fríggjadagur 27. juli 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2007
3
Tórshavnar kommuna
Bilferðsla ikki loyvd
Ongin gjøgnumkoyring –
bussar/hýruvognar undantiknir
Meðan kappróðurin fer fram,
er stongt
i
P
P
P
P
á ólavsøku
Kunning um ólavsøkuna
wc
wc
wc
wc
wc
Á ólavsøku hevur Tórshavnar kommuna wc-vognar standandi ymsa
staðni í býnum.
Vognarnir standa á hesum støðum:
P-økið við Sjónleikarhúsið, í Kommunuskúlagarðinum og P-økinum
við J. Paturssonar gøtu.
Harumframt verða kommunalu wc-ini opin í Kiosk Steinatúni og
í Mylnugøtu.
um ferðslu á ólavsøku
Rennikapping fríggjadagin 27. juli kl. 17.30-20.00, verður parkeringsøkið á
Skálatrøð stongt fyri allari ferðslu.
Súkklukapping fríggjadagin 27. juli kl. 17.30-21.00, verður ferðslan til
handilsøkið á Hálsi nógv tarnað. Heykavegur, Staravegur, Falkavegur og
Tjaldursvegur verða stongdir.
Kappróðurin ólavsøkuaftan (millum kl. 14.00 og 19.00), er Eystara Bryggja
stongd fyri vanligari bilferðslu frá Kongabrúnni til Jónas Broncks gøtu.
Somuleiðis er ikki loyvt at parkera á parkeringsøkinum á Bursatanga frá 27.
juli kl. 20.00 til ólavsøkudag kl. 9.00.
Ólavsøkuaftan, 28. juli, frá kl 14.00 til kl. 8.00 morgunin eftir og ólavsøkudag,
29. juli, frá kl 10.00 til kl. 8.00 morgunin eftir, eru hesar broytingar í ferðsluni:
Bilferðsla er ikki loyvd eftir Kopargøtu, á Áarvegnum og niðan á Vaglið, í
Mylnugøtu, í Niels Finsens gøtu frá Vaglinum og niðan til Auto, í Tórsgøtu frá
Sverrisgøtu oman í Vágsbotn. Parkering er heldur ikki loyvd á hesum økjum.
Vanlig bilferðsla er ikki loyvd tvørtur um Niels Finsens gøtu á vegamótinum
Bøkjarabrekka/Steinatún, undantiknir eru hýruvognar, Bussleiðin og Bygda-
leiðir. Um hetta vegamótið gongur nógv fólk, tí má koyrast við størsta varsemi.
Í Niels Winthers gøtu, í Steinatúni og í Bøkjarabrekku er loyvt hýruvognum at
søkja hýru.
Bussleiðin
Fríggjadagin 27. juli, frá kl 17.50, leygardagin 28. juli (ólavsøkuaftan) og
sunnudagin 29. juli (ólavsøkudag), koyrir Leið 1 oman eftir Dalavegnum í
staðin fyri Varðagøtu/Tróndargøtu.
Leygardagin 28. juli (ólavsøkuaftan) koyrir Leið 1 seinasta túr av Hamrinum
kl. 13.50, Leið 2 koyrir seinasta túr av Argjum kl. 14.05 og Leið 3 koyrir seinasta
túr av Norðasta Horni kl. 14.05.
Sunnudagin 29. juli (ólavsøkudag) koyrir Leið 1 fyrsta túr kl. 11.50 og Leið 2 og
3 koyra fyrsta túr kl. 12.05
undir midnáttarsanginum
á ólavsøku
Midnáttarsangurin á Vaglinum ólavsøkukvøld er millum størstu tiltøk
í Føroyum.
Samarittarnir hjá Reyða Krossi eru eisini á Vaglinum. Reyði Krossur hevur
tríggjar støðir, soleiðis at tað altíð ber til at veita skjóta hjálp.
Telefon 112 ella 351448.
Ansið væl eftir tykkum og tykkara næstrafólki.
Sanghefti til midnáttarsangin
Sanghefti til midnáttarsangin á ólavsøku eru at fáa í Ráðhúsinum og í
Býráðssalinum, meðan opið er ólavsøkudag millum klokkan 15.00 og
18.00. Eisini fáast sanghefti í samband við sangløtuna á midnátt ólavsøku-
kvøld. Tá fara skótar at býta út á trappuni uttan fyri Býráðssalin og við
Tinghúsvøllin.
Móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kommunu í Tróndargøtu er opið ólavsøku-
dag millum klokkan 15.00 og 18.00, har høvið verður at síggja listasavnið í
húsinum og húsið annars. Eisini Ráðhúsið og Býráðssalurin eru opin
ólavsøkudag klokkan 15.00 til 18.00.
Góða ólavsøku!
Bilferðsla ikki loyvd
Ongin gjøgnumkoyring –
bussar/hýruvognar undantiknir
Meðan róð verður um kapp
er stongt
wc