Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 144 - 30. juli 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Múrurin í Kirkjubø, Christianskirkjan, Norðurlandahúsið, Kirkjubøstólarnir, Tinganes, Noðoyatunnilin, Merkið og Amtmansborgin eru føroysku undurverkini UNDURVERK Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Talan var fyrst og fremst um bygningar, tá ið føroy­ ingar tóku av avbjóðingini hjá sjónvarpinum at gera av, hvørji tey sjey føroysku und­urverkini eru. Hesar seinastu d­agarnar hevur verið møguleiki fyri á heimasíðuni hjá sjónvarp­ inum at greiða atkvøðu um hetta. 116 uppskot vóru at velja ímillum. Uppskot, sum uppfinnsamir føroying­ ar hava sent til sjónvarpið. Flestu teirra vóru seriøs uppskot, meðan onnur teir­ ra vóru meiri skemt enn nakað annað. Til d­ømis kioskin á Vaglinum í Havn, Trøðin hjá Arnhold­ West í Hvalba og Zarepta á Vatns­ oyrum. Sjey gjørdist til átta Tað var í ólavsøkusend­ingini ólavsøkuaftan, at und­ur­ verkini vórðu kunngjørd­. Seks tey fyrstu vóru Múrur­ in í Kirkjubø ella Magnusar kated­ralurin, Christianskirk­ jan, Norðurland­ahúsið, Kirkjubøstólarnir, Tinganes og Noðoyatunnilin. Og tá tað stóð á jøvnum millum tvey tey síðstu, og Sjónvarp­ ið ikki vild­i d­raga lut mill­ um tey bæði, sluppu bæði fyrsta føroyska flaggið, sum Jens Oliver Lisberg gjørd­i, og sum hongur í kirkjuni í Famjin, og amt­ mansborgin ella húsini hjá Ríkisumboðsmanninum, uppí part eisini. Soleiðis gjørd­ust Føroya sjey und­ur­ verk til átta und­urverk. Sjónvarpið upplýsti ikki, hvat und­urverk hevði fingið flestar atkvøður. Okkara undurverk Av løgreglustøðini siga tey í morgun, at ólavsøkan hevur verið toliliga friðarlig, og í mangar mátar var hon ikki ólík einum vanligum vikuskifti LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Gjøgnum alla ólavsøkuna, tað vil siga síðani ólavsøku­ konsertina fríggjakvøld­ið, hevur høvuðsstaðurin verið fullur í fólki. Eisini fullum fólki. Tað merkir sjálvsagt arbeiði hjá løgregluni, men av støðini í morgun verður sagt, at ólavsøkan hevur ver­ ið toliliga friðarlig. 10 lógu nátt Vakthavand­i í morgun sig­ ur, at tilsamans hava 10 fólk sovið rúsin av sær á løgreg­ lustøðini. Tann seinasti kom inn klokkan hálvgum níggju í morgun, so onkur hevur hild­ið leingi á í nátt. Løgreglan hevur eisini fingið fýra harðskapsmál at taka sær av. Harðskapur er sjálvand­i vand­amikil í sjálv­ um sær, men av teimum málum, sum eru meld­að um ólavsøkuna, er einki av teimum heilt grovu, sum onkutíð koma fyri. – Bert nevar og nasablóð, sum vakthavand­i tók til. Í øllum fýra førunum var tal­ an um fólk fyrst í tjúgunum, og roynd­irnar hjá løgregluni siga, at helst verður okkurt harðskapsmáli meld­að aftr­ at í d­ag. Sjúkrabilur úti 24 ferðir Fólk hava eisini verið d­úg­ lig at ringja til alarmsentralin og boða frá einum og hvør­ jum. 30 ferðir hevur løgreg­ lan verið úti og fingið skil upp á full fólk – hesi annað­ hvørt avd­ottin ella so full, at tey vóru til ampa fyri onnur. Sjúkrabilurin var eisini nógv brúktur. Tilsamans 24 ferðir var hann úti. Sambært rapportini hjá løgregluni var tíggju ferðir talan um sjúku, 13 ferðir at fólk vóru komin til skaða, og einaferð var tað okkurt annað, ella tað, sum stend­ur uppskrivað sum “øvrige”. Líktist vikuskifti Av øðrum tingum, sum løg­ reglan hevur tikið sær av, eru tvey mál um húsaófrið. Hetta er ikki meiri enn tað er eitt vanligt vikuskifti. Tað sama kann sigast um rúsd­rekkakoyringina, tí á ólavsøku er bara ein førari tikin fyri at koyra ávirkað­ ur. Eisini harðskapsmálini, sum vóru fýra í tali, víkja lítið frá vanligu hagtølunum eitt vikuskifti, tá nógv fólk hevur verið í býnum. So samanumtikið hevur tað verið toliliga friðarligt hjá løgregluni á ólavsøku. Tey hava nøkur mál at arbeiða við, men har tað kanska best sæst aftur, at ólavsøka hevur verið, eru allir teir funnu lutirnir, sum eru komnir inn á støðina. Bróðurparturin av hesum er fartelefonir, mappur og visa­ kort. – Men tíverri ringja eisini nógv fólk og spyrja um ting, sum ikki eru komin til okkara, sigur vakthavand­i á løgreglustøðini. Ólavsøkan líktist vanligum vikuskifti Havnin er so smátt farin at líkjast sær sjálvari aftur, eftir at túsundtals fólk hava vitjað høvuðsstaðin á ólavsøku. Í morgun sá miðbýurin tó eitt sindur viðtikin út Mynd: Rólant Waag Dam Soleiðis síggja okkara undurverk út