Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Við vælkendum sang­um sum Motor­mani, Eg­ siti so eina og­ Ró fær­ nostalg­iin neyvan nakr­an enda, tá Vestmenn g­er­a comeback á Vág­sbøi. At talan so eisini er­ um upp­ r­unamanning­ina fr­á 1983 g­er­ tað heila bar­a enn meir­i fullfør­t Fyri fyrstu ferð í eini 15 ár verður upp­ runamanningin í vælumtókta bólkinum, Vestmonnum, á palli aftur. Sangir sum Eg siti so eina, Í nátt eg droymdi, Ró og Motormani fara at ljóða á Vágsbøi, og verður tað uttan iva ein nostalgisk løta. ­ Vit hava valt sangir, sum fáa fólk í gott lag, og sum tey kunnu syngja við til, sigur frontmaðurin í Vestmonnum, Ólavur Højgaard. Bólkurin byrjaði fyrireikingarnar til festivalin fyri einum góðum mánaði síðani, og hava tey bæði vant saman og sum einstaklingar. Tað er neyðugt at venja fyri seg sjálvan eisini, tá ein framførsla liggur mitt í hægstu frítíð, men sambært Ólavi hevur hetta als ikki verið nakar trupulleiki fyri tað. Tað gekk eisini sum eitt spæl at fáa upprunamanningina samlaða til hetta høvið at spæla og syngja saman aftur. Avtalan millum Vestmenn og Summarfestivalin kom í lag tíðliga í ár, og sigur Ólavur, at øll manningin játtaði at vera við beinanvegin. ­ Man gleðir seg sjálvandi til eina tílíka framførslu, men minnast skal til, at hetta er ein uppgáva, sum skal røkjast so væl sum gjørligt, sigur Ólavur Højgaard. Or­dans g­jøg­numbr­ot Tað var í 1983, at Vestmenn komu inn á føroyska tónleikapallin við einum braki. Fyrsta útgávan hjá teimum, Brot, seldi fleiri túsund eintøk fyrstu vikuna, og Vestmenn gjørdist ein tann fólkakærasti føroyski bólkurin í 80’unum. Við sangum sum Eg Siti So Eina, Motormani, Ró og fleiri gjørdust Vest­ menn ein tann mest spældi bólkurin í føroyska útvarpinum. Sangirnir hjá teimum blivu ein fyri og annar eftir landskendir, og nú sløk 25 ár seinni kunnu Vestmenn fara á pallin við eini langari røð av hittum og kendum sangum. Útg­áva Vestmenn arbeiða annars við eini nýggjari útgávu fyri tíðina, og fløgan kemur út einaferð tíðliga næsta ár. Men tað verða ikki teir nýggju sangirnir, sum verða framførdir á festivalinum. Manningin í Vestmonnum, sum arbeiðir við fløguni, er ikki tann sama, sum fer á pall í Klaksvík. ­ Man kann ikki seta fólk á pall at syngja sangir, sum tey ikki kenna, sigur Ólavur Højgaard og heldur fram, at tað hevði ikki passað til uppgávuna hjá Vestmonnum á Summarfestivalinum at borðreitt við ov nógvum nýggjum og ókendum sangum. ­ Vit leggja okkum eftir at tað skal vera ein framførsla við einum farra av nostalgi, tí vit hava valt sangir, sum fólk kenna frá áttati­ og níti árunum, sigur sangarin í Vestmonnum. Upprunamanningin í Vestmonnum, sum kemur á Summarfestivalin, er: Ólavur Højgaard, Martin Joensen, Niels Olsen, Jógvan Toftum Olsen, Bogi Olsen, Rúna á Heygum og Jórun Højgaard. Aftur­hvar­v við Vestmonnum Tað ver­ður­ uppr­unalig­a manning­in í Vestmonnum, ið fer­ á pallin á Summar­ Festivalinum. Lag­t er­ upp til eina óg­loymandi løtu við kenda bólkinum úr­ Vestmanna