Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 1. august 2007 Nú er eftir øllum at døma liðugt við teimum vanligu golfvognunum á golfbreytunum. Ein fyritøka er farin at gera Hummer og aðrar roadster útgávur sum golfvognar BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Á stórum golfbreytum uttan- lands er vanligt at sígga elektr iskar vognar, sum verða nýttir til at flyta golf- spælarar og útgerðina runt á økinum. Hesir vognar eru ofta nokk so anonymir og síggja ikki út av so nógv- um. Ein fyritøka í Onglandi, ið nevnist Mini Hummer Europe Ltd., er við loyvi frá General Motors farin at gera elektriskar Hummer golf vognar í ymiskum mod- ell um. Vognarnir vera design aðir eftir egnum ynski. Umframt Hummer gera teir eisini ymiskar roadster útgávur í gomlum sniði. Annars eru teir eisini í ferð við at framleiða Cadillac golfvognar. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at kontakta VW-konsernina og gera VW Golf sum golfvognar. Hummarar á golfbreytini Kanska fara vit at síggja onkrar av hesum golfvognum á Glyvursnesi? Roadstergolfvognur Hummer golfvognur saman við originalinum 41 BILAR