mikudagur 25. juli 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 141 - 25. juli 2007 ]
Súkkla á ólavsøku
Fríggjakvøldið skipar TSF fyri súkklukapping á Hálsi í Havn,
har kappast verður í átta ymsum bólkum. Gentur og dreingir
kappast í trimum ymsum aldursbólkum hvør, og hartil verður
eisini kapping fyri unglingar og vaksin. Øll tey, ið ætla at vera
við í súkklukappingini møtast á Heykavegi, har, ið byrjað og
endað verður. Kappast verður í býarkoying. Teinurin er:
Heykavegur - Staravegur - Falkavegur - Tjaldursvegur -
Heykavegur.Vaksin og unglingar súkkla kl 18.30 og 50
minuttir fram + ein umgang. Barnakappingarnar byrja kl
19.30. Tað er krav, at súkklararnir nýta hjálm fyri at luttaka í
kappingini. Tilmelding til kappingina er á staðnum ein tíma,
áðrenn kappingin byrjar.
Byrjar 1. august
Brian Marshall, ið skal lyfta arvin eftir Jón Bjarnasyni
sum landsliðsvenjari í svimjing, tekur við nýggja starvi
sínum 1. august. Talan er um samstarv millum føroyska
og íslendska svimjisambandið, og fer hann altso at virka
sum venjari í tveimum ymsum londum. Fyrsta uppgávan,
sum Brian skal standa á odda fyri svimjihaldsliðnum, er
NJM, ið verður í Føroyar fyrstu dagarnar í desember
mánaði. Tvær vikur seinni verður EM á stuttbana hildið í
Ungarn.
Seinasti dagurin, sum
flytingarvindeygað
var opið, fór illa við
HB, sum eisini má
vera Jákup á Borg fyri
uttan
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sammett við fyrra dystin
móti íslendska FH, so verð-
ur tað eitt skert HB-lið, sum
klokkan 19 í kvøld fer á
vøllin móti íslendska FH.
At Christian Høgni Jacob-
sen er farin aftur til NSÍ er
sjálvandi stórur missur fyri
liðið, har breiddin eisini er
skerd við missinum av Pæt-
uri Jørgensen, Svend F.
Jacobsen og Bárður Mittel-
stein.
Hartil kemur, at Jákup á
Borg ikki verður við í hóp-
inum í kvøld. Liðskiparin
hjá HB hevur alt árið drigist
við ein skaða í lærinum, og
nú eru boðini, at talan verð-
ur um longri steðg, soleiðis
at lærið veruliga fær tíð at
koma fyri seg.
Á pluss-síðuni telur sjálv-
andi, at Rógvi Jacobsen aft-
ur er tøkur, eftir at hann hev-
ur sitið sítt leikbann av sær.
Og móti kropsliga sterku
íslendingunum er tað sjálv-
andi ein góður stuðul hjá
HB.
Hóast teir í fyrra dystinum
taptu 4-1, og harvið eru at
kalla avskrivaðir undan sein-
na dystinum, so er málið
hjá HB avgjørt, at teir skulu
hava stig burtur úr dystin-
um.
Vit vilja fyrst og fremst
reisa okkum eftir dygga
ósigurin í Íslandi. Tí somik-
ið nógv betri enn vit vóru
teir ikki. Fyri sjálvsálitið í
hópinum hevur ein sigur
eisini nógv at siga, eins og
tað eisini hevði sæð betri út
á pappírinum. So sigurin er
avgjørt tað, sum vit fara eft-
ir,
sigur
HB-málverjin,
Tróndur Vatnhamar.
Dysturin í kvøld verður
spældur á Tórsvølli, og fins-
ki Petteri Kari blæsur fyri
fyrstu ferð í floytuna klokk-
an 19.00.
U17 klárt
til NM
Fyrst í august mánaði
skal
føroyska
U17-
landsliðið
í
fótbólti
dystast um NM-heitið.
Kappingin í ár verður í
Vejle, og ólavsøkuaftan
fer føroyska ferðalagið
úr Føroyum til Billund.
