Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 10. apríl 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 70 - 10. apríl 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 Hóast eitt sindur av kjaki um meira ell minni fullveldi, samdist landsfundur Miðfloksins leygar- dagin at stuðla landsstýrinum í fullveldistilgongdini LANDSFUNDUR John Johannessen – Vit eru frelst full- veldisfólk. Soleiðis lýsti ein av limunum í Miðflokkinum limir floksins í sambandi við orðaskiftið um full- veldistilgongdina á lands- fundinum leygardagin. Onkur av fundarluttakar- unum hevði hug at ivast eina løtu, um tað var rætt av Jenisi av Rana at stuðla landsstýrinum fult út í fullveldisstríðnum. Men fundurin samdist kortini skjótt um, at Jenis av Rana ber seg rætt at í aktuella politikkinum í sambandi við stríðið fyri føroyskum fullveldi. Hóast onkur einstakur hevði hug at ivast, var stórur meiriluti av fundarluttakarunum samdur um, at limirnir í Miðflokkinum eru frelst fullveldisfólk. Í tráð við stevnuskránna Jenis av Rana vísti fundin- um á, at fult samsvar er millum nýggjastu fullveld- isætlanina hjá landsstýrin- um og stevnuskrá Miðflok- sins. Grein 4 í stevnuskránni hjá Miðflokkinum ljóðar soleiðis: »Í øllum spurningum og avgerðum eigur føroyska tjóðin at hava fullan av- gerðarrætt og fulla ábyrgd av landsins stýri. Undir- grundin verður at yvirtaka sum føroyskt sermál«. Og grein 5 ljóðar so- leiðis: »Stuðulsveitingin úr danska statskassanum skal minkast í mun til fíggjar- og búskaparvøkstur land- sins« Alt hetta heldur Mið- flokkurin vera uppfylt í nýggjastu fullveldisætl- anini hjá landsstýrinum. Men ásannandi, at føroyska tjóðin ikki alt fyri eitt fær fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd, varð mælt til, at orðingin í grein 4 verður broytt soleiðis, at tað stend- ur, at Miðflokkurin vil ar- beiða fyri, at føroyska tjóðin fær fullan avgerðar- rætt og so fram vegis. ES í stríð við fullveldið Formaður Miðfloksins brúkti nógva tíð á lands- fundinum at greiða frá, hvussu stóra andsøgn, hann heldur vera ímillum full- veldispolitikkin hjá sam- gonguni og arbeiði hennara at knýta Føroyar tættari og tættari ES. Jenis av Rana vísti millum annað á, hvussu drúgv tíð er farin seinastu tingsetuna til at viðgera og seta í gildi ES lógir í Føroyum, sum spakuliga draga okkum inn í ES. Hesum var fundurin full- komiliga samdur við for- manninum í. Og tí álegði fundurin Jenisi av Rana áhaldandi at gera vart við vandan við ES og at vísa á andsøgnina í at loysa frá Danmark fyri at binda seg at ES. Miðflokkurin fer komandi tingsetu at skjóta upp broytingar í fólkaskúlalógini, so frískúlar kunnu setast á stovn og verandi skúlar kunnu halda andaktir LANDSFUNDUR John Johannessen Næmingar skulu kunna halda andakt og bøn í skúlunum. Hetta er Miðflokkurin sannførdur um, og tað ætlar hann sær at virka fyri. Tí ætlar Miðflokkurin sær komandi tingsetu at leggja fram uppskot um broytingar í fólkaskúla- lógini, so hesin rættur kann tryggjast. Eisini skal lógin tryggja rættin til at seta frískúlar á stovn. – Sum er, sýta flestu skúlar fyri, at næming- arnir halda bøn og andakt í skúlanum. Men eg haldi tað vera óskilj- andi, hvørjar grundgev- ingar kunnu vera fyri slíkum, og hvat tað er, ið skúlarnir óttast, sigur Jenis av Rana í formans- frágreiðing síni frá landsfundi Miðfloksins. Seinna broytingin, Miðflokkurin fer at mæla til, er, at