,
ið vóru líka »óhepnir« sum eg at fylla
í summarferiuni. Ein av teimum var
landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen,
ið er ein dag yngri enn undirritaði.
At eg helt tað vera tvífalt óheppið at
vera føddur sjálvan ólavsøkudag, komst
av, at so nógv tóku tjóðarhátíðina fram
um føðingardagin hjá mær. Hetta var
torført at skilja tá, men sum hálvvaksin
byrjaði at ganga upp fyri mær, at nokk
vóru køkurnar hjá mammu góðar, men
kappast við alt tað spennandi, sum
ólavsøkan hevði at bjóða uppá, kundu
tær altso ikki.
Tó, rætt skal vera rætt. Onkur omma,
mostir, systkinabarn ella vinmaður
plagdu at koma, áðrenn teir vóru gamlir
nokk til eisini at sleppa til Havnar. Og tá
var eg sjálvur tað eisini.
Komin í tannárini var frestingin og
gleðin við sjálvur at sleppa á ólavsøku
størri enn missurin við einum ófeiraðum
føðingardegi.
Uppvaksin beint omanfyri Toftagjógv,
har ferjulega er ella var, og har Tróndur
legði at, var bæði skjótt og lætt at koma
til Havnar. Ikki tí, mamma gjørdi ein
stóran innsats fyri at gera føðingardagin
so góðan og hugnaligan, og tað
eydnaðist eisini væl í barnaárunum.
Sum fráleið vandi eg meg eisini við,
at 29. juli júst var spennandi, tí tað
var ólavsøka. Kom tí sjálvur at seta
stóran prís upp á ólavsøkuna, sum
síðani eg fylti 14 ár og fram til dagin í
dag, næstan ongantíð er farin framvið
uttan mína luttøku. Tá alt kemur til
alt, havi eg helst tikið tjóðarhátíðina
uppaftur sterkari til mín, júst tí hon fall
á føðingardegnum.
Soleiðis lærdi eg altso at halda nógv
av ólavsøkuni og geri tað framvegis.
Havi oftani tikið til, tá fólk ynskja mær
tillukku og spyrja, um eg haldi nakra
føðingardag. »Ja, hann verður sum
vanligt hildin á Vaglinum. Har vera nógv
onnur, so komið endiliga!«.
Skemt til síðis, so hevur serliga mín
góða vermóðir, tey árini vit hava búð
í Danmark, men hava verið heima
í summarfrí, lagt hús til ólavsøku
føðingardagin. Eisini systir mín í Hoyvík
hevur onkuntíð staðið fyri »skotum«.
Ivist ikki í, at júst tí føðingardagurin
fellur á ólavsøku, hevur hann verið
nakað serligt, tí øll eru í veitsluhýri. Ikki
minst undirritaði.
Góða Ólavsøku. Eisini tit, sum hava
føðingardag hesar frálíku dagar.
Nær eg eri føddur …
á ólavsøku, sjálvandi!
Hon:
❒❒ Knív
❒❒ Plástur
❒❒ Tannsteytarar
❒❒ Feittstift
❒❒ Munnspray
❒❒ Tendrara
❒❒ Hítir
❒❒ Lyklar
❒❒ Fartelefon
Hann:
Í lumman
Mynd: Sunva Ey. Lassen
Mynd: Sunva Ey. Lassen
Mynd: Sunva Ey. Lassen