Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Bryan Rice skuldu gera eina fyribils upptøku av sanginum No Promises fyri ein framleiðara, men tá ið framleiðarin hoyrdi Bryan Rice syngja, var leyst og liðugt – ein nýggj poppstjørna var fødd - Eg havi tað fantast- iskt sum poppsangari. Hóast eg hevði tað fínt, áðrenn eg fekk mítt gjøgnumbrot, so er hetta tað, sum eg altíð havi droymt um, og nú kundi eg ikki hugsað mær at gjørt nakað annað, sigur Bryan Rice Mynd: Polfoto Tað var á heysti í 2005, at nakað hendi í lívinum hjá dananum Brian Risberg Clausen, sum hann ongantíð veruliga trúði fór at gerast veruleiki. Dreymurin um at gerast professi­ onellur sangari ­ at spæla tónleik inn og geva út ­ hevði altíð verið har, og júst sum hann hevði sligið seg til tols við at arbeiða á einum gistingarhúsi og taka útbúgving sum spanskur tulkur, ringdi telefonin. Í horninum var tónleikaframleiðarin Remee, sum var blivin púra bergtikin av røddini hjá Brian. ­ Eg sang nógvar sangir inn í studio um tað mundið. Sangskrivarar ringdu eftir mær fyri at fáa meg at syngja onkran sang hjá teimum inn til eina demo, og tað dámdi mær væl. Tað var serliga tann eini sangurin, sum eg var fegin um at syngja. Hann varð tikin upp í einum kjallara í Østerbrogade í Keypmannahavn, og eg tók sangin við mær heim og lurtaði ofta eftir honum, greiðir Bryan Rice frá. ­ Tað var hendan sangin, sum Remee hevði hoyrt, og hann ætlaði sær at brúka sangin. Eg spurdi hann, hvør skuldi syngja sangin, og hann svaraði mær, at tað skuldi eg gera. Har byrjaði alt, og síðani hevur tað gingið við fullari ferð hjá mær. No Promises slóðaði fyri Brian Risberg Clausen gjørdist til Bryan Rice, og sangurin, sum bæði Bryan og Remee dámdu so væl, var júst stóra hittið hjá honum, No Promises. ­ Sangurin No Promises er høv­ uðsorsøkin til, at eg í dag livi av at spæla tónleik, og ikki arbeiði sum tulkur ella á einum gistingarhúsi. Lívið hjá mær broyttist fullkomiliga við tí sanginum, sigur Bryan Rice. Sangurin No Promises slóðaði fyri útgávuni Confessional, sum hevur selt fleiri enn 20.000 eintøk og hevur fingið gull­virðisløn fyri sína sølu. No Promises var í fjør næstmest spældi sangurin í donskum útvarpi, og sangurin hevur eisini verið millum teir mest downloadaðu í Danmark. Bryan Rice var sum eitt úrslit av hesum tilnevndur til eina Zulu­virðisløn. ­ Eg havi tað fantastiskt sum poppsangari. Hóast eg hevði tað fínt, áðrenn eg fekk mítt gjøgnumbrot, so er hetta tað, sum eg altíð havi droymt um, og nú kundi eg ikki hugsað mær at gjørt nakað annað, sigur hann. Stóra rødd Bryan Rice er 27 ára gamal. Hann er uppvaksin í býnum Viby á Sælandi, og hann hevur verið virkin í tónleiki í nógv ár. Hann hevur sungið í einum stórum gospelkóri – og ger tað framvegis – og hann hevur verð brúktur nógv sum studiosangari. Eisini sum kórsangari á øðrum popphittum – til dømis From Paris To Berlin hjá Infernal og á Jukebox hjá Bent Fabric. Framleiðari Remee, sum skrivaði sáttmála við Bryan Rice og hevur givið tónleikin hjá honum út á sínum egna plátufelagi, Boom! Records, heldur, at Rice er størsta talentið í donskum tónleiki í nógv ár. ­ Eg gjørdi sáttmála við hann, uttan at hava hitt hann. Eg kendi hann ikki, og eingin kendi hann. Hann arbeiddi í móttøkuni á Hotel Scandic, men eg ivaðist ikki í hansara møguleikum. Tað eru nógv ár, síðani eg havi hoyrt ein danskan sangara við so stóru altjóða potentiali sum Bryan Rice, sigur Remee. Popparin við stóru røddini