Upphitingin til NM-
kappingina gekk fyri
seg í Aberdeen, har Før-
oyar vunnu kappingina,
so talan er um ein hóp
við góðum sjálvsáliti,
sum nú fer avstað.
Venjarar hjá liðnum
eru Pætur Clementsen
og Finn Johannesen, og
hava teir tikið út hesar
18 spælararnar. Thomas
J.
Thomsen,
Hallur
Hansson, Kristin R.
Mouritsen, Jógvan Rói
Davidsen HB, Teitur
Gestson, Sørmund Kal-
sø, Dánjal Pauli Lervig
KÍ,
Heini Vatnsdal,
Hanus Mortensen, Mik-
al Jespersen VB/TB,
Jóan Símun Edmunds-
son
B68,
Róaldur
Jacobsen B36, Viljorm-
ur Davidsen, Karl Løk-
in, Monrad H. Jacobsen
NSÍ, Bjarti Hansen, Eli
F. Nielsen FSV04, Jens
M. Jensen EB/ST.
Umframt teir báðar
venjararnar eru Rúni
Heinesen, ferðaleiðari,
Andras Thomsen, lið-
leiðari, Fanny Kruse,
fysioterapeutur og Lars
Müller, sum er dómari,
eisini við á ferðini.
-mørk
Tá seinasta fjallaetap
an í dag varð skotin
ígongd, var hetta und
ir kraftigum mótmæl
um frá teimum frons
ku og týsku liðunum,
sum eru við í Tour de
France
Súkkling
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tey seks fronsku og tey
bæði týsku liðini mótmæla,
at tað eru fleiri lið, sum
hava súkklarar á liðnum,
hóast hesir eru undir illgru-
na fyri nýtslu av stimbrandi
evnum. Tað verður ikki sagt
beinleiðis, men eingin ivi
er um, at ónøgdin serliga er
vend móti Rabobank og
danska Michael Rasmussen.
Maðurin í gulu troyggjuni
er ikki testaður positivur
fyri doping-nýtslu, men lut-
takandi liðini á Tour’inum
gjørdu fyri tveimum árum
síðani avtalu um, at einki
lið skuldi hava súkklarar á
liðnum, sum vóru undir ill-
gruna fyri dopingnýtslu.
Tað ljóðar eisini, at somu
átta liðini fyri fleiri døgum
síðani høvdu fund. Har var
felags niðurstøðan, at Rabo-
bank átti at tikið Michael
Rasmussen av liðnum, tá
hesin ikki hevur givið røttu
fráboðanirnar til altjóða
doping-eftirlitið.
Sjálvur tykist Rasmussen
tó ikki at leggja nakað í het-
ta. Hann súkklar framvegis
í gulum, og kemur hann
heilskalaður úr dagsins eta-
pu, er ilt at síggja, at nakar
annar súkklari í feltinum
skal hótta samlaðu odda-
støðu hansara. Næstur Ras-
mussen er spanski Alberto
Contador, sum súkklar fyri
Discovery Channel. Eisini
hann er seinastu tíðina
skuldsettur fyri nýtslu av
doping, men heldur ikki
hann er tó testaður positi-
vur.
Skert HB-lið spælir fyri æruni
HB-liðskiparin, Jákup á Borg,
ætlar nú at fáa sær nakað
av hvíld, soleiðis at argandi
lærskaðin kann fáast burtur
Savnsmynd/álvur
Protest-súkkling á Tour’inum
Bæði Michael Rasmussen,
sum her sæst í gulum, og
Alberto Contador, sum sæst
í hvítum, eru undir illgruna
fyri doping-misnýtslu. Og
tað fær nú fleiri av hinum
liðunum í Tour de France at
mótmæla
Mynd: Polfoto/AP
Tað gekst bara heilt væl,
tá føroyska U17-liðið
hitaði upp til NM-
kappingina við sigri
í Aberdeen Football
Festival
Mynd: www.football.fo