Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Hann er mest kendur frá bólki­ num, Aria, sum toppaði í Føroyum í nítiárunum, men síðani í 2004 hevur Jógvan Hansen búð í Reykjavík, har hann framvegis trívist væl. Og tað var eisini har, at ferð aftur kom á sangyrkisleiðina hjá Jógvani, tá hann fyrr í ár vann sangkappingina, X­factor Útlærdur sum frisørur fór Jógvan Hansen í januar mánaði 2004 til Íslands fyri at blíva make-up artistur. Síðani tað hevur klaksvíkingurin ikki búð í Føroyum, og í dag er hann partaeigari í einari av størstu frisørsalongunum í Íslandi, og hann syngur og framførir hvørt vikuskifti. - Bæði kundu verðið frítíðarítriv hjá mær, sigur Jógvan í telefonini úr Íslandi. Hann er í ferð við at mála salongina hjá sær hetta sunnukvøldið, men tað fær hann gjørt, meðan hann tosar í telefon og greiðir frá, hvussu hektiskt lívið hevur verið, síðani hann vann X-factor. - Tað er heilt óluksáliga strævið, skal eg siga tær. Eg arbeiði alla vikuna og spæli ofta upp í tríggjar ella fýra konsertir um vikuskiftini. Men eg kann ikki liva av tónleikinum aleina, og eg fari ongantíð at kunna leggja sang og tónleik á hillina, greiðir Jógvan frá. Hann sigur, at tónleikur er tað, einasta hann er bundin av. Fjølbroytt framførsla Herfyri kom fløgan hjá Jógvani út, sum hann fór í holt við eftir sigurin í X-factor. Sambært Jógvani kann áhoyrara- fjøldin, sum verður í stóra tjaldinum, vænta sær eina fjølbroytta konsert. - Lat meg siga tað á hendan hátt. Har verður alt frá Chris Cornell og Justin Timberlake til Hon er omma mín, sigur Jógvan og flennir. Orkestrið, sum kemur við Jógvani á pallin, er orkestrið frá X-factor. Tað er ikki sørt, at Jógvan er errin av, at nakrir av frægastu tónleikarunum í Íslandi koma at standa aftan fyri hann á pallinum. - Størsti sigurin í X-factor kappingini fyri meg persónliga er, at eg fái høvi at spæla saman við teimum allarbestu tónleikarunum, sigur Jógvan. Privilegium Jógvan Hansen hevur staðið á palli á Summarfestivalinum áður. Tað var í 2005, tá hann var kórsangari hjá Straight Ahead. Men Jógvan dylir ikki fyri, at hetta er nógv størri. - Eg gleði meg sum eitt smábarn. Fyri meg er tað eitt privilegium at spæla á einum festivali, sum verður fyriskipaður av tónleikarum, sum eg eri uppvaksin við. Tað er so langt síðani, at eg havi ordiliga spælt í Klaksvík, so eg ætli mær at koyra á, sigur Jógvan Hansen, sum saman við X-factor orkestrinum fer á pallin í tjaldinum fríggjakvøldið á Summarfestivalinum. Jógvan fer at koyra á ­ Eg gleði meg sum eitt smábarn til at spæla á Summar Festivalinum, sigur Jógvan Hansen, føroysk poppstjørna í Íslandi. Hann hevur fyri kortum givið fløgu út í Íslandi, sum hevur ligið ovast á hitlistum