Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Tað er lætt sum túnatos, mjúkt sum eitt summarlot, og fjálgandi sum eitt kvinnubros. Poppbólkurin Banaroo ger fólk í gott lag við sínum søta og glaða summarpoppi. Tú kanst ikki lata verða við at liva við til sangirnar, og hevur tú ikki hoyrt stóra hittið Ba Yonga Wamba í summar, mást tú hava verið niðurgrivin á Suðurpólinum seinastu vikurnar. Banaroo hevur seinastu tvey árini verið ein afturvendandi gestur á hitlistum í Týsklandi, Eysturríki og Sveis, har øll kenna bólkin við teimum fangandi poppsangunum. Seinasta hittið hjá bólkinum, Ba Yonga Wamba, er eitt ordans summarhitt, sum eisini hevur verið nógv spælt í føroyskum útvarpi seinastu vikurnar. Ovast á hitlistum Bólkurin Banaroo er mannaður við tveimum kvinnum og tveimum monnum, og Vito, Cat, Steffy og Bobby gjørdust landskend í Týsklandi, tá ið sjónvarpsrásin Super RTL fylgdi bólkinum í eini reality-sending í 2005. Tá ið fyrstu sangirnir hjá bólkinum vórðu givnir út í fjør, stuku teir beinanvegin upp á hitlistarnar í Týsklandi og grannalondunum. Útgávan Banaroo’s World kom beinleiðis inn á týska hitlistan sum nummar 1, og stakfløgurnar hava staðið seg heilt væl. Nú er tíðin eisini komin til, at føroyingar eisini taka Banaroo til sín, og fyrstu ábendingarnar um hetta eru longu komnar, tí Banaroo hevur verið at finna á 15 teimum bestu við summarslagaranum Ba Yonga Wamba. Millum hinar kendu sangirnar hjá bólkinum eru Um Mamma, Dubi Dam Dam, og I’ll Fly Away, sum er spildurnýggj stakfløga frá bólkinum. Summarhitt í vøkrum búna F A K T A Banaroo er poppbólkur úr Týsklandi Tvær kvinnur og tveir menn syngja í bólkinum Tey eita Vito, Cat, Steffy og Bobby Fyrsta útgávan hjá bólkinum, Banaroo’s World, varð nummar 1 í Týsklandi Seinasta hittið hjá Banaroo er Ba Yonga Wamba Banaroo hevur í fleiri ár ferðast ovar­ laga á týskum hitlistum. Nú hava tey eisini vunnið fram til okkara leiðir, eftir at stóra summarhittið Ba Yonga Wamba hevur slóðað fyri teimum Banaroo syngur lættan og glaðan summarpopp – og ikki minst hittið Ba Yonga Wamba