mikudagur 1. august 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Fjórði Summar Festi
valurin er fyri framm
an, og um hesin festi
valurin livir upp til
teir undanfarnu, so
verður talan um eitt
ótrúliga spennandi
og hugaligt tiltak
Summar Festivalurin er ein sólskinssøga í
føroyskum mentanarlívi. Burtur úr ongum er ein
altjóða festivalur komin upp at standa í miðbýnum í
Klaksvík, og áhugin fyri festivalinum er so stórur, at
talan er um størsta tiltak av sínum slagi í landinum.
Orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at fólk í
stórum stíli hava tikið undir við hugskotunum og eru
komin undanfarnu festivalarnar.
Eftir at eini 4.000 fólk vóru til fyrsta tiltakið í
2004, er áhoyraratalið meira enn tvífaldað, og í ár
verður roknað við, at tað kunnu koma 10.000 fólk á
festivalin.
Summar Festivalurin er nógv meira enn bert
eitt tónleikatiltak. Sosiala samvera millum mongu
festivalgestirnar er av sera stórum týdningi, og
fyrireikararnir hava øll árini lagt dent á, at fólk skulu
hava eitt gott og hugnaligt upplivilsi á festivalinum
– bæði børn
og vaksin
skulu finna
undirhald, upplivingar og hugna.
Jú, sanniliga fæst nógvur góður tónleikur á
Summar Festivalinum – ikki minst nú heimsstjørnur
sum Scorpions og Kim Wilde koma á festivalin í ár
– og tað hava longu verið nakrar stórar konsertir á
Summar Festivalinum.
Bólkar, sum tað fyri fáum árum síðani ikki var
hugsandi um at fáa til Føroya, standa nú á pallinum
á Vágsbøi, og tá ið týsku Scorpions fara á pallin
fríggjakvøldið, verður helst talan um størstu
rockkonsert í Føroyum nakrantíð.
Vælkomin á fjórða Summar Festivalin.
Stóru konsertirnar á Summar Festivalinum fáa rættiliga lív í fjøldina, og tað er hugaligt
hjá bólkunum á pallinum at uppliva, hvussu fólk taka undir við teirra tónleiki
Fantastiskir fes
Finski rockbólk
urin The Rasmus
hevði eina framúr
góða konsert í
2006
St
va
se
Børnini sleppa at sita á
hestbaki