tað skal vera møguligt at seta frískúlar á stovn á jøvn- um føti við núverandi sólkaskúlar og við sama stuðuli, sum vanligu fólkaskúlarnir fáa. Miðflokkurin sær tað sum eina stóra upp- gávu at fáa fólk at síggja vandan í, at vit spakuliga nærkast limaskapi í ES LANDSFUNDUR John Johannessen Í løtuni nærkast vit áhald- andi ES limaskapi, og áðrenn vit varnast, eru vit limir. Hetta er limirnir í Mið- flokkinum samdir um. Tí samdist flokkurin á landsfundi í Havn leygar- dagin, at tað er neyðugt, at flokkurin roynir enn meira at fáa fólk at síggja vandan við ES. – Fólk tykjast ikki at leggja merki til vandan, sum gondir fram móti hes- um ófræsla felagsskapi hevur við sær. Tað er tí ein stór uppgáva hjá okkum øllum at greiða frá og fáa fólk at síggja hendan vand- an, segði Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, í formansfrágreiðing síni. Royna at koma uppí Jenis av Rana vísti í for- mansfrágreiðing síni á, at tey málini, sum seinastu tíðina hava kravt nógva arbeiðsorku og tíð í tinginum, eru lógarbroyt- ingar, sum hava samband við ES. Í hesum sambandi vísir Jenis av Rana á djóra- sjúkulógina, Schengen og veterinera samstarvið. – Eftir mínum tykki, eru hetta lógarbroytingar, sum landsstýrið hevur sett fram við tí fyri eygað at knýta Føroyar nærri ES, segði Jenis av Rana. Formaður Miðfloksins heldur mótstríð vera ímill- um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum og arbeiðið við at seta í gildi ES lógir í Føroyum. – Eg havi fleiri ferðir gjørt tjóðveldisfólk varug við, at talan veruliga er um mótsagnir. Tí samstundis, sum man hevur sagt seg vilja virka fyri frælsi frá ríkisfelagsskapinum, so hevur man við hond og fót stríðst fyri at seta púra óneyðugar ES-lógir í gildi í Føroyum, segði Jenis av Rana, formaður, á lands- fundinum. Danir bjargaðu frá evruni Jenis av Rana heldur, at føroyskir politikarar eru púra eiðasørir fyri visiónir og ideoligiir. Tí heldur hann, at vit í dag høvdu havt evruna sum gjaldoyra, um danir ikki tóku um endan og atkvøddu ímóti, at evran skuldi gerast danskt gjaldoyra. – Tað er nú einaferð so, at danir eru so fittir, at teir ofta bjarga okkum, heldur Jenis av Rana. Miðflokkurin ætlar sær framhaldandi at vera á varðhaldi móti samkynt- um – ella ”kynsvillum”, sum formaður floksins kallar hesi í formans- frágreiðing síni. Jenis av Rana, for- maður Miðfloksins, greiddi á landsfundinum leygardagin frá, at hann sum limur í grundlógar- nevndini í oktober fekk eina ”ótespiliga” áheitan frá einum av forsprák- arunum hjá teimum ”kynsvillu”. – Í hesi áheitan hótti forsprákarin beinleiðis grundlógarnevndarlimir. Hann gjørdi greitt, at taka limirnir ikki viður- skifti teirra við sum sjálvstøðugt mál í kom- andi grundlógini, fara tey kynsvillu at seta til- tøk í verk móti Føroy- um, bæði her heima og uttanlands, segði Jenis av Rana í formansfrá- greiðing síni. Formaður Miðfloksins gjørdi greitt, at her er enn eitt mál, ið krevur ein flokk, ið er á varð- haldi, sum krevur eitt mál, og sum torir at standa við hetta, hvat tað enn kostar. Uppskot Miðfloksins um at veita teimum endurgjald, ið vórðu rakt av kreppuni tíðliga í nítiárunum fall í ting- inum fríggjadagin. Or- søkina heldur Miðflokk- urin vera, at tingfólk ræðast Føroya Banka. – Tað er spell, at ting- fólk eftir øllum at døma ræðast Føroya Banka so mikið, ella føla seg so nógv tengd at honum, at tey vísa bankanum loyalitet, heldur