Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 142 - 26. juli 2007 ArbeiðArAfelAgið »Hæddin« Summarfrí Vegna summarfrí er skrivstovan stongd í viku 31., 31. og 33. Opið verður aftur mánadagin 20. august kl. 9. Arbeiðarafelagið »Hæddin« Endurlýsing Pedagogar ella hjálparfólk til Dagstovnin á Velbastað Dagstovnurin á Velbastað søkir eftir 3 pedagogum ella hjálparfólkum at byrja 27. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Á stovninum ganga í løtuni 55 børn í aldrinum frá einum til átta ár. Vit hava brúk fyri 2 starvsfólkum at arbeiða í Vøggustovu 35 tímar um vikuna, og einum at arbeiða í frítíðarskúlanum 20 tímar um vikuna, mest frá klokkan 13-17. Hevur tú hug og áræði at arbeiða saman við okkum og børnunum og hevur hug at royna nakað nýtt og spennandi, so er tað tær vit hava brúk fyri. Um pedagogar ikki søkja størvini, verður fólk við øðrum viðkomandi útbúgvingum og/ella royndum sett í størvini. Løn og setanarviðurskifti annars verða samb. sáttmála ímillum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nýggi stovnurin er væl útgjørdur í allar mátar, hevur stóra høll og egnan bóltvøll og liggur beint við hagan oman fyri Velbastað. Vit hava brúk fyri fólki, sum hava áhuga í at brúka umstøðurnar á stovninum t.d. við tónleiki, sangi, sjónleiki, ítrótti og náttúruna í arbeiðinum við børnunum. Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Bjarna Clementsen, leiðara á telefon 218132. Umsóknir skulu vera stovninum í hendi seinast 15. august 2007. Dagstovnurin á Velbastað Norðuri á Heyggi 55 FO176 Velbastaður Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla Til skúlaárið 2007/08 verður søkt eftir 1 lærara at byrja 1. august 2007. • Starvið er tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2007/08 (u.l. 11 tímar) fyri tímaniðurskurð hjá lærarum. Í tímatalvuni eru tímar í enskum í 7. og 8 fl., evning í 4. fl. Og søga í 7. fl. Vit vænta, at tú • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri toymissamstarvi • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan Lønar- og setanartreytir. Setanarøkið eru allir skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjamálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 04. august 2007, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund Lamhauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 & 221363. Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um 463 næmingar og um 55 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks RunavíkaR kommunuskúli Glyvravegur 10a · FO 625 Glyvrar Tlf. 447331 · fax 447767 t-postur: rks@skulin.fo TJK Betongarbeiði Alt betong­ arbeiði verður gjørt Tlf. 22 50 05 Størv sum stuðlar í Runavíkar kommunuskúla Til skúlaárið 2007/08 (1. august 2007 til 30. juni 2008) verður søkt eftir 1 stuðulsfólki 15 tímar um vikuna til næming við serligum tørvi. Fyrimun hava umsøkjarar við royndum í mennandi stuðulsarbeiði og við viðkomandi útbúgvingum. Løn samb. sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Vit vænta, at tú • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri toymissamstarvi • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan Umsóknir Umsóknir við møguligum prógvum, c.v. og ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 04. august 2007, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund Lam­ hauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 & 221363. Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um 463 næmingar og um 55 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks RunavíkaR kommunuskúli Glyvravegur 10a · FO 625 Glyvrar Tlf. 447331 · fax 447767 t-postur: rks@skulin.fo Summarfrí Sandgoymslan er stongd vegna summarfrí frá 27 juli. Latið verður upp aftur 20. august. Frakt & Sand SP/F Heiðavegur 15 | Boks 150 | FO-610 Saltangará Faroe Islands | Tel: 448081 | Fax: 449081 Mobil: 218081 | t-post: info@fraktsand.fo Reingerðisfólk til Føroya Læraraskúla Lýst verður eftir reingerðisfólkum til Føroya Læraraskúla, 4 tímar um dagin. Arbeiðstíðin er allar skúladagar frá kl. 14.30 til 18.00. Størvini verða sett frá 1. sept. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið. Tey, ið vilja hava meira at vita, kunnu seta seg í samband við skúlatænaran, á telefon 213508. Teldupostur kann sendast til flsk@flsk.fo. Umsóknir skulu verða skúlanum í hendi innan 10. aug. 2007 Føroya Læraraskúli Postrúm 348 · 110 Tórshavn lýsingar