Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Fríggjadagurin á Summar Festivalinum byrjar við einum festligum tiltaki á Silvapallinum við Norðoya Sparikassa. Har verða trøll, gyklari, eldblásari, Angel og Hannibal og annað á skránni Eitt nýtt og stórt barnatiltak sær dagsins ljós á Summar Festivalinum. Talan er um ein mini-festival fyri børnini – ein Silvafest uttan sín líka. Tiltakið verður á Silvapallinum við Norðoya Sparikassan, og mangt og hvat forvitnisligt verður á skránni. Ein ommudiddu-trøll Visti tú at Trøllaomman eigur eina kula garrvilla systir? Jú, ommadidd, sum Trøllapætur kallar hana, hevur hoyrt so nógv gott um Summarfestivalin, at nú ætlar hon at vitja í Klaksvík og at syngja og spæla fyri øllum teimum minstu børnunum. Og tað verður bæði spennandi og stuttligt og villari enn nakar nakrantíð hevur upplivað í Føroyum...! Og okkara góðu vinir Trøllapætur og omman verða sjálvandi eisini mitt í rokanum og ansa eftir at ommudidd ikki verður alt for óskikkilig og ger nakað býtt. So tey sum ætla sær at síggja og hoyra trý herlig trøll á palli mugu koma til stóru Silvafestina, sum verður í Sparikassagarðinum, áðrenn stóra festivalbrakið fríggjadagin. Angela og Hannebal Visti tú, at Angela og Hannibal eru sum øll onnur børn í Føroyum? Tey duga at skapa sær, spæla klovn og finna uppá alt møguligt. Eftir ein alt ov langan steðg, so eru tey aftur farin at undirhalda og skipa fyri barnatiltøkum. Og sjálvandi verða Angela og Hannibal á Silvapallinum fríggjadagin, tá ið festin fyri teimum minstu festivalgestunum verður. Og tað verður við sangi, skemti og nógvum ruðuleika, júst sum børnini vilja hava tað. Gykl og eldblásing Hevur tú hoyrt um gyklarin Ábjørn og eldblásarin Óla? Á dú, á dú. Tað ljóðar næstan vandamikið. Hugsa tær um Ásbjørn fer at ganda børnini burtur ella um Óli fer at blása eld eftir øllum børnunum, sum hava gloymt at busta tenn ella sum hava til óvana at renna undan mammu síni. Men tað er hvørki orsøk til at øttast ella leiða nakran vaksnan. Bæði gyklarin og eldblásarin eru góðir við børn, hóast teir duga ymisk løgin kynstur, sum ikki so nógvir pápar duga at gera teimum eftir. Ballónferð Hvussu lagt uppí himmalin kunnu ballónirnar fara? Ja, tað verður spennandi at vita! Aftaná sjálvt undirhaldið fáa øll børnini fínar ballónir, sum skulu sleppa langt uppí luftina, soleiðis at øll síggja at nú letur Silvalandið upp og at Summarfestivalurin er byrjaður. Børnini fremst Skulu tey minstu børnini ikki hava fyrsta rætt og tey allarbestu plássini? Silvafestivalurin er allarmest fyri børn sum duga at ganga sjálvi og sum ikki ganga í skúla. Hetta hevur Silvi hugsað um og tí verður skipað soleiðis fyri, at einans minni børn sleppa heilt nær pallinum og at vaksin fólk mugu gera seg pinkalítil, um tey skulu inn um gyrðingina saman við børnum undir skúlaaldri. Men øll eru sjálvandi vælkomin til serligu konsertina og undirhaldið hjá Silva. Eisini skúlabørn og foreldur. Og tað verður ikki einans av pallinum at tingini henda. Nei, klovnar, gyklarar, trøll og aðrir herlig dýr og skapningar fara eisini at heilsa uppá børnini og sita ímillum áskoðarafjøldina. Silvafest uttan líka Tey smæstu fáa eitt rimmartiltak afturat á Summar Festivalinum Tann garvilla Trølla- omman fær vitjan av systur síni Gyklari og eldblásari fara eisini at seta sín dám á barnatiltakið