Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 141 - 25. juli 2007 90 ára føðingardagur Týsdagin 31. juli verður Gerda Skaale, Tórshavn, 90 ár. Dagurin verður hildin í Bridgehúsinum í Gundadali frá kl. 12.00–15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ár føðingardagur Leygardagin 4. august verður Elly Niclasen, Klaksvík, 85 ár. Dagurin verður hildin hjá Karolinu og Fischer, Geilin 1, frá kl. 16 til 21. Hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagar Mikudagur 25. juli verður Signhild Berthelsen, Fuglafirði, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá ommudóttrini Fridrikku Kjeld frá kl 18. Fríggjadagin 27. juli fyllir Christian D. Hansen, ættaður úr Skálavík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Sleipnisgøtu 11 frá kl. 19. 70 ára føðingardagur Mikudagin 1. august verður Eli Patursson Dalheim, Norðragøta, 70 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum . 65 ára føðingardagar 2. august fylla tvíburasystrarnar Oddvør Dam og Lena Rasmussen 65 ár. Lena hevur opið hús á Verkstaðnum Vón á Argjum ólavsøkuaftan millum kl 10-14. Oddvør hevur opið hús heima á Hvítanesvegnum 17 tann 3. august frá kl 19. Øll eru vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin tann 07.08.2007 hava Jóhanna og Ólavur Johannessen, Klaksvík, silvurbúdleyp. Vælkomst verður í K.F.U.M og K., Klaksvík kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 18. august hava Jógvan og Marta silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Samljóð í Skopun. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 1. august á tlf. 361390. Brúdleyp Fríggjadagin 27.07.07 kl. 15.00 giftast í Havnar kirkju Lív Sissal Riise úr Bergen og Leon Erik Heinesen úr Sørvági. Døgurði verður fyri innboðnum kl. 16.00 á Hotel Hafnia. Kl. 20.00 verður nátturði á Hornavegi 3, Hoyvík. Øll eru hjartaliga vælkomin! Mikudagin 1. august kl. 13.00 giftast í Vesturkirkjuni Bjarta Reginsdóttir av Húsabrúgv, Argir, og Kartin Christiansen, Norðdepil. Veitsla verður fyri innbodnum kl. 18.00 í Bygdarhúsinum í Leirvík. Opið hús verður hósdagin 2. august eftir kl. 16.00 í Reynstúni 24 á Argjum, har øll eru hjartaliga vælkomin. 2. august giftast í Havnar kirkju Ragnheiður Bogadóttir, Tórshavn og Annfinnur Heinesen, Klaksvík. Um kvøldið verður brúdleyp fyri innbodnum á Hotel Føroyum. Leygardagin 4. august giftast Marianna Wang Jacobsen úr Sørvági og Hans Olsen úr Leirvík. Vígslan verður í Leirvíkar kirkju kl 16:00. Veitslan verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19:00. 11. august kl. 15.00 giftast í heiminum í Miðvági Jonrid Mikkelsen og Fróði Clementsen. Veitslan verður í SÍF- húsinum kl. 19.00. Leygardagin 4. august giftast Jacoba Jensen og Niels H. Biskopstø, bæði úr Klaksvík. Vígslan verður í Betesda kl. 15.00. Veitslan verður fyri innbodnum í Skálanum kl. 18.00. Eftir kl. 22.00 verður vælkomst. heilsanir Góði Signar Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum 25. juli. Jesus pápi signi framtíð tína. Vit elska teg. Heilsan mamma, babba, Petur, Jóhan og Sára Góða Turið mostir Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 26. juli. Heilsan frá okkum, Elna Góða mamma Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum. Muss og klemm. Guðrun og Leivur Góða mamma Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum. Alt tað besta í framtíðini. Muss og klemm. Lív og Luddi