mikudagur 1. august 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Tað munnu verða fáir bólkar í Føroyum,
sum hava klárað at gjørt so nógv um seg
sum Húskallar við bara at geva eina útgávu
út og spæla nakrar fáar konsertir. Húskallar
við kjarnuni úr Leirvík góvu í 1991 eitt
kassettubond út, teir spældu nakrar fáar
sangir, og tað var tað.
Men tað, sum kundi verið leyst og liðugt
– gloymt eftir einari lítlari løtu – gjørdist
til eina legendariska útgávu í føroyskum
tónleiki. Sangirnir kundi eingin jarða,
hóast bólkurin ongantíð fekk veruliga
luft undir veingirnar sum konsertbólkur,
og hesi mongu árini, síðani útgávuna
hjá Húskallum, hava sangir sum Bóndin
Hungrar (Knarvakotið), Ria, Hans Ansgar
og Aftur Nú verið tráspældir í føroyskum
útvarpi.
Og nú skal tað so verða – tað stóra come
backið. Húskallar hava funnið saman aftur,
teir eru farnir í venjingarhølini, og leygar
kvøldið spæla teir til sína størstu konsert
nakrantíð – á Føroya størsta tónleikapalli
frammanfyri kanska 10.000 fólkum.
Úr fjósinum
Bólkurin Húskallar spretti úr gátuføra
“Fjósinum” í Leirvík og spjaddi seg
miðvíst til tónleikaumhvørvið í Havn fyrst
í nítiárunum. Verkætlanin var úrslit av
hollum føroyskum sangsmíði og impulsivum
ánarum av upptøkuhølunum LT Studio.
Herluf Sørensen og Kári Poulsen vóru
í hesum høpi millum ídnastu stuðlar hjá
bólkinum.
Originalarnir úr Leirvík, Kaj Johannesen
og Jákup Alberg Eliasen, vóru millum
teir, ið høvdu feskt og óbrúkt sangtilfar
liggjandi, og bæði tónleikarar og onnur
áhugað syrgdu skjótt fyri at útvega stóru
manningini høvið at festa sangirnar
á band. Og soleiðis bleiv. Á útgávuni,
sum verkætlanin við flestu av landsins
fremstu tónleikarum í hópinum, sendi á
marknaðin á sumri í 1991, er ein snøgt
skorin sangskattur, sum enn í dag ljóðar í
útvarpslurtum um landið.
Fjølment veitsla
á Vágsbøi
Fyrireikararnir av Summarfestivalinum
kannaðu fyrr í ár møguleikan at savna
manningina, sum fyri 16 árum síðani
stóð fyri einari av sermerktastu føroysku
tónleikaútgávunum í nýggjari tíð. Høvið var
forkunnugt, og tónleikararnir, ið mannaðu
Húskallar, vóru skjótir at taka av. Við á
bandinum, sum bólkurin lat frá sær fyri
sekstan árum síðani vóru ikki færri enn
19 ymiskir tónleikarar. Flestu av teimum
vera aftur við í summar, tá ið harðmælta
og litfagra manningin “í myrkamorreyðum
troyggjum, virkaðum úr føroyskari ull og í
kolli” fer at seta ferð á árligu veitsluna í
miðbýnum í Klaksvík.
Fjøldin hevur fingið boðini, og kátir
Húskallar eru aftur til reiðar at tæna.
Komið á Vágsbø til ársins veitslu; har
verður svongd og har verður ferðsla, har
vera Ria og Hans Ansgar, har vera Beiggjar
og har verður ball!
Leygarkvøldið 4.august fara Húskallar at
syrgja fyri ársins føroysku kultframførslu á
Summarfestivalinum 2007.
Úr fjósinum í Leirvík
Húskallar
úr Leirvík
fara aftur
á pallin,
og so er
lagt upp til
ársins kult-
konsert við
klassikarum
sum Hans
Ansgar,
Knarvakot-
ið, Boyggjar
og Ria
Húskallar hava sín uppruna í einum gátuførum fjósi í Leirvík. Nú eru teir aftur til reiðar – Kaj og Alberg og allir hinir í bólki-
num. Mynd: Sunva Lassen