Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 142 - 26. juli 2007 Daprir shoe-gaze’arar kappaðust við sólina og vunnu G! Meinhard Jensen Petur Pólson er undarliga ansettur, men tað hava føroy­ ingar vant seg við. Nýgiftur og glaður sang hann um at vera bangin innaní og bað publikum halda seg langt vekk við einum greiðum boðskapi á t­blusuni. Ella var tað kanska ein boðskap­ ur til alt hitt illa. Teir spældu onkrar av teimum bestu frá ”Koma”, men tað var eisini nógv nýtt av fløguni, sum fer at koma út. Tónleikararnir eru hinir somu sum á ”Komu,” og tað er bara gott, tí at sjálvt um teir ikki spæla saman so ofta, so eru teir eftirhondini millum teir best saman­ spældu í føroyskum høpi. Nógv av tónleikinum byggir á samstarvið millum gittaristarnar báðar, Eiler og Boga, sum eisini hava bygt stóran part av tónleikinum upp. Teir umframt Petur hava spælt saman í fimtan ár. Sandurin var ikki rokaður við fólki, men fólk fóru væl nøgd avstað, niðanaftur á spæliplássi, tó spyrjandi hvørt annað, hví ein so góð konsert við einum bólki, sum spælir so sjáldan, ikki kann vera longri enn so. Ljóðið var eisini gott, og tað hevur nógv at siga, tí har sker so nógv í tónleikin­ um hjá Petur Pólson Band. Teir spæla shoe­gaze rokk, har sum teir skrúva upp á pedalir næstan líka nógv, sum teir sláa streingir­ nar. Tað var í harðari kapp­ ing við sólina, at teir royndu at skapa dámin, har sum tað eigur at vera myrkt og kval­ ið og inni, men tað riggaði væl, úti. Bestu løgini vóru tað fyrsta, ”Fremmandur,” og tað síðsta, eitt nýtt, við fýra gittaristum. Høgni hevði eina megnar konsert, har áhoyrarnir fingu tað, teir ynsktu; eina hugnaliga løtu G! Snorri Danielsen Høgni Lisberg fekk ta æru at spæla beint eftir stóru songløtuna fyri einari mann­ fjøld, ið ætlaði sær at hava eina stuttliga løtu saman við tónleiki. Tí hevði tað ikki verið neyðugt hjá Høgna at gjørt nakað megnar avrik, fyri at fólkið skuldi fáa eina góða uppliving. Men Høgni lever­ aði. Frá fyrsta sangi var pall­ urin fullur av vælljóðandi, melodiskum, kenslufyltum tónleiki, sum fekk áhoyrarar at dansa, hoppa, siga åhh og syngja við. Áðrenn konsertina ivaðist eg, um Høgni fór at hava nakað nýtt tilfar, ella um hann bara fór at spæla løg av gomlu, slitnu, og nakað yvirspældu fløguni “Morn­ ing Dew.” Til gleði fyri meg og aðrar áhoyrarar hevði hann nýtt tilfar ímillum teir gomlu slagararnar. Serliga dámdi mær væl sangin “Side of the Road. Tó má sigast, at sjálvt um summir sangir hjá Høgna eru nakað yvirspældir, so virkaðu teir við til, at kon­ sertin var so væl eydnað, sum hon varð. Fólk vildu sleppa at murra, syngja og rópa. Tað sluppu tey eisini. Onkur hevur nokk staðið í einum horni og funnist at onkrum tekniskum, sum er ov háfloygt hjá mær at skilja ella hoyra. Tað ger onkur altíð. Men fyri okk­ um vanligu var upplivingin fantastisk. Góður tónleikur, góð løg, gott lag og ein mannfjøld og eitt orkestur, sum vildi hava eina góða uppliving á G! Stóra songløtan við Høgna Petur og sólin skinu Síðsti bólkur á palli fríggjakvøldið var franska duo’in Pravda G! Petur Háberg petur@sosialurin.fo Spæliplássið var rættilig­ ani fult, tá ið Pravda, eitt sindur seinkað, trinu á pall. Talan er um eina duo, ið telur eitt mannfólk og eina kvinnu. Tónleikurin verður kall­ aður elektropunk, og tað var ferð á frá fyrsta tóna. Tíverri hoyrdist næstan eingin bassur (botnur) at byrja við, so ljóðið var eitt sindur hvast og tunt. Okkurt lagið var gott og okkurt annað minni gott. Millum væleydnaðu løgini vóru Enter Sandman hjá Metallica og Ace of Spades hjá Mötorhead, sum Pravda høvdu peppað eitt sindur upp. Men nógv av løgunum vóru ikki meiri enn miðal­ góð og fangaðu ikki. Sue, sum er kvinnuliga helvtin av bólkinum, var avgjørt tann meiri spenn­ andi og áhugaverda av teimum báðum. Hun dugdi væl at spæla síni ljóðføri og at upptraðka. Hon gjørdi ein hálvan vørr, tá ið hon mitt í fram­ førsluni blakaði T­skjúrt­ una. Undir henni hevði hon bert eitt sindur av klistribandi fyri bringuna. Sjálvur helt eg ikki, at tað var so heitt hesa náttina, men tað gjørdi hon eftir øllum at døma. Sum heild ein fín fram­ førsla, men ikki so ótrúliga nógv at skriva heim um, eftir mínum tykki. Nógv føroyskt var munandi betri. Franskur frekleiki Kontrykongurin á Fjarðafestivalin Flestir føroyingar kenna navnið Magni Christiansen. Hesin kovboy’­ arin hevur nú í mong ár verið sera væl dámdur millum føroyingar. Magni hevur útgivið heili fimm fløgur, og hava hesar eisini verið sera væl móttiknar. Men tað heilt serliga vid seinastu útgávuni, er at hon er upptikin í sjálvum kontry heimstaðnum Nashville saman við heimsins bestu kontrytónleikarum. Magni Christiansen fer at fram­ føra við sera góðum tónleikarum á ársins Fjarðafestivali, so tað er ikki at gloyma kovboyhattin og stivlarnar, tá Magni og bólkur hansara fara at spæla kontry í Skálabotni. Heine á Fjarðafestival Eftir eina frálíka framførslu í fjør, verður aftur møguleiki at hoyra Heina Lützen í ár. Umframt at spæla á Summarfestivalinum, so verður eisini møguleiki at hoyra Heina Lützen á Fjarðafestivalinum. Heine er uttan iva millum mest týðandi kristnu sangarunum í nýggjari tíð. Frá døgunum í Samsint til nú hevur hann verið í gongd, og á Fjarðafestivalinum í fjør sóu vit, at Heine rokkaði sum aldrin fyrr. Fjarðafestivalurin er í døgunum 23.­25. august, og verður hildin á økinum hjá Kelduni í Skálabotni. Petur sang um at vera bangin innaní og bað publikum halda seg langt vekk við einum greiðum boðskapi á t-blusuni. Ella var tað kanska ein boðskapur til alt hitt illa. Mynd: Sunva Eysturoy Lassen Frá fyrsta sangi var pallurin fullur av vælljóðandi, melodiskum, kenslufyltum tónleiki, sum fekk áhoyrarar at dansa, hoppa, siga åhh og syngja við Mynd: Rógvi Laksáfoss Sue var avgjørt tann betra hálvan av bólkinum. Hon dugdi væl at spæla síni ljóðføri og dugdi somuleiðis eisini væl at upptraðka Mynd: Sunva Eysturoy Lassen