Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 – Tað ræður um at fáa tónleikin og boðskapin so langt út sum gjørligt, og tí er tað eitt gott høvi hjá okkum at spæla á Summar Festivalinum, sigur gospelsangarin Heine Lützen. Hann er landskendur sum ein framúr góður gospelsangari, og hansara fjølbroytti og hugtakandi gospeltónleikur hevur verið nógv at hoyrt millum føroyingar. Tað eru liðin meira enn 20 ár, síðani Heine Lützen var við til fyrstu upptøkurnar hjá sær sum gospelsangari, og tá ið hann nakað seinni var við til útgávuna hjá Samsint, kom hann av álvara fram í ljósið. Seinnu árini er Heine blivin enn meira kendur sum solistur, og hann hevur givið tvær frálíkar fløgur út, sum fólk hava tikið sera væl ímóti. Sangur øðrvísi enn talur Boðskapurin á útgávunum hjá Heina er greiður og einfaldur – tað snýr seg um trúgv og frelsu – og Heine heldur, at tónleikur kann nakað annað, enn talur kunnu gera. - Ein tala tosar til okkara vit og skil, meðan tónleikur fer fram við hesum og rakar okkara kenslur. Tá ið tú talar, so mást tú argumentara fyri fólki og fáa tey at skilja boðskapin, men tað er ikki neyðugt við tónleiki. Hann rakar nógv djúpari - tónleikur rakar fólk í hjartað, sigur Heine Lützen. - Annað er ikki endiliga betur enn hitt fyri at fáa boðskapin fram, og eg haldi, at ein kombinatión av talu og tónleiki helst er tað besta. Hinvegin ber eisini til at siga, at tónleikur hevur sera nógv at siga fyri fólk. Tú kanst bara hyggja eftir, hvussu nógv er av tónleiki allastaðni, sigur hann Vil út við tónleikinum Heine hevur bólk við sær á Summar Festivalin, og teir fara at spæla popputan rock. Teir hava gjørt sínar egnu útsetingar av onkrum sálmum, og sjálvandi verða onkrir av teimum sangunum, sum Heine hevur verið nógv frammi við, eisini at hoyra á konsertini. - Eg syngi javnan til bæði konsertir og í samkomum, og tað er eitt sindur av muni á, hvussu tónleikurin er til ymsu tiltøkini. Í samkomunum er tað ein friðarligari stemningur, meðan til eitt tiltak sum Summar Festivalin skal eitt sindur meira av tónleiki til røkka út millum fólkið, sigur Heine Lützen. Hóast hetta verður fyrsta framførslan hjá Heina á Summar Festivalinum, hevur hann longu roynt seg við fleiri festivalframførslum – millum annað á Asfalt og Fjarðafestivalinum - og hann vil gjarna út um samkomurnar og reguleru gospelkonsertirnar við sínum tónleiki. - Tað ræður um at fáa tónleikin og boðskapin so langt út sum gjørligt, og tí er tað eitt gott høvi hjá okkum at spæla á Summar Festivalinum, sigur Heine Lützen. Í bólkinum hjá Heina Lützen spæla Jónsvein Heinesen (keyboards), Gunnar Guttesen (trummur), Sven Aage Drewsen (bass) og Rúni Eysturlíð (gittar). Sagt verður, at hvør fuglur syngur við sínum nevi. Men tað er samstundis ein sannleiki, at røddin er eitt ljóðføri, sum vit kunnu læra at brúka í nógv størri mun, enn vit geva okkum fær um. Tað eru nakrir fáir meistarar innan hetta kystrið, og nú vitjar ein av teimum Summarfestivalin. Hon eitur Kristjana Stefánsdóttir, er ein ógvuliga roynd og vælútbúgvin sanglærari. Hon hevur vunnið fleiri altjóða prísir og er víðagitin fyri sína sterku og vøkru jazzrødd. Hon er ein av mæstastu tónlistafólkum Íslands og hevur eisini givið sínum landsmonnum góðar upplivingar á palli og hollan kunnleikan innan sangvenjing og sangteknik. Ein av hennara nýggjastu næmingum, er føroyingur Jógvan Hansen, sum hevði ringt við at koma til Føroya at spæla á Summarfestivalinum, uttan at hava ta stóru røddina og tiltikna sangvenjaran við sær til Klaksvíkar. Skeiðið verður hildið í Atlantis í Klaksvík mikudagin. Tey 12 plássini á fyrstaklassa, har hvør einstaku næmingurin verður persónliga leiðbeintur og fær eitt serstakt høvið at menna síni sangevni fara at kosta 1000 krónur. Tað verða eisini nøkur pláss á øðrum klassa, har luttakararnir eru meira við sum eygleiðarar og partur av felagsundirvísingini. Super sangskeið Sterk rødd á stórum palli – Ein tala tosar til okkara vit og skil, meðan tónleikur fer fram við hesum og rakar okkara kenslur., sigur Heine Lützen. Hann fer í ár at spæla á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð