hósdagur 26. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 142 - 26. juli 2007
tíðindi
Uttan himpr vístu
frásøgnin hjá Budam og
nýskjaldrini hjá Carl Johan
Jensen, hvussu tað ljóðar
og kennist, tá upplestur
verður list. Teir báðir áttu
stóra munin á films- og
bókatiltakinum á G!
Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sum nakað nýtt høvdu festival
gestirnir høvi at uppliva eitt
films og bókatiltak á G!
festivalinum í ár. Hóast veðrið
var av tí allar fagrasta, hevði
heilt fitt av fólki leitað sær inn í
hálvmyrkrið í stóra betongbygn
inginum, har films og bókatil
takið “StagedivinG!” gekk fyri
seg leygardagin seinnapartin.
Hóast listarliga góðskan var
heldur misjøvn, megnaðu fleiri
av innsløgunum hvør sær at geva
áhoyrarnum eina listarliga
uppliving av teimum stóru.
Forførandi Búi
Eitt av avgjørdu hæddarpunkt
unum var framførslan “Skøkjan
og presturin” hjá Budam. At Búi
Dam dugir nakað heilt serligt, tá
tað ræður um frásøgulist, er eftir
hondini staðfest nakrar ferðir.
Men at hann eisini megnar at
jonglera við viðspælarum, ljóð
førum, rødd og teksti á ein hátt,
so allir kroppar í rúminum til
endan vagga og anda í takt, ger
hann beinleiðis forførandi.
Við dunkandi rútmum kreyp
herliga og kolasvarta lygusøgan
um skøkjuna og prestin inn undir
húðina á áhoyrarnum á ein hátt,
sum gav seancuni nakað eksta
tiskt yvir sær.
Nú søgan er við at enda, havi
eg hug at gevast, tí tá missi eg
altíð tamarhaldið á søguni, mess
aði Búi móti endanum. Enn ein
deilig lygn, tí var tað nakað, sum
Búi ikki misti, so var tað tamar
haldið. Og sjálvt um áhoyararnir
uttan iva vildu ynskt, at hann helt
fram, dugir Búi eisini týðandi
kynstrið at steðga. Beint har,
beint tá – meðan leikur var best.
Visjón 2015 í skjaldrahami
So bergtakandi Budam enn vóru,
so fingu teir harða kapping frá
Carl Jóhan Jensen. Sjáldan eru
upplesaragávurnar hjá Carl
Jóhan komnar betri til sín rætt
enn við nýskjaldrunum, hann
hevði yrkt til høvið.
Tað var á einum frændafundi
herfyri, at Carl Jóhan kom at
hugsa um, at gamla, føroyska
skjaldratraditiónin mest sum bara
liggur óbrúkt og bíðar. Stórt
spell, hugsaði hann, tí sum hann
sigur
Í skjaldrinum kunnu orð
bronglast, orðalag toyggjast og
snúgvast, samanhangir liðast
sundur, uttan at teksturin gerst
óskiljandi, men tvørturímóti
gerst ríkari til merking og enntá
beinraknari.
Onkur av skjaldunum, Carl
Jóhan las á G!, vóru endur
yrkingar av gamla skjaldrinum,
“Eg setti meg í Gøtulíð” við
innihaldsligum íblástri úr Visjón
2015 bóklinginum “Mál og
Vegir”, ið kom út herfyri.
Eitt nú hetta:
valdið dansar deiga
sjálvsmenningin feiga;
alskyns javnar lúrintút
fólksins ognir inn og út;
fittar gentur, stórir dreingir
hugsa væl og leingi,
tjóð skal fáa nýggjan skógv
annan hæl, aðra tá,
fimtan borgir handan sýn,
tjúgu skip og kápu blá,
hartil spæl og gullingrýn,
ongan ampa,
onki brýggj;
Hey, hulladihey,
eingin neyð,
eingin neyð.
Tað er ikki frítt, at Carl Jóhan
hevur funnið eitt gullkorn við at
tríva í aldargomlu skjaldrini og
geva teimum eitt “reyvskræð
andi” politiskt innihald, sum
hann málbar seg.
Óneyðugt er at siga, at hesi
skjaldrini helst skulu hoyrast fyri
at koma til sín rætt. Tað høvi fáa
fólk aftur, tá Carl Jóhan fer at
lesa onkur av nýskjaldrunum á
Doktaragrund á Ólavsøku.
Hugbúr og kenslur
Millum framførslurnar var eisini
Ole Wich við sínum Wichpedia
1.0. Listarligur íkastini hjá Ole
Wich hava ofta kenst sum eitt
fríkst lot í bæði ti politiska og tí
listarliga kjakinum. Eftirhondini
havi eg tó ilt við at svølgja
hansara boðskapismu, sum ofta
ríður á markinum til tað klisjé
kenda. Spell, tí nógv av hansara
hugskotum eru bæði orginal og
tankavekjandi. Eitt nú íkastið
“Hugbúr”, sum eftir øllum at
døma var ein ímynd av føroy
skum snævurskygni og vantandi
tolsemi. Men tá myndin av
einum fugli í búri saman við
boðunum, at her inni eru allir
vegir tryggir, tað einasta vit
óttast, er hurðin, sum stendur á
gloppi, fylti rúmið, var ikki nógv
eftir til hugflogið.
Av filmunum stóð “Intimate
Immensity” eftir týsku Bettina
Nurnberg eftir sum ein tann mest
hugvekjandi, eftir mínum tykki.
Við klippum, rútmum og ljóði
vísti filmurin skiftandi kenslur
nar hjá einum pari mótvegis hvør
øðrum. Eitt gamalt snildi,
gamaní, men gjørt á ein hátt, so
áskoðarin gjørdi ivan og tvørr
andi kenslurnar til sínar egnu.
Eitt nú virkaði tað rættiliga sterkt
og ørkymlandi at leggja ljóð
myndina frá ástarleikinum
millum tey bæði inn yvir eina
senu, har kuldi, frástøða og
kensluloysi ráddi.
Misjøvn samanseting
Samanumtikið gjørdist saman
setingin av filmslist og upplestri
á “StagedivinG!” tiltakinum á G!
ein heldur misjøvn uppliving,
bæði hvat formi og listarligari
góðsku viðvíkur. At tvær ymiskar
listagreinar eru áhugaverdar hvør
sær, merkir ikki, at tær verða
dupult so áhugaverdar, um tær
verða settar saman. Eftir mínum
tykki taptu bæði filmslistin og
upplesturin nakað til hvønn
annan á “StagedivinG!”.
Filmsklippini fingu neyvan ta
hugsavnan frá áskoðararnum, ið
tey høvdu uppiborið, meðan
upplesararnir høvdu ilt við at
byggja upp tað samspæl við
áhoyrararnar, sum annars er ein
týðandi partur av hesi listagrein.
Til tað vóru skiftini millum film
og upplestur ov mong.
Budam og Carl Jóhan
stjólu myndina
Budam fingu allar kropparnar í rúminum til at vagga og anda í takt
Búi Dam leggur sínum fólkum lag á, áðrenn framførsluna