mikudagur 1. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 146 - 1. august 2007
- Hetta var ikki tað,
eg mælti til, og í
mínari verð ikki
besta loysnin, men
tað týdningarmesta
er, at vit eru samdir
um at tálma
búskapinum, sigur
Magni Laksáfoss,
fíggjarmálaráðharri
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Búskapurin veksur við áleið
200 til 300 milliónum um
árið. Og í løtuni er hann ov
heitur, sambært fíggjarmála
ráðharranum, sum hevur
mælt til ítøkilig tiltøk, fyri
at
steðga
búskaparligu
gongdini.
Á samgongufundinum í
gjár fekst so semja millum
flokkarnar um, hvussu hend
an tálman av búskapinum
skuldi fara fram. Úrslitið
gjørdist ikki tað, sum Magni
Laksáfoss hevði mælt til,
nevniliga við at steðga og
útseta ávísar íløgur, og skera
í fiskimannafrádráttinum.
Úrslitið gjørdist hinvegin,
at sparingar skuldu fara
fram í rakstrinum, svarandi
til áleið 200 milliónir.
Semja var um, at 30 av hes
um skuldi skerast av íløgu
karminum hjá landinum,
meðan semjan, sum fíggjar
málaráðharrin hevur gjørt
við kommunurnar, svara til
einar 100 milliónir. Eftir
eru so einar 170 milliónir,
men av tí at hesar verða
tiknar av rakstrinum, verður
effektin størri soleiðis, at
landsstýrismenninir skulu
spara tilsamans 100 milli
ónir á sínum økjum.
Júst hvussu hetta verður
gjørt, verður upp til hvønn
landsstýrismann sær at gera
av. Somuleiðis má semja
finnast millum landsstýris
menninar, hvussu stór spar
ingin verður á hvørjum
øki.
Eg havi alla tíðina sagt,
at mítt uppskot er, at útseta
íløgurnar til Sandoyartunn
ilin og at skerja frádráttin
hjá sjómonnum. Men hetta
fekk so ikki undirtøku á
samgongufundinum, og tað
má eg so bara boyggja meg
fyri, sigur Magni Laksá
foss.
Neyðugt at tálma
Íløgukarmurin hjá landinum
er í ár upp á 270 milliónir,
og hetta er minni enn undan
farin ár. Nú er so gjørt av at
skera 30 milliónir av hesum
karmi. Hjá kommununum
liggur íløgukarmurin um
tær 500 milliónirnar, og við
tí
náttúrliga
búskapar
vøkstri, sum er, merkir fast
læstur
íløgukarmur
hjá
kommununum
í
veru
leikanum ein niðurskurð.
Tað finnast bert tríggir
hættir at tálma búskapinum
upp á. Ein er, sum eg havi
skotið upp, at útseta og
harvið minka um íløgurnar,
ein annar er lógarbundnu
útreiðslurnar so sum pen
sjónir og annað – og triði
møguleikin er at skera í
rakstrinum. Og tá semja
ikki fekst um at minka íløg
urnar, var í veruleikanum
bert seinasti møguleikin
eftir, nevniliga at tálma
rakstrarútreiðslurnar, sigur
Magni Laksáfoss.
Hann sigur seg ikki vera
so avgjørdan um, hvussu
búskapurin verður tálmaður,
bert tað verður gjørt. Men
hinvegin dylir hann ikki
fyri, at mátin, sum nú verð
ur nýttur, ikki er hin besti.
Av samtyktum íløgum
fyri komandi ár teljast Sand
oyartunnilin,
Skála
fjarðartunnilin, útbyggingin
av flogvøllinum, skúladepil
in við Marknagilsvegin,
ellisheimið í Vági og fiski
vinnuskúlin í Vestmanna,
umframt smærri ábøtur á
vegakervið og annað. Og so
sjálvandi tær íløgur, sum
longu eru farnar í gongd.
Alt í alt er loysnin, sum
funnin er, nakað, sum fíggj
armálaráðharrin kann liva
við. Men tað er sum nevnt
ikki besta loysnin eftir hans
ara tykki.
Nú er tað so álagt fíggjar
málaráðharranum at fremja
hesa loysnina, og so verður
hon sjálvandi framd. Men
vit skulu framvegis minnast
til, at búskapurin veit ikki
av, at tað er valár í ár, sigur
Magni Laksáfoss, fíggjar
málaráðharri.
Á samgongufundin-
um í gjár var semja
um, at búskapurin er
heitur, og at ansast
skal eftir ikki at
økja ov nógv um
útreiðslurnar fyri
komandi figgjarár
Tað var við einum ávísum
spenningi, at samgongulimir
saman við landsstýrismonn
um hittust á samgongufundi
úti í Tinganesi í gjár.
Tað er eingin loyna, at
nýggi fíggjarmálaráðharrin
í ávísum førum ikki tykist
hava drigið somu línu sum
restin av samgonguni, men
løgmaður sigur, at breið
semja er í samgonguni um
búskaparstøðuna.
Vit vóru samdir um, at
búskapurin er heitur í løt
uni, um hann so er for heit
ur, er ein annar spurningur.
Í hvussu er var semja um, at
nú
fíggjarlógararbeiðið
kemur fyri, má ansast eftir,
at vit ikki fáa ov stóra
útreiðsluøking fyri 2008 í
mun til verandi fíggjarár,
sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður.
Hann sigur víðari, at
semja er um, ikki at høgga
til við sparingum, eins og
heldur ikki verður lagt eftir
nakrari einstakari verkætlan.
Hetta sagt uttan at løgmaður
beinleiðis nevnir Sandoyar
tunnilin.
Løgmaður vísir víðari á,
at fíggjarmálaráðharrin hev
ur gjørt avtalu við kommun
urnar um at ganga eftir
somu gøtu sum landsstýrið,
og ikki økja útreiðslurnar
ov nógv fyri komandi fíggj
arár.
Kommunurnar standa jú
fyri helminginum av saml
aða búskapinum, og tí er
neyðugt eisini at fáa tær
við. Viðvíkjandi privata for
brúkinum er støðan ein onn
ur. Skulu vit tálma tí, verður
neyðugt
við
politiskum
inntrivum, og tað eru ongar
ætlanir um, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður.
Ikki økja útreiðslurnar
Samgongan var fullmannað á fundinum í Tinganesi í gjár.
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein loysn, men...
Magni Laksáfoss fekk ikki sín vilja, men sigur seg kunna liva við loysnini, sum funnin er.
Mynd: Jens Kristian Vang
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
– Vit vistu, at nýggj rammuavtala kom í gildi í 2007, og vit
vistu, at samstarv við ES er ein drúgv tilgongd
Rúna Hilduberg