Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2007 41 lýsingar Lærarastørv við Haldórsvíkar skúla Hesi størv verða lýst leys til setanar: • 1 fast starv • 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008, uml. 25 tímar um vikuna Søkt verður eftir fólki, sum: • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • Duga at samstarva og eru fyrikomandi • Eru fús at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum • Vilja vera við til framhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Tey, ið sett verða, skulu sum meginreglu hava læraraútbúgving, eins og ynskiligt er, at um­ søkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Onnur eru tó eisini vælkomin at søkja. Lønar- og setanartreytir: Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tímatalið til tíðaravmarkaða starvið verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. septembur 2007. Umsóknir: Umsóknir við CV, avriti av prógvi og møgu­ ligum viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. august, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Nomi Jacobsen, skúlaleiðara, á telefon nr. 422571, ella umvegis teldupost: nomi. jacobsen@skulin.fo. Haldórsvíkar skúli 440 Haldórsvík Haldórsvíkar skúli hevur komandi ár uml. 20 næmingar og 3 lærarar. Skúlin er tveir-flokkaður skúli við næmingum í aldrinum 1.-7. flokk. Skrivstovu- lærlingur Søkt verður eftir einum lærlingi til skrivstovu okkara í Tórshavn. Starvið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði, íroknað telefon- og postavgreiðslu, bræva- og teldubrævasamskifti, heima- síðurøkt, journalisering og bókhald. Umsøkjarar skulu helst hava góðan málsligan og tøkniligan førleika og HH- prógv ella líkn. Til tann rætta ella ta røttu kunnu vit bjóða eitt gott, fjølbroytt og altjóða lærupláss innan skrivstovuyrkið. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi fríggjadagin 10. august 2007 kl 15.00 og skulu stílast til oe@simprentis.com ella: Simprentis P/F Tórsgøta 16 Postboks 195 110 Tórshavn Simprentis veitir útbúgving til fólk innan oljuvinnuna grundað á simuleringar, sum felagið sjálvt mennir. Grundhugsanin er, at fólk læra best, tá tey fáa roynt seg og hava tað stuttligt. Skeið verða veitt um allan heim, og átta starvsfólk eru á skrivstovunum í Tórshavn, Aberdeen og Stavanger. TJK Betongarbeiði Alt betong­ arbeiði verður gjørt Tlf. 22 50 05 Vinnumálaráðið søkir eftir einum fulltrúa til KT- verkætlanir í KT-fyrisitingini. KT-fyrisitingin tekur sær av kunningartøkniligari samskipan innan landsfyrisitingina sum heild, harímillum at seta verkætlanir í gongd innan KT-økið. Starvið: Verkætlanar-fulltrúin skal stjórna, samskipa og leggja til rættis KT-verkætlanir hjá landsfyri- sitingini sum heild, umframt at kunna aðalráð og allar stovnar um KT- verkætlanir. Talan er um eitt starv í eini rættiliga nýggjari fyrisiting, og skal tann sum settur verður, tola møguligar broytingar í starvsinnihaldinum. Førleikakrøv: Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir hava: • Viðkomandi hægri útbúgving • Kunnleika og royndir við EDV verkætlanum og almennari ella privatari fyrisiting • Góð samstarvsevnir • Hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt. Vit bjóða: Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi, ið tú sjálv/sjálvur verður við til at skapa. Til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við nógvum samskifti úteftir. Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við politisku mynd- ugleikarnar, áhugabólkar í samfelagnum og starvsfólkini hjá landsfyritøkuni. Góðar møgu- leikar fyri skeiðum og eftirútbúgvingum. Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanin umfatar Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt onnur aðalráð. Umsóknir: Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: Vinnumálaráðið Tinganes Postsmoga 377 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1.aug 2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Arna Poulsen tlf. 356070 VINNUMÁLARÁÐIÐ KT-FYRISITINGIN Søkt verður eftir fulltrúa til KT-verkætlanir Summarfrí Sandgoymslan er stongd vegna summarfrí frá 27 juli. Latið verður upp aftur 20. august. Frakt & Sand SP/F Heiðavegur 15 | Boks 150 | FO-610 Saltangará Faroe Islands | Tel: 448081 | Fax: 449081 Mobil: 218081 | t-post: info@fraktsand.fo Starvslýsing BO Service Sp/f er ein fyritøka í menning og við nógvum avbjóðingum. Í sambandi við vaksandi eftirspurning á arbeiðsmarknaðinum verður søkt eftir royndum fólki til HVS og ventilatiónsarbeiðir, sveisiarbeiðir, smærri maskin­ umvælingar og annað viðlíkahaldsarbeiði. Vit gera arb­ eiðir bæði fyri stovnar, virkir og privatfólk. Førleikakrøv • Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving so sum maskinmeistari/skipsmaskinistur, rørsmiðjur e.l. • At tú ert røkin, fleksibul, hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt • Ert fúsur at finna nýggjar loysnir og ikki ert bangin fyri nýggjum avbjóðingum Løn sambært avtalu. Nærri fæst at vita við at venda sær til Boða Olsen á tlf. 521500 BO Service Sp/f Leitisgøta 7 · FO-160 Argir T-postur: bodi@kallnet.fo tlf. 321500 · fartlf. 521500 Tørvar tær timburmann? Ring á tlf. 21 93 18 J.T.D. Smíð