mikudagur 1. august 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Serblað í Sosialinum í
sambandi við Summar
Festivalin 2007
www.summarfestivalur.fo
post@summarfestivalur.fo
Útgevari:
Sosialurin
Myndir:
Álvur Haraldsen
Jens Kr. Vang
Ólavur Frederiksen
Anton Højgaard
Bárður Lydersen
Robert Waagstein
Símun á Høvdanum
Polfoto
og onnur
Umbróting:
Sosialurin
Prent:
Dansk AvisTryk a/s
Festivalblaðið
2007
Fjórði Summar Festivalurin er fyri framman,
og vit eru mong, sum gleða okkum til hetta
stóra tiltak. Ikki minst, tá ið hugsað verður um,
hvussu væl eydnaðir undanfarnu festivalar
hava verið.
Áhugin fyri Summar Festivalinum hevur
verið vaksandi, og tað hevur verið hugaligt
at uppliva, at fólk í øllum aldri hugna sær í
Klaksvík stóra festivalvikuskiftið í august.
Umráðandi er, at tað framhaldandi verður
hildið fast um, at Summar Festivalurin er eitt
tiltak fyri øll fólk – børn sum ung, tilkomin sum
eldri.
Aftur í ár hava fyrireikararnir spíla seg
út fyri at gera festivalin betri, og tað sæst
aftur. Stóra navnið á festivalinum hesaferð er
Scorpions, og tað er hugaligt at staðfesta, at
ein bólkur sum Scorpions, sum ferðast runt til
heimsins størstu býir at spæla á risastórum
konsertum, kemur til Føroya at spæla og
harvið er við til at seta Klaksvík og Føroyar á
heimskortið millum tey stóru.
Samstundis sum hesin heimskendi bólkur
kemur á Summar Festivalin at spæla, verður
eisini syrgt fyri, at børnini fáa ein góðan
festival. Vit fegnast um, at tað hevur eydnast
at fáa størstu barnastjørnuna í Norðurlondum,
Amy Diamond, á festivalin at syngja fyri
børnunum, og samstundis verður Silvaland
– spælilandið hjá teimum smáu – gjørt enn
betri og meira spennandi.
Og afturat teimum spennandi gestunum
úr útlandinum, spæla nógvir av okkara
bestu tónleikarum og bólkum á Summar
Festivalinum, og hetta kann enn einaferð leiða
okkum til at staðfesta, at Summar Festivalurin
er ein festivalur fyri øll – og øll syngja við.
Eg ynski øllum ein góðan Summarfestival.
Eyðfinn Reyðberg,
Stjóri í Norðoya Sparikassa
Summar Festivalur fyri øll