týsdagur 31. juli 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 145 - 31. juli 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Ólavsøkan í afturgongd
Sambært forkvinnuni
í Tórshavnar Ítrótt
arráð, Kristiannu
Høgnesen, so royndist
ársins ólavsøka
ikki betur enn í
fjør. Og viðvíkjandi
áskoðarum til kapp
róðurin var tað
heldur ikki meiri enn
næstbest
ÓLAVSØKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Eitt tað besta barometri
yvir hvussu nógv fólk hava
vitjað ólavsøkuna, er vitjan
artalið í básunum í býnum.
Hesar samskipar Tórshavn
ar Ítróttarráð og tey hava
eisini fleiri teirra sjálv.
Forkvinna er Kristianna
Høgnesen og hon sigur, at
ársins ólavsøka royndist
nakað tað sama sum í fjør.
– Tað virkar sum um, at
tað eru færri fólk í býnum
nú. Ólavsøkuaftan helt eg
nakað av fólki vera í býnum,
men ólavsøkudag var ikki
nógv, sigur hon. Kristianna
Høgnesen metir, at nógv
fólk velja mongu festival
arnar framum ólavsøkuna.
– Og nú er heldur eingin
fótbóltur á ólavsøku, og tað
hevur heilt víst ávirkan,
samstundis sum kappróð
urin heldur ikki er so væl
vitjaður, sum hann einaferð
var, vísir forkvinnan í Tórs
havnar Ítróttarráð á.
Í fjør varð ført fram, at
ringa veðrið helst átti sín
stóra part av, at ikki heilt so
nógv fólk vitjaðu ólavsøk
una, men í ár var veðrið
bara á góðari leið.
– Veðrið kunnu vit so ikki
skylda upp á í ár, sigur
Kristianna
Høgnesen
avgjørt.
Lítið frægari
enn 2006
Júst kappróðurin er eitt
annað gott barometur yvir
talið av ólavsøkugestum.
2006 var tað lakasta árið í
fjórðingsøld, og táverandi
formaðurin í Havnar Róðr
arfelag, sum skipar fyri
ólavsøkuróðrinum,
Paul
Kragesteen, upplýsti fyri
Sosialinum, at tey skuldu
heilt aftur til 1979 fyri at
eitt ár, sum var verri enn
2006.
– Áskoðararnir til kapp
róðurin vóru sera fáir, og
generelt vóru somuleiðis fá
fólk í býnum, segði Paul
Kragesteen tá.
Í ár var veðrið bara gott,
men kortini vóru ikki nógv
ir áskoðarar til róðurin.
– Tað var frægari enn í
fjør, men ikki heilt so nógv
sum vit ynsktu. Samanum
tikið eru vit tó nøgd, sigur
formaðurin Óli Svein Han
sen. Eins og forkvinnan í
Tórshavnar Ítróttarráð so
sigur Óli Svein Hansen, at
tey ikki fáa skylda upp á
veðrið í ár.
– Nei, tað fáa vit ikki.
Hjá okkum er hetta helst
eitt úrslit av róðrinum
soleiðis sum hann hevur
verið gjøgnum árið, og so
ikki minst, at tíggjumanna
førini vóru ógvuliga fá í tali
í ár.
– Høvdu tað verið fleiri
bátar, so høvdu tað verið
fleiri fólk. Í Havnini er tað
eisini
avgerandi
hvussu
størru bátarnir standa seg.
Serliga Ørvur og Havnar
báturin hava áhuga millum
tey eldru, sum altíð hava
fylgt teimum, men tá tað
ikki gongur eftir vild hjá
hesum bátum, so møta tey
heldur ikki upp. Og tað
gjørdu tey ikki í ár, vísir Óli
Svein Hansen á.
Fleiri til konsert
Í 2006 bleiv skylda upp á
ringa veðrið, sum var
alla ólavsøka. Í ár var
veðrið fínasta slag. Tó
ikki fríggjakvøldið 27.
juli,
tá
ólavsøku
konsertin var. Tá regn
aði av grimd alt kvøld
ið og náttina við. Men
um
man
skal
fylgja
orðunum frá stjóranum í
byin.fo, Rúna Djurhuus,
sum skipaði konsertini, so
eydnaðist kortini at savna
umleið
2000
fólk
í
Kommunuskúlagarðinum.
Samanborið við konsertina
í fjør, sum helst setti botn
rekord fyri fæst áhoyrarar
nakrantíð, so er tað ikki so
galið at fáa so nógvar áhoyr
arar aftur, hóast fyrireikar
arnir ikki hava dult yvir, at
teir høvdu ætlað sær enn
fleiri vitjandi.
Og fleiri vitjandi høvdu
bæði Tórshavnar Ítróttarráð
og Havnar Róðrarfelag eis
ini ynskt sær til tiltøkini,
tey skipaðu fyri. Saman við
fyrireikarunum av ólav
søkukonsertini hava tey nú
eitt ár at hugsa um, hvussu
tey fáa fleiri fólk til teirra
tilboð næsta ár.
Fólk gjørdust eitt
sindur kløkk umborð
á Smyrli í gjár, tá ein
ramur plastikkroykur
kendist. Men hetta
hevði einki upp á
seg. Tað var bara ein
sensorur í frystar
ínum, sum var farin
SKIP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ferðafólk, sum vóru við
Smyrli í gjár, gjørdust eitt
sindur kløkk, tá tað fór at
kennast roykur av smelt
aðum plastikk umborð.
Tað vísti seg, at eitt
armatur
var
byrjað
at
smelta, og tað hendi, tí ein
sensorur
í
frystarínum
umborð var farin. Talan er
um ein sensor, ið skal
regulera frystingina, og tá
hann ikki virkaði, gjørdist
skipanin heldur heit.
Men hetta hevur als
einki við ljósskipanina at
gera, hetta var bara hesin
sensorurin, ið var farin, og
tí var ongantíð nakar vandi
á ferð. Talan var jú ikki um
nakran eld, bert tað, at
armaturið var smeltað eitt
sindur, sigur skiparin á
Smyrli, Erland Mørkøre.
Av hesum stóðst so ein
ávísur keðiligur plastikk
luktur, og tað var fyri so vítt
tað, sum var.
Annars hevur ólavsøkan
umborð á Smyrli verið sum
vanligt.
Vit lógu úti í fjørðinum
ólavsøkuaftan, og tað er
sum tað plagar. Ólavsøku
vikuna ferðast altíð nógv
fólk norðureftir, og dagin
eftir ólavsøku er trýst á
suðureftir. Tað er jú feriutíð.
Annars haldi eg, at fólkið
er nakað tað sama sum vit
plaga at flyta á ólavsøku,
sigur Erland Mørkøre.
Roykur og eingin grind...
Ein farin sensorur í frystiskipanini gjørdi, at eitt armatur
byrjaði at smelta umborð á Smyrli í gjár.
Fleiri vitjandi ynskja bæði Tórshavnar Ítróttarráð, Havnar Róðrarfelag og fyrireikararnir av
ólavsøkukonsertini
Mynd: Jens Kr. Vang
Lakasta ólavsøkan í 25 ár stóð á forsíðuni á
Sosialinum eftir tjóðarhátíð okkara í fjør. Ársins
útgáva royndist lítið frægari