mikudagur 1. august 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Tað er einki at ivast í, at onkur
komandi stjørna í føroyskum
tónleiki syngur við í Ungum
Stjørnuskotum, sum er eitt
ungdómskór við umleið 30
sangarum.
Millum tey, sum syngja i
kórinum, eru summi, sum longu
hava verið frammi í eitt nú
sangleikunum Jósef og Fame, og
onkur av hesum syngur eisini solo
í kórinum.
Saman við teimum dugnaligu
ungu sangarunum eru eisini góðir
tónleikarar, sum taka sær av at
spæla undir til sangirnar, sum
umfata alt frá poppi til gospel.
Ung Stjørnuskot duga væl at
framføra á palli, og tað verður
spennandi at hoyra tey syngja til
Føroya størsta festival.
Ung Stjørnuskot
Gentan við
stóru røddini
Svenska ungdómsstjørnan Amy
Diamond hevur eina rødd, sum tær
stóru songkvinnurnar. Hon hevur
havt hitt í fleiri londum og er yngsti
sangarin, ið nakrantíð hevur vunnið
eina virðisløn á Nordic Music Award
15 ára gamla Amy Diamond gjørdist
kend um øll norðanlond við sanginum
What’s In It For Me, men bæði áðrenn
hendan sangin – og serliga síðani
– hevur hon gjørt nógv við tónleikin.
Hon hevur sungið í
sjónvarpssendingum, givið fløgur út
og verið við á stórum konsertum og
festivalum. Ein av stóru løtunum hjá
Amy var, tá ið hon í 2005 vann Nordic
Music Awards.
Gjøgnumbrot og
virðislønir
Amy Diamond hevur svenska mammu
og enskan pápa, og fyrstu fýra árini av
lívi sínum búði hon í Onglandi. Síðandi
fluttu til Svøríkis at búgva.
Sum smágenta dugdi Amy væl at
standa á skoytum, og hon vann nógvar
kappingar. Hon gekk eisini á dansi-
og sjónleikaskúla, og alt hetta hevði
við sær, at unga Amy dugdi væl at
framføra fyri fólki. Tá ið tónleikurin
so bankaði á dyrnar, var ein veruliga
barnastjørna fødd. Amy Diamond
sang í sjónvarpssendingum í Svøríki,
og talentið var so stórt, at plátufeløg
fingu áhuga fyri henni. Í 2005 fekk hon
veruliga gjøgnumbrotið hjá sær við
sanginum What’s In It For Me, sum
gjørdist eitt hitt í fleiri londum.
Heima í Svøríki seldi fyrsta útgávan
hjá Amy Diamond óhoyrt væl,
konsertframførslurnar vóru sannførandi,
og tað endaði við fleiri virðislønum til
ungu songkvinnuna hetta árið. Millum
annað vann hon Nordic Music Awards
fyri besta norðurlendska hittið, og hon
er yngsti sangarin, ið nakrantíð hevur
vunnið hesa virðisløn.
Amy vann eisini aðrar virðislønir fyri
sína
fyrstu útgávu og
sangin What’s
In It For Me, og
millum annað
er hon yngsti
sangarin, ið
nakrantíð er
tilnevndur til
eina svenska
Grammy.
Nýggj
fløga
Amy Diamond
hevur úr at gera,
tí hon hevur
eisini gjørt avtalur við fyritøkur í Svøríki
um PR-arbeiði, og hon hevur millum
annað verið andlit hjá ítróttarketuni
Stadium í lýsingarátøkum.
Tónleikurin stendur tó framvegis
ovast á listanum hjá Amy Diamond,
og í summar er hon aftur farin í
studio. Har skulu sangir til eina
nýggja útgávu takast upp. Nýggja
útgávan frá Amy Diamond kemur
væntandi út seinni í ár.
Men áðrenn tað stendur henna
fyrsta Føroyaferð á skránni, og
Amy fer at leggja fyri við fyrstu
framførsluni á stóra pallinum
leygardagin. Hon hevur nógvar
ungar fjepparar, og lagt er upp til
eina ordans konsert fyri bæði børn,
ung og vaksin.
What’s In It For Me,
sang Amy Diamond
og gjørdist kend í
fleiri londum. Nú
kemur unga svenska
poppstjørna til Føroya
fyri fyrstu ferð