enn at hjálpa borgarum sínum, segði Jenis av Rana í formansfrágreiðingini á landsfundinum leygar- dagin. Formaður Miðfloksins ætlar sær í komandi tingsetu aftur at royna seg við at leggja eitt uppskot fyri tingið um at veita teimum endur- gjald, sum fóru á húsa- gang, mistu ogn sína og standa eftir við skuld, tí Føroya Banki skuldi bjargast. Nýggja upp- skotið skal vera meira nágreinað, enn tað, sum fall fríggjadagin, sigur Jenis av Rana. Landsfundur Miðfloksins: Skulu hava andakt og frískúlar Landsfundur Miðfloksins: Á varðhaldi móti ”kynsvillum” Landsfundur Miðfloksins: Tingfólk ræðast Føroya Banka Landsfundur Miðfloksins: Miðflokkurin stuðlar fullveldisgongdini Miðflokkurin fer framhaldandi at stuðla samgonguni í fullveldistilgongdini. Limirnir í Miðflokkinum lýsa seg sjálv sum frelst fullveldisfólk Mynd: Jens Kristian Vang Landsfundur Miðfloksins: Føroyar eru væl á veg inn í ES OLJUVERND Áki Bertholdsen – Nú útgerðin er komin, verður tað eisini neyðugt at fáa eina fasta skipan fyri, hvussu hon skal brúkast. Og tann skipanin skal verða klár tann dagin, brúk verður fyri útgerðini. Sum vit greiddu frá í Sosialinum leygardagin , hevur Bjargingarfelagið í Suðuroyar norðaru helvt í Suðuroynni gingið útgerð til at basa oljudálking á sjónum við. Pauli Einarsson á Tvør- oyri, sum hevur verið ein av undangongumonnunum at fáa útgerðina til landið, sigur, at nú vónar hann at tað eisini ber til at fáa eitt skilagott samstarv, so at útgerðin kemur til so stóra nyttu sum gjørligt. – Vit skulu hava eina tilbúgving undir øllum umstøðum. Nú hava vit hesa útgerðina, so er tað óneyðugt hjá øðrum feløg- um at útvega sær sama slag útgerð. Tey kunnu heldur leggja á onkran annan bógv, tí at hava fleiri av hvørjum verður ov dýrt. Pauli Einarsson sigur, at sjálvsagt stendur útgerðin, sum tey nú hava keypt í Suðuroyar norðaru helvt øllum feløgunum til taks. – Men skulu vit gera eina landstilbúgving, krevur tað eitt størri tiltak. So mugu fastar skipanir gerast um, hvør skal arbeiða við útgerðini. Eitt nú skal fólk lærast at brúka útgerðina og onkur skal røkja og halda hana. – Tað ber ikki til at dúvva upp á sjálvbodna arbeiðs- kraft í tí týdningi, at alt arbeiðið skal vera ókeypis. Tá ið brúk er fyri útgerðini, kann tað verða í fleiri dagar og tað ber ikki til hjá fólki at leggja arbeiðið niður í fleiri dagar fyri at taka eitt sjálvboðið upp fyri einki. – Og hesar skipanir skulu helst vera greiðar, tann dag- in, brúk er fyri útgerðini, sigur Pauli Einarsson. Hann sigur, at eitt nú vónar hann, at Bjargingar- felagið í Suðuroyar norðaru helvt kann verða eitt slag av entreprenøri hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, so at Vaktar- og Bjargingartæn- astan keypir tænastuna frá bjargingarfelagnum. – Ein máti kundi verið, at vit fingu eitt samstarv við Vaktar- og Bjargingartæn- astuna um, at bjargingar- felagið lærdi fólk at brúka útgerðina og at hesi fólkini so altíð vóru til reiðar, um okkurt skuldi blivið áfatt. – Hendir eitt óhapp, ber tað ikki til bara at senda útgerðina avstað, tí onkur má vera við, sum dugir at brúka hana, sigur Pauli Einarsson Hava fingið útgerðina og skulu nú eisini hava fólkið Bjargingarfelagið í Suðuroyar norðaru helvt hevur nú fingið útgerð at basa oljudálking við út- gerðin kom heim við Brimli seinasta leygardag. Her er tað Bergur Stórhamar, formaður í bjargingarfelagnum, sum skoðar útgerðina