mikudagur 25. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 141 - 25. juli 2007
tíðindi
-at royndarframleiðslan á
Rosebankfundinum skamt
frá markinum hevur verið
væleydnað sigur Sigurð
í Jákupsstovu, stjóri á
Jarðfeingi
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Ein av teimum, sum alla tíðina hevur
eitt vakið eygað við øllum tí, sum fer
fram á Atlantsmótinum og her ikki
minst heystan fyri miðlinjumarkið
millum Føroyar og Bretland, og ser
stakliga tá talan er um boring og
royndarframleiðslu, er stjórin á Jarð
feingi, Sigurð í Jákupsstovu. Hóast
hann longu fekk gleðiligu boðini um
Rosebankfundið fyri skjótt trimum
árum síðani, so koma seinastu
útmeldingarnar frá Chevron sera væl
við, nú vit eru við at fyrireika enn
eina útbjóðing á landgrunninum.
– Tað er sera positivt, sum hendir
hinumegin markið, og at man nú í
eini royndarframleiðslu sær, hvussu
nógv brunnurin framleiðir. 6000
tunnur um dagin eru sera góð tøl, tá
hetta er ein royndarframleiðsla.
Hetta sigur tó einki um trýstið í
brunninum, sum kann siga nakað
um, hvussu hann framleiðir uppá
longri sikt. Hetta vilja teir helst einki
siga um enn. At oljan er góð og løtt
og løtt at framleiða, tí hon flýtur væl,
ljóðar eisini sera positivt sigur Jarð
feingisstjórin.
Hann vísir á, at endamálið við
slíkari royndarframleiðslu og boriætl
an er eisini at fáa eina hylling av,
hvussu stórt fundið er, og tað sigur
tíðindaskrivið frá Chevron einki um.
Næsta stigið er so við verandi data
og úrslitinum av tí 3. avmarkingar
brunninum at finna fram til á hvønn
hátt tú skal byggja feltið út. Tað er
eina sera stór avgerð at fastseta á
hvønn hátt tú vil útbyggja fundið, og
tí hava avmarkingarbrunnarnir so
stóran týdning sigur stjórin í Jarð
feingi, sum sjálvur hevur útbúgving
sum reservoirverkfrøðingur.
Gott fyri útbjóðingar
Sigurð í Jákupsstovu vísir á, at stóru
nýggjheitina fingu vit í 2004, tá
Chevron rakti við olju á hesi leið.
Nú er tað so staðfest, at har er góð
olja, og spurningurin er so at meta
um, hvussu nógv er til.
Hetta er sjálvandi gott fyri leiting
ina á føroyska økinum, tí vit halda
okkum vita, at jarðfrøðin hjá okkum
kanska minnir um løgini, har olja er
funnin hinumegin markið. Tað er
eisini spennandi at síggja, hvat fer at
henda í loyvinum á føroyskum øki,
sum somu fýra oljufeløg hava fingið
tillutað. Tey eru Chervron, Statoil,
OMV og DONG, og tey fara í næst
um at skjóta seismikk har, ið so aftur
kann gerast tað, sum skal til fyri at
fara undir eina boring í 2008 ella
árið eftir.
Sigurð í Jákupsstovu heldur tað
vera áhugavert at býta merki í, at
nettupp hetta sama fundið, Rose
bank, varð tað, sum fekk feløg at
søkja um loyvi í 2. útbjóðing á land
grunninum, og at góðu tíðindini frá
royndarframleiðsluni á somu leið nú
enn einaferð kunnu vera orsøkin til,
at fleiri feløg fara at søkja um loyvi í
3. útbjóðing, sum verður í vetur. Tvs.
at eitt oljufund í bretskum øki og
leitingin har er tað, sum í løtuni
drívur verkið her hjá okkum.
Tá olja er funnin so nær markinum
sum 8 fjórðingar, so eru sannlíki
eisini fyri, at oljan eisini er okkaru
megin markið, tó at 8 fjórðingar í
oljuhøpi er ikki heilt lítið. Uppá fyri
spurning um møguleiki ikki er fyri,
at Rosebankfundið gongur inn á før
oyskt øki sigur stjórin á Jarðfeingi,
at tað hava teir ongar metingar um í
løtuni.
31. juli koma umboð fyri øll olju
feløgini, sum eru við í leitingini við
Føroya, á fund við Jarðfeingi at tosa
um gongdina higartil, verandi treytir
og 3. útbjóðing. Um sama mundið
verður stór jarðfrøðilig ráðstevna í
Føroyum.
Sera positivt fyri Føroyaø
Væleydnað royndarframleiðsla á
Rosebankleiðingi skamt frá markinum
Mynd Chevron
Transocean Rather ruddar
slóð fyri leiting við Føroyar. Í
november borar sami pallur
fyri BP á Williamleiðini inni á
landgrunninum
Mynd Chevron